Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 49 - 12. mars 2002 Nr. 49 - 12. mars 2002 33 Vit sóknast eftir Feriuavloysarum til handilin Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 06.00 – 13.00 kl. 13.00 – 19.00 kl. 19.00 – 23.30 allar dagar í vikuni Løn eftir S&K Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn Kirkjubøar kommuna sóknast eftir Leiðara og 3 pedagogum til Barnagarðin á Velbastað Vit hava um neyðugt pláss á stovninum fyri børnum teirra, sum sett verða í leiðarastarvið og pedagogstørvini. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Elina Henriksen, leiðara, á tlf. 328121 / velbarn@post.olivant.fo ella Óluvu Niclasen, bygdarráðslim, á tlf. 328145 / oluvanic@hfs.fo Umsókn Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um royndir skulu sendast Kirkjubøar kommunu v/Annfinn Brekkstein, 176 Velbastaður innan 1. apríl 2002. Barnagarðurin á Velbastað er ein kommunalur stovnur við einari fíggjarætlan uppá 2,3 milliónir árliga. Stovnurin liggur í friðaligum umhvørvi við stórum spæliplássi og haganum rundanum. Har eru 40 børn av Velbastað, úr Kirkjubø, úr Syðradali og úr Havn. Børnini eru millum 1/2 og 9 ár og eru í trimum stovum, har aldursbýtið er 0-2 ár, 2-4 ár og 4-9 ár. Tað eru 11 starvsfólk, svarandi til umleið 9 fulltíðarstørv. Endamálsorðingin hjá stovninum er frá 1997 og soljóðandi: "Endamálið er at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar, bæði kropsliga og sálarliga og tryggja, at børnini faa nógvar og ríkar upplivingar. Vit ynskja, at børnini ótarnað skulu sleppa at spæla; harumframt skulu tey sleppa at vera við til at taka avgerðir, og starvsfólkini skulu lurta eftir teimum og geva sær stundir til tey." Leiðari Sum leiðari fært tú her møguleika at gera hugsanir tínar til veruleika um, hvussu ein barnagarður gerst eitt vælvirkandi námsfrøðiligt tilboð í nærumhvørvinum. Arbeiðsøkið hjá leiðaranum er at leggja ætlanir fyri árið og leiða dagliga virksemið í samsvari við pedagogisku stevnuna hjá stovninum. Uppgávurnar fevna um upptøku av børnum, fíggjarstýring (bókhald og ársroknskapur verða gjørd av kommununi), at skipa dagliga virksemið, vaktir og innkeyp, at umsita starvsfólkaviðurskifti so sum starvssetanir, lønir, farloyvi, skeið v.m., samstarv og kunning við foreldur, foreldra- og bygdarráð og samskipan av felags tiltøkum annars. Leiðarin hevur ábyrgd av, at skipanir eru, sum lúka almenn krøv, t.d. innan trygd og heilsu. Umráðandi er, at leiðarin alsamt dagførir sína vitan á námsfrøðiliga økinum. Førleiki Leiðarin má hava pedagogiska útbúgving og hegni og áhuga fyri leiðslu. Til ber at víkja frá útbúgvingarkravinum, men umsøkjari má skjalprógva aðra viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Setanarviðurskifti Starvið er frá 1.juni 2002, men vit bíða fegin eftir rætta fólkinum. