fríggjadagur 13. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55
Sosialurin
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Roynir at framleiða ein
nýggjan sannleika
Umaftur og umaftur sig ur
Høgni Hoydal, at full semja
var
um
stjórnar skipanar
upp skotið fyri einum ári síð
ani. Hetta sigur hann í løg
tinginum og hetta sigur hann
í fjølmiðlunum, hóast hann
fullvæl veit, at veruleikin er
ein annar.
Skrivaði sjálvur undir
Nevndin, sum fyri einum ári
síðani legði uppskot fyri ting
ið um stjórnarskipan, hevði
til uppgávu at gera EITT upp
skot, sum síðani skuldi fáa
van liga tingviðgerð, áðrenn
tað fór til fólkaatkvøðu. Boðini
vóru, at tað bar ikki til at gera
minnilutaálit. Vit skuldu finna
semju um EINA orðing. Men
vit vistu allir í nevndini (eisini
Høgni Hoydal), at vit vóru
ikki samdir um alt. Tí varð
skrivað í viðmerkingunum
til uppskotið: ”Hóast nevndin
leggur eitt felags uppskot
fram, eru nevndarlimir, sum
í ting viðgerðini vilja gera vart
við serstøðu í ávísum grein
um.”
Ein av teimum sum skrivaði
undir uppskotið (og tískil eis
ini hesa orðingina) var Høgni
Hoydal.
Undir viðgerðini av upp
skotinum, fyri einum ári síð
ani, nevndi eg millum annað,
at tað fór av verða neyðugt at
skriva inn í lógina, hvar hon
skuldi standa í mun til aðrar
lógir, og at tað eisini fór at
verða neyðugt at definera,
hvar vit stóðu sum samfelag
(í mun til ríkisfelagsskapin).
Hetta var alt greitt longu fyri
einum ári síðani.
Hevur brúk fyri lygnini
Høgni Hoydal kann tíverri
ikki brúka henda veruleikan
til nakað. Hann hevur brúk
fyri at kunna siga, at meiri
lutin í nevndini er boygn aður
fyri trýsti úr Danmark. Og
hetta er tað, sum nú verður
endurtikið og endurtikið.
Eg royndi at gera vart
við hetta, tá stjórnar skipan
ar uppskotið varð til 2. við
gerð, mánadagin, men tað
var sum at sletta vatn á
gás, og nú hoyra vit somu
ósonnu søguna umaftur í
Útvarpinum.
Nei tað er hvørki ríkis
fund urin í Skagen, Føroya
vitjanin hjá Løkke, ella eitt
notat frá danska løg mála ráð
harranum, sum hevur flutt
stjórnarskipanarnevndina.
Vit vistu longu fyri einum
ári síðani, hvørjar orðingar
máttu broytast.
Jákup Mikkelsen vil
sleppa at slaka
Ein av teimum, sum á ting
fundinum, mánadagin, vildi
hava málið aftur í nevnd, var
Jákup Mikkelsen. Hann segði
henda dagin í tinginum, at
Sambandsflokkurin
hevði
slak að mest undir nevndar
viðgerðini. Um hann veruliga
meinar tað, so gangi eg út
frá, at hann eisini heldur, at
túrurin nú er komin til onkran
annan at slaka, nú hann sigur
seg vilja sleppa at ”mýkja
støðuna”. Og sjálvandi – er
tað tað hann vil, so skal hann
vera vælkomin at slaka meira.
Men mín støða er framvegis
tann sama, sum hon var fyri
einum ári síðani, tá nevndin
var samd um nógv, men ikki
alt.
Kjak
Halla Samuelsen
býráðslimur og forkvinna í
sosialu nevnd Tórshavnar býráðs
Sosiala nevnd
kunnar seg
um nýggja
Barna tann
læknastovu og
um eldraíbúðir
Nú má Høgni Hoydal halda uppat við at lúgva
um Stjórnarskipanaruppskotið
Eitt av málunum, sum
sosiala nevnd í løtuni ar
beiðir við, er at betra mun
andi um umstøðurnar hjá
Barna tann læknastovuni.
Sosiala nevnd samtykti
tann 1. desember 2009
at taka undir við tilmæli
um, at kommunala barna
tannrøktin framyvir skal
skipast sum sentralklinikk,
har eisini serviðgerðir –
ella sonevnda ortodontiin,
verður beinleiðis partur
av stovninum og í hølum,
sum eru gjørd og hóska til
endamálið.
Tað er eingin loyna, at
barnatannrøktin
hevur
trong ligar
umstøður
í
Tórs gøtu. Har er kringlut
og lítið pláss, tá børn ofta
saman við foreldrum skulu
til tannlækna. Barna tann
røktin hevur børn í aldri
num 0 til 16 ár, og umleið
5.000 børn eru knýtt at tí
kommunalu tannrøktini.
Síðani 2002 hevur komm
unan havt avtalu við privat
virki um ortodontiina, ið
er lógarkravd kommunal
tænasta. Tað eru umleið 900
børn, sum hvørt ár eru knýtt
at
sertannlæknastovuni,
men ætlanin er, at Barna
tann læknastovan
fram
yvir sjálv skal standa fyri
hesum partinum av barna
tannrøktini.
