mikudagur 11. mai 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
Sosialurin
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 20. mai 2011 kunnu hjúnini Esther og Eivind
Petersen, Oyndarfjørður hátíðarhalda 60 ára brúdleypsdag.
Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17. Tey,
ið vilja gleða okkum við at halda dagin saman við okkum,
verða biðin um at siga frá á tlf. 444529 ella 444501 innan
13. mai.
Silvurbrúdleyp
Fríggjadagin 10. juni halda vit bæði. Sonlis og Tummas
Eli Høj Joensen, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Kelduni í Skalabotni frá kl 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum
við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin
um, at siga frá innan 3. juni á tlf. 749451 ella á telduposti:
tehj@kallnet
Brúdleyp
Leygardagin 11.juni 2011 giftast Malan Ludvig, Tórshavn
og Dávur Brøðraberg, Tórshavn. Vígslan verður í
Vesturkirkjuni kl. 11, og nátturði verður í Sjóndeplinum í
Tórshavn frá kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 251008
(Malan) ella á tlf. 215060 (Dávur) innan 15. mai 2011.
60 ára føðingardagur
16. mai fyllir Jórun Thomsen, Sumba, 60 ár. Dagurin verður
hildin heima leygardagin 21. mai frá kl. 15.
Ferming
Sunnudagin 15. mai verður Bjarki Arge Andreasen, sonur
Karoline Arge Andreasen og Sámuel Andreasen, fermdur
í Taulov kirkju.
Ferming
Sunnudagin 15. mai verður Helena H. Glyvradal, dóttir
Anniku H. og Jákup Glyvradal, fermd í Tersløse kirkju.
Ferming
Sofie Nissen, dóttir Jóndis J. Henriksen av Sandi, verður
fermd í Glumsø kirkju dýra biðidag.
Merkisdagar
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 27. mai hava vit Dora Várlíð og Eivind Fróði
Jacobsen, Sørvágur, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
missiónshúsinum í Sørvági kl: 19:00. Tey ið ynskja at gleðast
saman við okkum henda dagin, verða vinarliga biðin um at
siga frá innan sunnudagin 15. mai á tlf 33 21 33 ella 28 63 69.
Brúdleyp
Leygardagin 14. mai skulu vit giftast. Anja Klæmintsdóttir úr
Norðragøtu og Sam Jacobsen úr Syðrugøtu. Vígslan verður í
Gøtu Kirkju kl. 13.00. Tað verður boði til døgurða og vælkomst
kl. 21.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Pensionistafelagið í Havn
Limirnir hittast í Losjuni
mikukvøldið 11. mai 2011
kl. 19.
Limir úr pensionistafelagnum
í Reykjavík vitja.
Uttanlandsferð í august
2011.
Pensionistafelagið í Havn
skipar fyri úttanlandsferð til
Danland við Bro Strand á Fyn.
Farið verður við Norrönu 21.
august og farið verður heim
aftur úr Hirshals 30. august.
Ferðalagið hevur egnan bus
við.
Kostnaður er 3.690,- krónur
fyri hvønn, og tá er alt uppií
uttan kostur og tað fólk njóta
og keypa á ferðini.
Nøkur pláss eru eftir, og
fólk úr øðrum feløgum eru
vælkomin við.
Luttakarir tekna seg
skjótast gjørligt hjá einum
av nevndarlimunum, telefon
311756, 228138, 210621,
213244 ella 222733.
Nevndin
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
tlf. 316491/286491
Teldupostur: tilhald@
torshavn.fo
Drekka er at fáa hvønn dag,
eins og bløðini eru til taks
Túrur:
Mikudagin 18. mai kl. 8.30
verður farið úr Havn til Suð-
uroyar. Við bussi til Sumbiar,
frásøgumaður verður Eli
Poulsen. Døgurði í Øravíka.
Áðrenn farið verður til Sand-
víkar. Av Tvøroyri kl. 18.30.
Hittast umborð á Smyrli
kl. 8.30. Flóvin Jacobsen
og harmonikan verða við á
túrinum.
Tilmelding: 316491.
Kostnaður 380,- (íroknað
ferðing, bussur, døgurði
og frásøgufólk). Gjaldast í
seinasta lagi mánadagin 16.
mai.
Mikudagur 11. mai
09.00 - 16.00 Motiónsrúmið
opið
09.30 Fimleikur menn, Dánjal
Húsgarð
13.00 Bindiklubbur
15.00 Túrur
Hósdagur 12. mai
09.00 - 16.00 Motiónsrúmið
er opið
10.00Fimleikur kvinnur, Grete
Ellingsgaard
14.00 - 16.00 Prát
Fríggjadagur 13. mai
09.00- 16.00 Motiónsrúmið
er opið
09.30 Fimleikur menn, Dánjal
Húsgarð
14.00 - 16.00 Prát
Frá 1. mai verður Tilhaldið
opið frá 09.00 – 16.00
BERIN
Til børn og ung, ið hava mist
foreldur ella systkin. Vit byrja
nýggjar bólkar í Beranum í
februar. Áhuga eru vælkomin
at ringja til á tlf. 222993
ella maila til info@berin.fo.
www.berin.fo
Føroyskt Bretskt Felag
haft aðalfund
Hesi eru í nevndini:
Knút Gray nyvaldur, Fanny
Joensen, Merry Southerland
Stenberg, Eyrith Guttesen
Leyni og Anna Katrina Viderø.
Nevndin skipaði seg við Knút
Gray sum formanni.
Pensionistafelagið í Havn
Tlf. 222733
finnurj@post.olivant.fo
Limirnir hittast í Losjuni.
Mikudagin 30. mars kl. 18
hevur felagið bingo í Losjuni.
Samuelskirkjuni
Tað er guðstænastur:
15. mei kl. 14 - 5. juni kl. 14
19. juni kl. 14.
Á Hvítusunnu byrjar
summartíðin á
Listasavninum
Listasavnið á Sandi er opið
hvønn sunnudag kl. 14-16,
men vert er at hugsa um, at
skúlaflokkar, virki og onnur
sum koma í Sandoynna hava
høvi at vitja Listasavnið
á Sandi eftir avtalu á tlf.
211924 ella 361617.
Vinaliga ringið í góðari tíð, so
vit finna ta tíðina, sum passar
tykkum og savninum best.
Á Hvítusunnu byrjar
summartíðin á Listasavninum.
Tá er opið allar dagar uttan
mánadagar kl.14-16.
Atgongugjaldið er kr.50
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
hevur opið mánadag og
mikudag frá kl. 13 til
17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Calarasi Missiónin
Hjálp okkum at geva svongum
børnum í Romenien eina heita
máltíð um dagin. Konto í
Eik: 9181 4252669
Bank Nordic: 6460 1618549
Takk fyri tín stuðul.
Frítíðarfelagið Antares
Áhugafelag hvørs endamál
er at skapa samanhald og
røkja áhugamál hjá teimum
føroyingum, sum starvast í
altjóða farma- og frálanda-
vinnu. Vitja heimasíðu okkara
á www.antares.fo ella send
ein teldupost til antares.
njordur@gmail.com, fyri at
fáa meira at vita um felagið.
Tiltøk