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/kommunurnar. Harumframt er møguleiki at tingast um viðbót. Pedagogar Vit sóknast eftir trimum pedagogum, einum til hvørja stovu. Høvuðsuppgávan er at skapa fastar, tryggar karmar um dagin hjá børnunum, og við spæli og øðrum tiltøkum, t.d. húsligum uppgávum, at hjálpa børnunum at mennast sum einstaklingar og sum partar av størri heildum. Arbeiðið fevnir um planlegging, praktiskar uppgávur í sambandi við máltíðir og ansing annars, og um íverksetan av tiltøkum og spølum. Førleiki Umsøkjarar mugu hava pedagogiska útbúgving. Royndir innan arbeiði í vøggustovu/barnagarði eru ein fyrimunur, men ikki fortreyt. Annars er av týdningi, at umsøkjarar kunnu arbeiða sjálvstøðugt, hava góð samstarvsevni og vilja vera við til at seta sín dám á stovnin. Setanarviðurskifti Størvini eru frá 1. juni 2002 ella skjótast til ber. Tó kunnu vit bíða eina tíð eftir tí rætta umsøkjaranum. Arbeiðstíðin kann vera 40, 35 ella 30 tímar um vikuna. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/ kommunurnar. Í umsóknini kann vera tilskilað, um umsøkjarin hevur ynski um at arbeiða í ávísari stovu. team85 • 358000 Bilur við skaða til sølu Merki: Ford Mondeo Flair 1.8 bensin – 5 hurða, svartur Árg.: 1997 KM.: 66.300 Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú. Bjartur Brekkstein, sýnsmaður Tlf. 345771 • Fax 345607 t-postur: bjb@trygging.fo at hitta mánadag – hósdag millum kl. 0830–1000 og fríggjadag millum 0830–1600 Bilur við skaða til sølu Merki: Hyundai Accent Árg.: 1997 KM.: 66.100 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Heri Weihe, sýnsmaður tlf. 345629 · fax 345607 e-mail: hw@trygging.fo at hitta: mánadag-hósdag kl. 08.30-10.00 og 15.00-16.00 fríggjadag 08.00-12.00 og 13.00-16.00 Vaskikona Søkt verður eftir vaskikonu at byrja beinanvegin. Klaksvíkar Klubbi Uppsalagøta 11 · Box 182 Klaksvík www.sosialurin.fo www.sosialu www.sosialurin.fo www.sosialu www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialur Akfør TOYOTA CARINA 1.6 st.car, hevur koyrt 155.000, er sera væl viðfarin og er í sera góðum standi. Selist nýsýnaður, árg. 90. Tlf. 220564 ella 447221 HEVUR NAKAR ein kølara til ein Mazda 929 st.car. árg. 88 at selja mær. Ring 373169 ella ella 250213 OPEL VECTRA árg. 12/88, er í góðum standi, men krevur ábøtur. Sýnaður 1.3.2002 til sølu. Tlf. 313790 ella 220405 ROVER 200 2 ár, 25000 km, hevur el-rútar, sentrallás, powerstýring, ABS, CD- spælara, sportfelgur + píkadekk á felgum. Verður seldur vegna keyp av størri bili. Tlf. 213660 VW-TRANSPORTARI árg. 92, hvítur 2400 diesel, til sølu. Koyrt 153.000 km. Tlf. 211770 ella 283868 KØLI- FRYSTIVOGNAR til sølu. MAN 19-322 2 aksl. MAN 22-370 3 aksl. Tlf. 222774 YNSKIST TIL KEYPS Høgra lykt framman til Citroen ZX, ynskist til keyps. Tlf. 332830 eftir kl. 18 TIL SØLU Ymisk nýggj dekk til persón og vørubilar bíliga til sølu. Tlf. 217778 ella 218778 FORD ESCORT 1.3 árg. 86, í góðum standi, til sølu fyri 15.000 kr. Tlf. 253021 TOYOTA CARINA árg. 89, T171, ongar plátur, koyrir væl, hevur fýra nýggjar sportfelgur við nýggjum dekkum, verður seldur um hóskandi boð fæst. Tlf. 215984 BRÚKT DEKK TIL SØLU Fýra píkadekk við felgum stødd 165/13 200 kr. stk. Fýra summardekk u/ felgur stødd 165/13 150 kr. stk. Eitt summardekk 155/13 v/ felgu 100 kr. Ring á 443328 ella 260249 HURÐAR til Audi 80, árg. 86-91 og til VW Golf II, árg. 84-91 og