mikudagur 11. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
2
Sosialurin
kappingin
Summar
Vindmyllur, elbilar og biomassi er
ikki bert tað, ið Danmark er vorðið
kent fyri á umhvørvisøkinum tey
seinnu árini.
Í oktober mánaði í fjør fekk
Crowne Plaza Hotell heiðurin
EcoTourism Award, og er hetta
enn eitt tekin um, at Danmark
fram vegis er frammarlaga, tá tað
ræður um grøna orku og grønan
hugsunar hátt.
Tað var ein einmælt nevnd, ið
vísti á hetta hotellið sum eitt hotell,
ið gevur umhvørvinum ans og sum
eitt fyridømi fyri onnur hotell.
– Tað er hørð kapping um ta
viður kenningina, sum liggur í
EcoTourism-heiðurslønini, og hetta
er eisini fyrstu ferð, at hesin heið-
urin endar í Danmark, sigur stjórin
á Crowne Plaza Hotell, Allan L.
Ager holm.
Hann vísir á, at tá tað eydnaðist
hansara hotelli at vinna henda
heiðurin, so er orsøkin hon, at tey
hugsa grønt allastaðni – frá smá-
lutunum til teir størru lutirnar.
– At vit eisini fáa gestir okkara
at hugsa umhvørvisvinarligt ger,
at okkara grøna grundarlag, røkk-
ur longur enn bert til sjálva upp-
livingina á hotellinum, sigur hann.
Súkkla streym
At Crowne Plaza Hotell fekk henda
heiðurin kom ikki eftir einari nátt.
Frammanundan er eitt stórt arbeiði
gjørt fyri at koma so langt.
Skipað er soleiðis fyri, at streym-
urin kemur frá fasaduni, her ein
finnur størsta sólkyknu-anleggið í
Norðureuropa. Grundvatnið verður
brúkt til at køla og hita airconditon-
anleggið á hotellinum.
Umframt hetta koyra sjónvarpini
og lampurnar við lágorku, og mat-
stovan brúkar ta nýggjastu lág orku-
tøknina og bert lokalar rá vørur.
Tað serstaka við hotellinum
er eisini, at tey hava megnað at
fáa gestirnar til at geva sítt íkast
til umhvørvið, við at súkkla eina
løtu á teimum streymframleiðandi
súkklunum á hotellinum.
Her er skipanin hon, at allir
geistir sum framleiða 10 watt-tímar,
kunnu njóta eina ókeypis máltíð í
norðurlendsku matstovuni á hotell-
inum.
Tað var ikki hissini heiður, ið var Crowne Plaza Hotelli í Keypmannahavn fyri, tá tey á
heysti í fjør fingu heiðurin ”The World's greenest hotel”. - Orsøkin til hetta er uttan iva
hon, at vit hugsa grønt í hvørjum smáluti, sigur stjórin Allan L. Agerholm.
Heimsins grønasta hotell
Golf-pakki
Hjá teimum ið elska at spæla golf, er Crowne Plaza Hotell
eitt gott stað at búgva í.
Hotellið er einasta golf-resort í Keypmannahavn, og er
bæði partnari og granni hjá einum av bestu golfvøllunum í
Norðurlondum – Royal Golf Championship Course. Her ber
til at fáa eina serstaka uppliving mitt í einum stórbýi, og
her fáa gestirnir eisini eina VIP-tænastu bæði á vøllinum
og uttanfyri vøllinum.
Hotellið bjóðar eisini ein serstakan golf-pakka við vølli,
koyring, VIP-atgongd til members lounge og skiftirúm við
spa og relax-fasilitetum.
Sambært heimasíðu teirra – www.cpcopenhagen.dk hava
tey eitt tilboð uppá 875 kr. fyri hvønn um náttina í deluxe
dupultkamari, morgunmati, greenfee fyri ein persón,
umframt parkering í parkeringskjallara teirra.
Fundast og fá
ein IPad
Umframt at vera eitt framúr hotell við øllum hentleikum,
hevur Crowne Plaza eisini eitt ótrúligt tilboð til gestir
sínar: Møguleikan at fáa eina Apple IPad 2 sum gávu.
Treytin fyri hesum er, at ein heldur fundir ella ráðstevnur
sínar á hotellinum til eitt virði av 99.000 krónum. Tað
vil so aftur siga, at ein fær bæði góðar umstøður og
hentleikar á hotellinum, og so fær ein samstundis ein Ipad
við 16 GB minni, WI-FI og 3G.
Ein onnur treyt í so máta er, at fundirnir verða hildnir
áðrenn 31. desember í ár.
MITT Í
Crowne Plaza Hotell liggur mitt
í Keypmannahavn, við stuttari
frástøðu til alt tað sum danski
høvuðsstaðurin hevur at bjóða
Telefon 31 15 15
429
399
659
499
Sosialurin 341800