Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 10 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Hon er ung, hon er vøkur, og henni dámar nýggjar avbjóðingar hvønn dag. Í meiri enn 10 ár hevur hon verið knýtt at trygdarfelagnum Ansni, og tað mesta av trimum árum hevur hon eisini verið knýtt at Fuglafjarðar Sløkkiliði. – Í løtuni eri eg einasta kvinna í Fuglafjarðar Sløkkiliði, men eitt skifti vóru vit tvær. Hin, Gvøðbjørg Abrahamsen, er flutt úr kommununi, og er tí ikki longur partur av sløkkiliðnum. Inga Eyðunsdóttir, sum er fødd í 1981, er ættað úr Saltangará. Hon býr ikki í Fuglafjarðar kommunu, men í Norðragøtu í Eysturkommunu, har hon er gift havnarmanninum, Jon Johnsson. – Vit búgva so mikið nær kommunu­ markinum til Fuglafjarðar kommunu, at tíðin til tilkalling er innan fyri neyðugu karmarnar. Inga er fødd Joensen, er dóttir Eyðun og Helen. Eyðun er kendur sum maðurin, ið hevur átt og rikið Radiobúðina í Saltangará í mong ár. – Mítt eftirnavn er Eyðunsdóttir eftir pápa mínum, og maður mín hevur eftir­ navnið eftir pápa sínum, sigur hon. Ymiskar uppgávur Inga arbeiðir sum deildarleiðari á tænastudeplinum og í Eysturoyar økinum hjá Ansni. – Fyri tað mesta eri eg á skrivstovuni í Havn, men í einum slíkum starvi er eisini neyðugt at vera fleksibul. Eg eri ikki fast á tímatalvuni til ymisku ruturnar, sum vit koyra, men stendur á, eri eg eisini tøk til hesar uppgávur. Hon leggur aftrat, at Ansni sum trygdar­ felag hevur til endamáls – saman við viðskiftafólki sínum – at betra um trygdina. – Hetta gera vit við at seta saman trygdarloysnir, ið hóska til einstøku við­ skiftafólkini. Við góðum og væl upplærdum trygdarfólki og tøkningum leggja vit stóran dent á at veita okkara viðskiftafólkum bestu trygd og tænastu, sigur Inga. Hon leggur aftrat, at tøkniligi parturin hjá Ansni bjóðar ráðgeving, sølu/ leigu og uppsetan av ymiskum tænastum innan trygdarøki. – Talan er soleiðis um eitt nú ávaringar­ skipanir, vakmyndatól umframt aðrar tøkniligar trygdarloysnir, sigur hon. Sløkkiliðsfólk Inga Eyðunsdóttir var partur av Fuglafjarðar Sløkkiliði á oljubryggjuni hjá Runavíkar havn, tá tveir menn seinnapartin týs­ dagin vórðu settir umborð á Athenu at sløkkja eld og køla skipið niður. – Vit vóru fimm fólk hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði, sum komu út at taka hond í við Skálafjarðar Sløkkiliði. Okkara sløkkilið hevur góða útgerð, og við okkum høvdu vit eitt nú stiðjabil, sum tørvur var á til hesa uppgávu. Vit høvdu eisini sproytu, bjargingarbil og tangabil. Meðan Sosialurin fylgdi arbeiðnum á oljubryggjuni og var til steðgar, tá tveir menn vórðu settir umborð á Athenu, skipaði Inga fyri skúmblandingini. – Nei, eg var ikki óttafull, tá menn fóru umborð. Undir slíkum umstøðum skal alt gerast við fyrivarni og fyriliti, og eg taki uppgávurnar, sum tær koma. Tá tú ert partur av einum sløkkiliði, er hetta eitt arbeiði, sum skal gerast. Inga hevur fyrireikað seg væl sum sløkkiliðsfólk. – Eg havi tikið øll skeið, sum kunnu takast. Havi soleiðis tikið eitt nú royk­ kavara skeið, skeið í neyðviðgerð og skeið í at klippa bilar eftir ferðsluvanlukkur. Hon er eisini kavari, og hon undirvísir eisini í kaving á Kavarasskúlanum. – Sum eg nevndi, eigur Fuglafjarðar Sløkkilið nógva útgerð, men tað er eisini ógvuliga umráðandi, at fólkið hevur neyvan kunnleika og er ført fyri at brúka útgerðina. Inga sigur, at samanhaldið millum sløkkiliðsfólk er sera gott, og hon trívist væl í hesum umhvørvi, tó at hetta ikki er eitt arbeiði, sum nógv konufólk luttaka í. – Vit eru saman av og á og halda soleiðis venjingina við líka, og sum sløkkiliðsfólk er neyðugt at vera væl fyri likamliga, tí tú veitst jú ongantíð, nær tú stendur yvirfyri likamliga krevjandi uppgávum. Spennandi og mennandi Inga Eyðundóttir dámar sera væl at arbeiða hjá Ansni, og henni dámar eisini ógvuliga væl at vera knýtt at Fuglafjarðar Sløkkiliði. – Hetta eru í báðum førum spennandi og mennandi arbeiði, og hvørt dagur hevur sínar ókendu avbjóðingar. Hetta eru upp­ gávur sum gera, at tú ert motiverað og heldur teg í góðum likamligum formi. Sum sløkkiliðsfólk noyðist tú at stóla lívið upp á hvønn annan, sum Inga Eyðunsdóttir tekur til. lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Lívið í hondunum hjá hvørjum øðrum Inga EyðunsdóttIr var partur av FuglaFjarðar sløkkIlIðI á oljubryggjuni hjá runavíkar havn, tá tveir menn sEInnapartIn týsdagin vórðu settir umborð á athEnu at sløkkja Eld og køla skipið niður. hon er annars í Føstum starvI hjá ansnI, har hon er dEIldarlEIðarI á tænastudeplinum hjá trygdarfElagnum mynd: JENS KRISTIAN VANG Inga Eyðunsdóttir skipaði fyri skúmblandingini, tá tveir menn vórðu settir umborð á Athenu seinnapartin týsdagin Fakta: Navn: Inga Eyðunsdóttir Starv: Deildarleiðari og sløkkiliðsfólk Besta við starvinum: At tú ikki veitst, hvat dagurin hevur at bjóða Ringasta við starvinum: Tungt at koma upp á morgni Starvsfólk: (Ansni) Sløk 30 Stjóri: Helgi Justinussen