Nissan Patrol, árg. 84-92. Tlf. 217778 ella 218778 YNSKIST TIL KEYPS Volvo 340 DL við fronskum motori. Tlf. 424270 - 286504 NISSAN PATROL árg. 96, koyrt 162.000 km, til sølu. Prísuppskot 150.000 kr. Kann síggjast hjá Super Dekk. Tlf. 227989 KASSAVOGNUR v/ lyft til sølu. VW LT. 35, árg. 92. (Lítla koyrikortið). Tlf. 222774 PERSÓNVOGNUR TIL SØLU Nissan Sunny, 4 hurðar, sedan, árg. 89, í góðum standi. Tlf. 222774 TIL SØLU Brotin motorblokkur við nýggjum krumtaksaksli og nýggjum leigum, til VW Golf, árg. 92, TD 19, bíliga til sølu. Tlf. 375186 DEKK TIL SØLU 4 aummardekk stødd 205/65-15 bíliga til sølu. Tlf. 211990 VW PASSAT TDI árg. 98, 110 HK, Trendline, koyrt 97.000 km til sølu. Tlf. 421415 ella 261123 DAIHATSU CHARADE G100 Sýnaður 3/02, ongan kross, í góðum standi, árg. 89, km 120.000. Til sølu um hóskandi boð fæst, møguliga brúktur bilur kann ganga inn í keypið. Tlf. 228347 MAZDA 626 til sølu. Hevur el-rútar, centrallás við fjarstýring, sleipikrók og er sýnaður í mai 2001. Krevur smáar ábøtur. Bilurin er árg. 87, til sølu fyri 8.000 kr. Tlf. 227112 OPEL COMBI 1.4i árg. 96, koyrt 56.000 km. Hevur hillasystem aftan, vælegnaður til elektrikarar, kostnaður: 55.000 kr. Tlf. 328120 ella 258523, Bogi CITROËN XANTIA HDI árg. 99 til sølu um hóskandi boð fæst. Ring og hoyr nærri á tlf. 423341 eftir kl. 16, Jónsvein SUMMARDEKK Fýra lítið brúkt summardekk á felgum 165/70 R14 til sølu. Tlf. 228189 BILUR til sølu fyri 3.000 kr. Tlf. 224666, e. kl. 15 TOYOTA COROLLA árg. 87, til sølu. Tlf. 314465 / 253443 TIL SØLU Mitsubishi Lancer, diesel, árg. 87, við píkadekkum, bíliga til sølu. Tlf. 421451 / 253478 OPEL ASTRA 1.7 turbo diesel, árg. 97, til sølu. Koyrt 127.000 km, hevur el-spegl v/ hita, cd-spælara, 15" sportsfelgur og píkadekk við felgum, hevur vel, sær gott út og er væl hildin. Tlf. 255467 MAZDA 323 GTI 1,6, 118 HK, sýnaður 10/11-2001, til sølu. Ring og fá meira at vita. Tlf. 251439 CITROËN B X 16, TRS,XB árg.88, til sølu fyri 5500 kr. ella hægstbjóðandi. Hóast bilurin hevur ein oljuleka og defekt bremsurør, er hann í góðum standi. Kann eisini nýtast sum eykalutur. Tlf. 321157 ella 224606 Amboð SPROYTUKABINA Blowtherm EF750 l. 7,50 x b. 3,96 x h. 2,70 til sølu um hóskandi boð fæst. Umframt ein Car-O-Liner upprættarabonkur. Tlf. 217778 ella 218778 TIL SØLU Bil lyfta til sølu. Væl egna til garagu. Lyftir uml. 1 metur. Tlf. 211990 TVANGSBLANDARI 300 litrar (1 sekk) ynskist til keyps. Tlf. 253103 ella 217790 Arbeiði ARBEIÐI YNSKIST 17 ára gomul genta søkir arbeiði eftir skúlatíð. Alt hevur áhuga. Tlf. 253321 ARBEIÐI YNSKIST Tvær gentur 14 og 15 ár søkja arbeiði aftan á skúlatíð í Havn. Ring tel. 257879 ALT TIMBURARBEIÐI og umvælingararbeiði verður gjørt. Sp/f KJ-Bygging, Tlf. 211828 YMIST FYRIFALLANDI arbeiði verður gjørt av tilkomnum manni, ið er hondverkari. Tlf. 310362 ARBEIÐ YNSKIST 19 ára gomul genta ynskir arbeiði skjótast gjørligt. Helst við børnum ella handilsarbeiði. Tit kunnu ringja Tlf. 316975 ella 252638 ARBEIÐI SØKIST Eg eri 16 ára gomul genta, ið søki arbeiði eftir skúlatíð. Alt hevur áhuga. Tlf. 315137, spyr eftir Sáru Barnaansing ÁLÍTANDI