Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 8 Sosialurin Áki Bertholdsen – Sum støðan er nú, skulu vit als ikki hugsa um at selja SEV. Tað heldur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunu­ samskipan Føroya. Men hon staðfestir sam­ stundis, at felagsskapurin er í kreppu og at tað verður neyð ugt at hugsa heilt al vor­ liga um støðuna. Á Portalinum um viku­ skiftið helt Asbjørn Djurhuus, formaður í Kommunufelag Føroya, at kommunurnar eiga at selja Sev, tí landið tek ur kortini størri og størri ræði á felagsskapinum og nú kann Sev ikki so frægt sum áseta prísin uttan at landið skal góðkenna tað. Hann staðfesti kortini, at hann talaði fyri egnu rokn­ ing. Ikki selja Men hesum er forkvinnan í KSF ikki samd í. – Tað nyttar lítið at tosa um at selja SEV, samstundis sum øll møgulig eru frammi í miðlunum og tosa ilt um felagskapin. – Undir slíkum umstøðum kunnu vit í øllum førum ikki vænta at fáa nakað serligt fyri hann, heldur hon. Men sum heild heldur hon als ikki, at vit yvirhøvur skulu tosa um at selja SEV, sum støðan er nú. Hinvegin er hon eis ini sann førd um, at SEV noyð­ ast at tosa við lands myndug­ leikarnar um, hvør skal rinda fyri orkuútbyggingar í Før­ oyum. – Seinastu árini hevur landið lagt stórar byrðar á SEV í sambandi við grøna orku og CO2 útlát, men tað kann ikki vera ætlanin, at SEV skal hokna undir krøv­ um frá landinum. – Tað er landsins myndug­ leikar, sum gera lógina, men kommunurnar eiga at taka spurningin upp til álvarsliga viðgerð, um tað skulu vera tær, sum einsamallar skulu rinda fyri tey krøv, sum landið setir. Landið skal rinda Sjálv ivast hon ikki í, at landið skal rinda sín part. Um tað so er SEV ella lands kassin, sum rindar, er tað í síðsta enda skatt gjald­ arin, sum rindar. – Men vit eiga avgjørt at taka spurningin upp við landsstýrið um, hvussu út­ reiðsl urnar til útbyggingar skulu býtast ímillum landið og SEV. Og eitt, hon leggur stóran dent á, er, at vit varðveita eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda tað sama fyri streym in, sama hvar í land­ inum tað er. Sjálv ivast Gunvá við Keldu ikki í, at grøn orka er veg urin fram, tí oljan er nú so dýr, at hon hóttir við at for koma felagsskapinum. – Spurningurin er bara um vit ikki vóru ov sein á veg, leggur hon afturat. Men hon heldur, at tað er neyðugt fyri samfelagið, at orkuveitingin kemur burtur frá oljuni. Men vit mugu so tosa um, hvør skal rinda fyri tað, endur tekur hon. Hon staðfestir, at SEV hev ur enntá stórt hall av sjálv um rakstrinum og hon stað festir eisini, at tað er væl møguligt, at tað verður neyð­ ugt at hækka prísin einaferð afturat í ár. aki@sosialurin.fo Gunvá við Keldu, for­ kvinna í KSF, heldur, at SEV eigur nú at gjøgnum­ ganga øll innanhýsis viður skifti at vita um tað ikki eru sparingar ella eyka inntøkur at fáa onku staðni. Eitt nú eigur ein slík gjøgnumgongd at tryggja, at øll rinda tann prísin fyri streymin, sum tey eiga. – Tað er ongin meining í, at summi skulu rinda svíða óneyðug fyri at summi skulu fáa orkuna ov bíliga. Í hesum sambandi nevn ir hon fjarðhitafeløg og annað, sum fáa orku frá SEV og felagsskapurin eig ur at tryggja, at øll rinda tann rætta prísin. aki@sosialurin.fo Vit mugu hugsa heilt alvorliga um støðuna SELJA SEV Tað er skeivt at tosa um at selja SEV, men vit eru í kreppu og tí mugu vit hugsa heilt alvorliga um støðuna, heldur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya Kanna um øll rinda nóg mikið Gunvá við Keldu heldur, at tvídrátturin, sum hevur tikið seg upp ímillum kommunurnar um prís­ hækk ingar og annað, hevur verið til skaða fyri SEV. Undir slíkum um­ støð um við tvídrátti og ósemju, er tað skeivt at tosa um at selja SEV. – Tað hevði ongin gjørt, var talan um onkra aðra fyritøku, staðfestir hon. Hon heldur, a SEV skal royna at loysa trupul­ leikarar áðrenn spurn­ ingurin um at selja felags­ skapin yvirhøvur verður tikin upp. – Príshækkingin á nýggj árinum var alneyðug og tað er væl trúligt, at neyð ugt er við fleiri prís­ hækk ingum, leggur hon afturat. aki@sosialurin.fo Hevur skatt SEV SEV í krEppu Tað kann ikki verða ætlanin, at SEV skal hokna undir krøvum frá landsins myndugleikum og tí mugu vit tosa við landsstýrið um, hvussu nóv landið skal rinda av framtíðar orkuútbyggingum, heldur Gunvá við Keldu Hvør skal rinda fyri orkuútbyggingar í Føroyum?