Í hesum sambandi er
eisini ætlanin, at byggj ast
skal
nýggj
Barnatann
læknastova sum sentral
klinikk, ið framyvir skal
verða karmur um allar tær
kommunalu
barna tann
røktartænasturnar.
Nýggir eldrabústaðar
møguleikar
Annað
mál,
ið
sosiala
nevnd í sínum arbeiði rað
festir sera høgt, er at fáa
til vega nýggjar bústaðar
møguleikar til eldri.
Samstundis sum býráðið
tók endaliga avgerð um at
byggja Boðanesheimið við
64 røktarheimsbúplássum,
avgjørdi sosiala nevnd at
seta í gongd arbeiði at út
vega fleiri eldrabústaðir,
sum serliga eru ætlaðir
til tann stóra bólkin av
eftirløntum, ið ikki hevur
tørv á røktarheimsplássi,
men á einum hóskandi
eldra bústaði – eitt nú íbúð
á einum eldradepli við
atknýttum starvsfólki til
lætta røkt, ítriv v.m.
Sum liður í fyrireikingini
av hesum báðum málum,
fer sosiala nevnd í næstu
viku á kunningarferð.
Týsdagin verður vitj að
í ávikavist Aalborg komm
unu
og
Frederikshavn
komm unu, har nevndin
fær kunning um teirra
barna tannrøktarskipan og
sentral klinnikk. Mikudagin
verður
vitjað
í
Viborg
komm unu
og
Billund
komm unu, har evnið er
kommu nala
eldrarøktin
sum heild, men við serligum
denti á eldra íbúðum, fígg
ing, visitatións skipan og
atknýtt um tænastum v.m.
SU á fundi við MBF
Umstøðurnar hjá teimum, ið
bera brek í Føroyum, er eitt
evni, ið SU raðfestir høgt og
ynskir at arbeiða fyri. Fyri
at fáa innlit í, hvussu støðan
er, og hvussu hesin bólkur
hevur tað í Føroyum, var SU í
gjár á fundi við forkvinnuna
og dagliga leiðaran í MBF.
MBF talar sak teirra brek
aðu, ið er ein sera breiður
skari av fólki. T.v.s. fólk. ið eru
fjøllbrekað, førleika skerd,
fólk við menningartarni, lesi
og skriviveik o.s.fr. Hóast
ymisku brekini hava allir
bólkar í MBF tað til felags, at
tey til ein og hvørja tíð mugu
berjast fyri rættindum, ið
eru ein sjálvfylgja fyri flest
onnur.
Á fundinum við MBF
fingu vit millum annað at
vita; at tað í fjør søktu um
leið 70 fólk, ið vóru lesi og
skriviveik, inn á Dugna við
Áir. Forkvinnan í MBF veit
at siga, at okkurt um helvtin
at hesum vóru ung, og at
hesi 70 væntandi bara er
toppurin á ísfjallinum – tey,
ið tora at biðja um hjálp.
Hon legði afturat, at ung
við breki so gott sum einki
út búgvingartilboð hava í
Føroyum, tá tey koma úr
fólka skúlanum; at vit fram
vegis hava skúlar og stovn
ar, ið ikki eru atkomi ligir hjá
fólki, ið eru rørslu tarnað; at
tað eru 70 fólk við menn ingar
tarni, ið vanta bústað; at tað
er sera trupult hjá teimum, ið
fáa fyrtíðarpensjón og tí eru
í láglønarbólkinum, at fáa ein
virðiligan bústað, tí tey ikki
kunnu fáa serligar bústaðir
og lán.
Eftir fundin við MBF, eru
vit í SU vorðin enn meira
sannførd um, at vit eiga
at fáa hagtøl í Føroyum, ið
geva okkum eina greiðari
fat an av, hvussu nógv ung
við breki ikki hava nakað út
búgvingar ella skúlatilboð.
Hvussu nógv fólk eru, ið ikki
hava møguleika fyri at fáa
ein bústað. Hvør er tørvurin
hjá teimum 70, ið standa
á bíðilisti til bústovn og
sambýli runt um í landinum.
Men mest av øllum eiga vit
at spyrja, nær og hvussu fara
vit undir at byggja bústaðir
til tey mongu, ið ikki hava
møguleika fyri at spæla við á
sethúsamarknaðinum í Før
oyum, og hvussu skal hetta
skipast og fíggjast?
Nakað av tí, ið kom fram
á fundinum, vistu vit áðr
enn, ella høvdu varhugan
av. Kortini var tað okkurt,
ið veruliga fekk okkum at
steðga á og spyrja: Hvat er
tað, ið vit lata ganga í okkara
vælferðarsamfelag, ið EIGUR
at vera fyri øll?
Sum útgangsstøði er fólka
skúlin, fyri øll. Vit í SU meina,
at eisini samfelagið eigur
at vera fyri øll. Tað eigur at
vera ein mannarættur, at
hava okkurt at fara til og ikki
minst at hava ein bústað.
Vit í SU meina, at vit í
fyrsta umfari eiga at seta
pening av til at gera eina
kanning á økinum. Út frá
henni eiga vit at orða visjón
”Samfelagið fyri øll”
SU