GENTA/KONA søkist at ansa 2 børnum skjótast gjørligt. Ring á tlf. 310431 ella 261435 e. kl. 18 HEY! Manglar tú onkran at passa børn- ini hjá tær, ert tú vælkomin at ringja til mín – eg eri búsitandi í Lamba. Tlf. 260202 VÁGUR: UNG PIGE søges til dansk familie med 3 børn – 6, 5 og 3 år. Løn, kost og logi, godt værelse og gode arbejdsforhold. Tlf. 373023 Barnaútgerð TIL SØLU Tremmusong við madrassu bíliga til sølu. Tlf. 447451 BARNAVOGNUR TIL SØLU Myrkabláur Simo barnavognur við regnslag og fluguneti til sølu fyri kr. 2.500. Bert brúktur til 1 barn. Tlf. 319859 GRÁUR SCANDIA barnakoyristólur til sølu fyri 900,- kr. Tlf. 319897, eftir kl. 18 TVÍBURAVOGNUR YNSKIST Tvíburavognur ynskist til keyps nú ella í apríl/mai. Tel. 321242 eftir kl. 17 SIMO BARNAVOGNUR Bláur Simo barnavognur árg. nov. 2000, við lufthjólum, regnslag, selum og fluguneti. Nýprísur 5.800 kr. til sølu fyri 3.500 kr. Tlf. 222841 TIL SØLU Vælhildin, myrkabláur 1 ára gamal koyristólur við regnslag til sølu. Tlf. 319655 ella 258500 TIL SØLU Marinblá babylyft, baby skrástólur og beriseli, bíliga til sølu. Tlf. 317564 TIL SØLU Scandia barnastólur, gráur, 900 krónur. Puslipúta er við í keypinum. Tlf. 319897, e. kl. 18 TIL SØLU Vælhildin 1 ára gamal BRIO barnavognur og vælhildin BRIO koyristólur til sølu. Tlf 310801/222127 TIL SØLU Óbrúkt IKEA skáp og reol við pusliborði til smábarnakamar, – ongantíð samansett, til sølu fyri 1400 kr. Tlf. 319112 e. kl. 17.00 Bátaútgerð TIL SØLU 6-mannafarið »Jarnbardur« úr Havn, ið var bygdur av Hanusi Jensen 1990, verður lýstur til sølu um nóg høgt boð fæst. Báturin hevur m.a. 6 FM-heiti. Mynd á www.KRF.fo. Møguleiki er eisini at keypa 8-mannafarið »Knørrur«. Hoyr nærri á 310055/250118 ella skriva til jannie_d@hotmail.com YNSKIST TIL KEYPS 10-mannafar ella størri við veiðuloyvi, ynskist til keyps. Tlf. 251492 KAPPRÓÐRARBÁTURIN Lómur, 6 mannafar til sølu. Argja Róðrarfelag, tlf. 214159 ella 219981 TIL SØLU Glastrevjabátur, bygdur í Bø, útgjørdur til línu- og snelluveiðu, við nautiskari útgerð, til sølu um hóskandi boð fæst. Fiskiloyvi. Tlf. 214406 Bingo FRÁ EYDNUNI Gott páskabingo verður sunnudagin 17.3. kl. 16.00. Full pláta 400 kr. Eykaspælið 800 kr. Høvuðsvinningur á lutaseðli 1500 kr. Drigið verður millum spølini. Eydnan GOTT PÁSKABINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 17. mars kl. 16. Á lutaseðli 2 stór, føroysk páskaregg og 3 x 1000 kr. Bingola og eyka spæl. Koyring heim. Kiwanisklubburin Rósan BINGO verður í VB-húsinum tórsdagin 21. mars kl. 16.00. Vágs Bóltfelag BINGO verður í TB-húsinum tórsdagin 14. mars kl. 19.00. Høvuðsvinningur 2x500 kr. Hvørt bingo 300 kr. Páskaegg til rekkju. Eykaspæl verður eisini. Tvøroyrar Bóltfelag KØKUTOMBOLA Í SMS Amnesty International hevur køkutombola á torginum í SMS fríggjadagin 15. mars og leygardagin 16. mars. Tiltakið byrjar kl. 10.00 báðar dagarnar og er opið til handlarnir steingja. Amnesty International GOTT PÁSKA DUNNUSPÆL verður í Ranhøll í Sandvík skírisdag. Nógvir góðir vinningar. Bygdarfelagið á Rananum Bøkur TIL SØLU Ein rúgva av barnabókum bíliga til sølu. Tlf. 317810 ella 217810 Burturm. /funnið FARTELEFON burturmist í Runavík ella Tórshavn – Ericsson T-18 S. Um nakar hevur funnið hana, vinarliga ring 259148 ella 224795 BRILLUR FUNNAR Brillur v/ metall stelli funnar í J. C. Svabosgøtu hóskvøldið 28. febr. Fáast við at ringja Tlf. 317807, e. kl. 17 Býli ÍBÚÐ Í KBH. fult møblerað, stórur altanur, elevator, vaskikjallari o.a. til framleigu í 6-8 mðr. ella eftir avtalu. 