mánadagur 9. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
2
Sosialurin
kappingin
Summar
Hotel Örkin er føroyska sjómans
heimið í Reykjavík. Her verður roynt
at skapa eitt heimligt umhvørvi fyri
sjómenn og føroyingar annars, sum
búgva í Íslandi ella koma at ferðast
hagar.
Leiðarin Hans Michael í Mittúni
og konan eru føroyingar, og verður
roynt at fáa so nógv føroysk starvs
fólk sum gjørligt.
Sjómansheimið
Hotel
Örkin
er eitt 3stjarnað hotel sum hevur
hevur 20 dupult kømur.
10 av teimum kunnu nýtast sum
4mans kømur. Öll kömrini hava wc/
bað, litsjónvarp og telefon. Eisini er
atgongd til tráðleyst internet.
Hotellið hevur eisini eitt fundar
høli, sum er 92 fermetrar, og hevur
pláss fyri 100 fólkum til fundir og
líknandi. Til veitslur, føðingardagar,
konfirmatiónir og annað kann
borð reiðast til 75 fólk.
Hotellið hevur eisini eitt minni
fundarhøli, har pláss er fyri 30
fólkum til fundir. Her kann borð
reiðast fyri 20 fólkum.
Sjómansheimið liggur ikki so
langt frá miðbýnum, bara einar 15
20 min. til gongu til handilshúsið,
Kringluna, ítróttarøkið, svimjihøll
og listasavn.
Skjótt er at koma til Íslands: At
flúgva til Reykjavíkar tekur bara
ein tíma, og við skipi einar 16 tímar
til Seyðisfjarðar.
Tað er einfalt hjá føroyingum at flúgva til Reykjavíkar við Atlantsflogi. Og velur ein at leiga sær kamar á Hotel
Örkini, er ein samstundis mitt í býnum, stutt frá øllum tí sum ger tað stuttligt at ferðast í høvuðsstaði Íslands.
Eitt heim í stórbýnum
FØROYSKT HEIM
Sjómansheimið Hotel Örkin er
ein útrættur armur til føroyingar
í Íslandi og føroysk ferðafólk
Sjálveigandi
Starvsfólk: Roynt verður at hava so nógv føroysk
starvsfólk sum gjørligt. Er onkur sum hevur áhuga at
starvast á sjómansheiminum í Reykjavík, so kann ein
seta seg í samband við hotelstjóran.
Føroyska Sjómansheimið Örkin er annars ein
sjálveigandi stovnur, har nevndin er sett saman av
føroyingum og føroyingum, sum búgva í Íslandi.
Nevndin hevur fund árliga í Reykjavík ella í Føroyum.
Í nevndini sita: Árni Jacobsen, Leirvík; Erland H.
Rasmussen, Argir; Jørmund Foldbo, Leirvík; Jonhard
Joensen, Skipanes; Rúni Hentze, Hoyvík; Jens Péturon,
Reykjavík og Absalon Olsen, Reykjavík.
www.skipshandilin.fo
Jakki
Vanligur prísur 1.198,-
NÚ 598,-
Buksur
Vanligur prísur pr. par 498,-
2 PØR 500,-
Hetta vikuskiftið varð sjómansheimið enn einaferð karmur um eina legu, tá menn
úr Føroyum settu hvørjum øðrum stevnu í íslendska høvuðsstaðnum
MANSLEGA