Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 Sosialurin s o z o p r e p r e s s Landsapotekarin er ovasti leiðari fyri apoteksverkið og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgd- ina av virkseminum. Uppgávurnar eru í høvuðsheitunum hesar: · ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arb- eiðsuppgávunum í apoteksverkinum · ábyrgd fyri støðugari menning í apoteksverkinum soleiðis at apoteks- verkið á heilivágsøkinum livir upp til nútíðarkrøv. · ábyrgd fyri gerð av uppskoti til fíggjarætlan fyri stovnin. · ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verður hildin. · ábyrgd fyri at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluni í føroyska samfe- lagnum eru tøk. · ábyrgd at røkja nærri útgreiðnaðar myndugleikauppgávur og ráðgeva Heilsumálaráðnum um heilivág í síni heild, Eftirlit við at lóggávan viðvíkj- andi apoteksverkinum v.m. verður hildin dagførd. · ábyrgd av samstarvi um heilivágs- viðurskifti við útlendskar stovnar og myndugleikar. Landsapotekarin skal hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella samsvarandi prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Harumframt verður kravt, at viðkomandi í starvi hevur víst seg skikkaðan at reka apotek. Tann rætti umsøkjarin skal harumframt hava: · áhuga og vitan um heilsuverkið í síni heild · góð leiðslu- og samstarvsevni · ein mennandi leiðslustíl · evni at seta í verk fyriskipanir · vitan um fíggjarstýring og heilsubúskap · góð samskiftisevni í skrift/talu Setanarøkið er Apoteksverkið og Heilsumálaráðið við undirliggjandi stovnum. Viðkomandi, ið settur verð- ur, skal kunna tola broytingar í starv- inum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Pharma Danmark. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Poul Geert Hansen, aðalstjóra, á t-posti: poul.geert. hansen@hmr.fo ella tel 30 40 50. Umsókn við CV og avriti av neyð- ugum skjølum skal sendast til: Heilsumálaráðið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2, 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 30. mei 2011 kl. 12. Starvið sum landsapotekari verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2011 ella eftir nærri avtalu. Um starvið lands apotekari Førleikakrøv Lønar & setanartreytir Umsókn Heilsumálaráðið Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn, tel 30 40 50, fax 30 40 25, hmr@hmr.fo, www.hmr.fo