4.300 við ljós og hita. Ring og hoyr nærri. Tlf. 373169 ella 250213 PAR við trimum børnum søkir hús ella íbúð í Norðurstreymoynni. Alt hevur áhuga. Vit eru friðarlig og fara væl um. Roykja ikki. Gjalda til tíðina. Tlf. 361644 KAMAR TIL LEIGU til friðarligt fólk, sum fer væl um. Tlf. 228063 ÍBÚÐ YNSKIST Ung, friðarlig genta søkir lítla íbúð í Havn. Tlf. 314687 eftir kl. 18 ÍBÚÐ SØKIST Vit eru eitt ungt par, ið søkja íbúð í høvuðsstaðarøkinum. Bæði hava fast starv, eingi børn, friðarlig, drekka ikki, roykja ikki og fara væl um. Alt hevur áhuga. Vinarliga ring tlf. 260165 og 254741 HUG AT FLYTA til Danmarkar. Ella er tú ofta reisandi ímillum DK og FO og manglar tú tá nakað at búgva í? So havi eg eini eittplans hús tætt við Límfjørðin. Um áhugi er, havi eg eitt stórt verilsi við atgongd til køk og bað, allir hentleikar og fult møblerað. Bert til 100% edrúiligan persón/persónar. Áhugaði skrivið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn Bill. mrk. 1296-4 HÚS YNSKIST til leigu í Suðuroy. Alt hevur áhuga. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 747 EINLIG MAMMA søkir íbúð til rímuligan prís skjótast gjørligt – helst í Havn. Tlf. 257346 HÚS Í NORÐRAGØTU til leigu. Tlf. 441512 TIL LEIGU Raðhús, 180 fermetrar, nær Keypmannahavn (Nivå), til leigu frá 1/8. Standa 2 min. frá Kystbanatokstatiónini, nær innkeypssentur, barnaskúla, dagstovnar, sandstrond og skóg. Sera barnavinarligt umhvørvi við fleiri spæliplássum. Tlf. 311430 Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑ Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑ Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð ❑ Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑ Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt ❑ Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. T.v.s. at lýsing til ley- gardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar. Sent hevur: Navn:……………………………………….. Bústaður:…………………………………… Bygd/býur:…………………………………. Tlf.: ……….... Lýsingartekstur 1 2 3 4 5 »Lýsingartorgið« Box 76 110 Tórshavn Til frímerki Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar: privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð bert ein lutur í hvørjari lýsing hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur: frá fyritøkum og virkjum fleiri enn 40 orð søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr. tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 70,- kr. við MVG hvørja ferð: lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar LÝSINGARTORGIÐ · Tvangsblandarir · Blandimaskinur · Glittemaskinur · Bjálkavibrator · Stavivibrator · Betongslípimaskinur og mangt annað AMBOÐ Søla & útleigan Tel. 315600 - Fax 318008 C M Y K 33 32