mikudagur 11. mai 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
Sosialurin
Uni Arge
Tá løgtingsins umboðsmaður
fór til verka í 2001, varð heilt
bókstaviliga byrjað á berum.
Tvey starvsfólk, Johnhard
Klettheyggj og Laila Egholm,
fóru sum tey fyrstu til verka
í
skrivstovuhølunum
hjá
Realinum í Niels Finsensgøtu
í Havn í apríl hetta árið. Har
vóru hvørki telefonir ella
teldur, og tað kendist løgið,
tí vanliga hava stovnar tí
líkar hentleikar tøkar. Men
stovnurin var nýggjur og
skuldi
byggjast
upp
frá
grund ini, og hetta var so
upp gávan, ið tey bæði høvdu
fingið saman við fyrsta um
boðs manninum,
Joen
H.
Andreasen, ið byrjaði í starv
in um 1. mai í 2001.
Johnhard Klettheyggj var
ein av teimum, sum helt fyri
lestur í Skálanum í Norður
landahúsinum fríggja dagin
í sambandi við, at 10 ár vóru
liðin, síðan um boðs mans
stovnurin fór undir sítt virk
semi. Hann mintist, at fleiri
spenn andi mál lógu og bíðaði
eftir løgtingsins umboðs
manni, meðan skriv stovu
hølini vórðu riggað til. Tað
mest umstrídda málið snúði
seg um setanina av nýggjum
landsverkfrøðingi. Kundi ein
almennur myndugleiki ein
ans skriva í eitt svar til ein
fyrrverandi stjóra, ið søkti
og ikki fekk starvið, at annar
umsøkjari var settur?
Tað helt umboðsmaðurin
ikki. Gamla siðvenjan var at
svara umsøkjarum stutt við
at takka teimum fyri áhugan
og síðan vísa á, at starvið var
latið øðrum. Henda siðvenja
er nógv broytt, síðan um
boðs maðurin í málinum um
lands verkfrøðingin
vísti
á, at ein maður, sum hevði
starvast í 23 ár á einum
stovni, harav 10 ár sum
stjóri, hevði krav upp á eina
nágreiniliga
grundgeving
um, hví hann ikki kundi
halda fram sum stjóri. Við
m.a. hesum døminum vísti
Johnhard Klettheyggj á, at
umboðsmaðurin
veruliga
hevur gjørt mun, síðan hann
fór til verka.
Mentor í skipanini
Johnhard
Klettheyggj
nevndi, at hann fleiri ferðir
hevði hoyrt fólk siga, at um
boðs maðurin hevur onki
veru ligt vald, tá á stendur.
Hann kemur við eini átalu,
og so hendir ikki meira.
Tí skuldi umboðsmaðurin
heldur havt støðu sum ein
fyrisitingardómstólur,
so
hann kundi broytt skeivar
av gerðir í fyrsitingini, hava
summi sagt. Hesum tók
John hard Klettheyggj ikki
undir við. Skipanin við um
boðsmanninum leggur upp
til, at hann skal koma við
til mæl um
og
áheitanum,
ið skulu fáa umsitingina at
viðgera mál umaftur ella
um hugsa mannagongdir av
nýggj um. Johnhard Klett
heyggj segði:
"Á hendan hátt er lagt
upp til, at umboðsmaðurin
verður eitt slag av mentori
hjá fyrisitingini, og at fyri
sitingin fær sjálvjustits, so
hon sjálv kann rætta síni
mis tøk. Skal skipanin virka,
krevur hetta, at fyrisitingin
er búgvin at viðurkenna
møguligar feilir og rætta teir.
Skipanin krevur eisini, at
politiska skipanin er búgvin.
Tá umboðsmaðurin rakar við
álvarsom mistøk, skal hann
boða formansskapinum í
løg tinginum, løgmanni og av
varðandi landsstýrismanni
frá hesum. Tankin er, at
lands stýrismaðurin
skal
halda í oyruni á fyrisitingini,
løg maður í oyruni á lands
stýris manninum og tingið í
oyr uni á løgmanni."
