fríggjadagur 13. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 55 · 13. mai 2011
14
VIKUSKIFTI
NorðurloNd
væl umboðað
í fiNaluNi
LeygarkvøLdið sessast umleið 120 miLLiónir hyggjarar framman
fyri skíggjanum, tá ið eurovision song Contest - eisini kallað grand
Prix - verður sent. hesaferð er kappingin í düsseLdorf í týsklandi, og
norðurLond eru umboðað við ísLandi, finnlandi, danmark og svøríki.
Eurovision
inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Tvær undankappingar hava longu
verið, og 20 av teimum 38 londunum,
ið kappast um at koma til finaluna,
hava fingið sítt atgongumerki. Eitt
av teimum, ið ikki eydnaðist at koma
víðari, var Norra. Stella Mwangi
umboðaði Norra við sanginum
"Haba Haba" og tað var fyrstu ferð at
afrikanska málið swahili var í Grand
Prix - men tíanverri vóru atkvøðurnar
ov fáar til, at hon slapp víðari.
Hetta hevur eisini við sær, at
Norra ikki sleppur at atkvøða leygar-
kvøldið.
Ein trupulleiki við Grand Prix er,
at grannalond atkvøða uppá hvønn-
annan - hetta hevur man roynt at
bast í ár við at bara lond, ið luttaka
í undankappingunum og finaluni,
sleppa at atkvøða.
"The big five" - Spania, Ongland,
Italia, Frakland og verturin Týskland
sleppa víðari uttan undankapping.
Máttu broyta sangin
Danski sangurin "New Tomorrow" er
broyttur nakað til finaluna, tí fleiri
lond hava kritiserað hann fyri at vera
eitt kopi av øðrum løgum. Millum
annað líkist hann nógv sanginum
"Sing for me" hjá Andreas Johnsson
og "Shine" hjá Take That.
Bólkurin hevur gjørt hesa við-
merkingina til kritikkin:
– Sangurin inniheldur bara fimm
tónar og tí minnir hann sjálvsagt um
aðrar sangir, fólk hava hoyrt.
Teir flestu sangirnir í ár eru róligir.
Eingi trøll sum "Lordi" úr Finnlandi
ella robotar úr Azerbadjan eru at finna.
Sindur keðiligt kanska, men hetta er
ikki óvanligt, tá vinnarasangurin árið
fyri var friðarligur.
Favorittarnir
19 ára gamla Lena, ið vann fyri
Týskland í fjør skal aftur luttaka í
ár. Hon sang allar sangirnar í týsku
undankappingini og luttekur við
sanginum "Taken by a stranger".
Hetta er triðju ferð Týskland er
vertur fyri kappingini, men fyrstu
ferð sum samanlagt Týskland - í 1957
og 1983 var tað Vesturtýskland.
Tey lond, ið eru høgt á listunum hjá
veddingarfyritøkunum eru Frakland,
Azerbadjan, Ungarn og Bretland. Men
vit vóna sjálvandi, at sigurin fer til
okkurt av teimum norðurlendsku
londunum.
Lena vann Eurovision Songcontest í fjør við sanginum
»Love«. Hon umboðar Týskland aftur í ár
EurovisioN
38 lond hava kappast í
tveimum undankappingum
týskvøldið og hóskvøldið
um at koma til finaluna
leygarkvøldið. 20 av teimum
hava fingið pláss plus tey
fýra stóru londini, Týskland,
Ongland, Frakland og Spania,
ið eru tryggjað pláss, tí tey
gjalda mest til kappingina!