Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Fimti dysturin í sjeynda lands­ kapp ingarumfari var við Løkin í gjárkvøldið, har NSÍ tók ímóti ÍF. Meðan runavíkingar rættiliga væl hava hildið tørn og eru bara eitt stig frá oddasessinum, hevur byrj anin hjá fuglfirðingum verið meira svingandi við eitt nú trimum taptum dystum. Sum so broytti dysturin í gjár­ kvøldið heldur ikki tað stóra, tí hann endaði við javnleiki. Fyrst endaði eitt skjótálop stutt fyri hálvleik við, at Chris Muomaife kundi leggja ÍF á odda, men ikki so langt inn í seinna hálvleik syrgdi Jens Joensen við einum skallara fyri, at javnvág kom í roknskapin. Dysturin í Runavík var ikki serliga væl spældur, men fleiri mál møgu leikar vóru, so saktans kundu komið fleiri mál. Í fyrra hálv leiki stóð ÍF fyri tí allarmesta og hin vegin hevði NSÍ munin eftir steðgin. Javnleikurin merkti, at NSÍ ikki fekk tikið oddasessin frá B36 og at ÍF framvegis ikki hevur fingið ordiliga gongd á. Í evstu løtu Hinir fýra dystirnir í sjeynda um­ fari vóru allir mikukvøldið, tá tað mest óvæntaða mundi vera, at B68 fekk komið væl afturíaftur í heima­ dystinum ímóti oddaliðnum, B36, og enntá fekk bjargað sær eitt stig. Her gekk alt eftir ætlan hjá B36, sum longu í fjórða minutti kom á odda og beint fyri steðgin økti til 2­0. Men í seinna hálvleiki megnaði B68 at skora tvær ferðir. Fyrra málið kom eftir brotsspark og tað seinna eftir beinleiðis fríspark. Seinna málið kom, tá 89 minuttir vóru spældir, so tað var í evstu løtu, at B68 fekk tikið B36 aftur. Í Gundadali tók HB ímóti Víkingi, sum má sigast at hava gott taka á havnarfeløgunum. Í øðrum umfari fekk Víkingur javnleik ímóti B36 og mikukvøldið eydnaðist at vinna 2­1 á HB. Víkingur var á odda 2­0, áðrenn HB raknaði við og byrjaði at trýsta, uttan tó at koma til nóg stórar møguleikar, og tí rakk tað heldur ikki til meira enn tað eina málið. Vágamenn reistust Eftir eyðmýkjandi 9­0 tapið í Runa­ vík, vildu vágamenn fegnir reisast aftur, nú teir høvdu vitjan av B71. Sigast má, at tað eydnaðist eisini, tí 07 Vestur hevði munin í dystinum og vann ein uppibornarn 2­1 sigur, ið tó ikki rakk til at lyfta liðið upp um niðurflytingarstrikuna, har 07 Vestur bara hevur B71 niðan fyri seg. Við Margáir møttust tey bæði liðini, sum at byrja við sóu út til at standa seg allarbest, EB/Streym ur og KÍ. Síðani byrjanina er stígur komin í hjá báðum, men miku­ kvøldið vísti EB/Streymur seg at koma aftur á slóðina og vinna 2­0, með an dysturin gjørdist tann fjórði á rað hjá KÍ uttan sigur. hilmarjan@sosialurin.fo Framvegis tøtt kapping Fótbóltur Bara tvey stig eru millum fýra tey fremstu í Vodafonedeildini og bara fimm stig eru frá nummar eitt til seks NSÍ tók ikki av møguleikanum at leggja seg á odda í Vodafonedeildini, tá ÍF vitjaði í Runavík Mynd: Álvur Haraldsen Clayton Soares gjørdi tvey av málunum móti fyrrverandi liðfeløgunum, í botnuppgerðini millum 07 Vestur og B71 Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Higartil hevur gingið sum fótur í hosu hjá B36, ið enn ikki hevur tapt í landskappingini, men eigur oddasessin eftir mest støðugu avrikini av øllum. Sunnudagin skal B36­liðið so veruliga roynast í elddópi, tí hesa ferð kemur mótstøðan frá grannunum í HB, sum av álvara munnu svongjast eftir betri úrslitum. Higartil hevur einki bent á, at HB skal gerast seg galdandi í kappingini um FM. B71 hevur fingið ringastu byrj­ anina av øllum, tí bara í einum av teimum sjey dystunum higartil eru stig komin burturúr. Hesa ferð skal B71 á nýggja heimavøllinum taka ímóti NSÍ, sum hinvegin hevur havt eina góða byrjan og liggur og andar B36 í nakkan. KÍ byrjaði kappingina sera væl og var oddalið at byrja við, men síðstu tríggir dystirnir eru taptir, so óivað vilja klaksvíkingar hava stig aftur. Víkingur, ið vitjar í Klaksvík, hevur hinvegin staðið seg væl og er bara eittans stigið frá oddasessinum, ið teir ljósabláu ætla sær eftir. Teir báðir síðstu dystirnir í átt­ anda umfari kunnu síggjast sum aðalroyndir undan hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, tí í øðrum teirra spæla B68 og EB/ Streymur og í hinum ÍF og 07 Vestur. B68 hevur enn bara fingið fimm stig burtur úr sínum sjey dystum, men sær út til at hava neyðugu dygdirnar til at standa seg betur enn so, meðan EB/Streymur hinvegin hevur fingið væl meira burturúr, hóast tað heldur ikki hevur gingist heilt eftir ætlan í landskappingini. Mánakvøldið er tað so ÍF, ið tek­ ur ímóti 07 Vestur. Enn eina ferð er talan um heimadyst, har ÍF er favorittur, samstundis sum 07 Vestur neyvan hevur hug at leggja rygg til eitt ovurstórt útitap aftrat. hilmarjan@sosialurin.fo Stóra slagið um Havnina Fótbóltur B36, sum enn ikki hevur tapt í lands kapp­ ingini, tekur sunnu­ dagin ímóti grann­ unum í HB, sum enn ikki hava fingið víst, at liðið maktar eina FM­endurtøku Dysturin, ið mong eygu eru vend ímóti sunnudagin, er óivað tann í Gundadali, tá B36 tekur ímóti HB. Hesa ferð tekur B36 ímóti sum oddalið, meðan HB liggur á sætta plássi Mynd: Álvur Haraldsen