Hetta er ein góð skipan,
helt Johnhard Klettheyggj
og átalaði, at tingformaðurin
onkuntíð hevur boðað frá í
fjølmiðlunum, at tingið fór
onki at gera við niðurstøðu, ið
umboðsmaðurin var komin
við. Hetta hendi eitt nú, tá
grannskoðarafrágreiðingin
varð
almannakunngjørd
í november 2010. Tílík út
søgn
var
at
undirgrava
mynd ug leikan
hjá
um
boðs mann inum, helt John
hard Klettheyggj, sum tó
mundi fegnast um útsagn
ir nar hjá Hergeiri Nielsen,
løgtingsformanni,
fríggja
dagin, tá hann stuðlaði um
boðsmanninum dyggiliga og
fanst hvassliga at polit isku
skipanini fyri ikki at hava
tikið avleiðingar av grann
skoð aramálinum.
Fjas og tíðarspilla
Johnhard Klettheyggj upp
lýsti, at tey málini, sum fylla
mest hjá umboðsmanninum,
eru innlitsmál og starvs
fólka mál. At innlitsmál hava
fylt nógv, er ikki so løgið,
helt hann. Innlitslógin er frá
1994, so hon er ikki gomul, og
fyrisitingarnar hava skulað
havt stundir at vant seg við
hana. Jonhard Klettheyggj
hevur í mong ár undirvíst í
almennum innliti og hevur
mangan hoyrt fólk siga, at
reglurnar um innlit eru tað
reina fjas og tíðarspilla. Hetta
er sera vandamikil hugburður
í einum demokratiskum sam
felag, sum tó er um at hvørva,
nevndi hann, ikki minst or
sakað av umboðs mann in
um.
Hann bað fólk hava í
huga, at kritikkur frá um
boðs manninum
í
einum
máli ikki altíð er keðiligur,
og at kritikk urin ongantíð
er persón ligur. Er orsøkin til
trupulleikarnar, sum umboðs
maðurin vísir á, vantandi
ar beiðs orka, so kunnu at
finningarnar brúkast til at
fáa hægri játtan. Í øðrum
førum kunnu tær verða
brúktar
konstruktivt
at
vita, hvørjir batar kunnu
fremj ast, eins og eitt nú Al
mannastovan hevur dugað
væl.
At
umboðsmaðurin
hev ur týdning, ivaðist hann
ikki í.
"Tørvur er á einum um
boðsmanni, serliga í okkara
lítla samfelag. Hesa fatan
byggi eg á, at viðurskiftini
eru smá og relatiónirnar
tætt ar, tað veri seg vegna
familju ella kennskap. Tí er
bæði ein ávísur vandi fyri, at
rot kann koma í skipanirnar,
og at gróðrarbotnur er fyri
illgitingum um hetta sama.
Umboðsmaðurin er ein fínur
máti bæði at fáa staðfest,
um okkurt er galið, ella at
fáa illgitingar manaðar í
jørð ina. Spurningurin um,
hvussu skipanin við umboðs
manninum skal gagna sam
felagnum, liggur ikki bara í
hondunum á umboðs mann
inum, men minst líka nógv í
hondunum á samfelagnum,"
segði Johnhard Klettheyggj.
Umboðsmaður skal
basa illgitingum
Tørvur er á einum umboðsmansstovni í lítla føroyska samfelagnum, tí neyðugt er at mana
illgitingar í jørðina, segði Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálráðnum
og Heilsumálaráðmum, á ráðstevnu um løgtingsins umboðsmann fríggjadagin. Rot kann kom
í samfelagsskipanina, og samfelagið skal verja seg mótvegis tílíkum roti, helt hann
Johnhard Klettheyggj,
leiðandi løgfrøðingur