Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 55 · 13. mai 2011 21 VIKUSKIFTI tí hvør hevði nóg stórt trúvirði til tess? Sjálvur hevði hann havt eittans svar upp á tann spurningin – Guttormur í Múla. Tá rungaði láturin í Norður­ landa húsinum. Sjúrður Rasmussen vísti skemtandi á, at Guttormur í Múla var lágvaksin, men sterkur, vitandi, ikki sørur í gandi, lógkønur og hevði stóra virðing mill um manna. Haraftrat setti ongin spurnar­ tekn við tað, ið maðurin segði. Helst mátti ein umboðsmaður hava allar hesar dygdir, og tað bar neyvan til, hevði hann hildið. Ráðini hjá Sjúrði Rasmussen vóru tí upprunaliga, at lands stýrismálanevndin varð styrkt við einum løgfrøðiligum sekreteriati, og at borgarar fingu betri møguleikar at fáa fría rættargongd. Hann mintist eisini, at áhugin fyri umboðsmanninum var lítil, áðrenn stovnurin kom. »Fólksligi áhugin fyri umboðs­ mans stovninum tóktist at vera sera lítil í 90'unum. Eg minnist, at Fróð­ skapar setur Føroya hevði boðið til al­ mennan fyrilestur, har danski, norski og íslendski umboðsmaðurin vóru við. Sjálvur møtti eg upp at lurta. Um­ framt teir almennu fylgisneytarnar við umboðsmonnunum vóru vit tríggir áhoyrarar,« segði Sjúrður Rasmussen, og enn einaferð rungaði láturin, tí søgan lýsti væl, hvussu striltið hevur gingist at fáa umboðsmansstovnin settan á stovn síðan 1978, tá Jógvan Sundstein legði fyrsta uppskotið um tílíkan stovn fram. Góða nyttu í Íslandi Nú hevur løgtingsins umboðsmaður so virkað í 10 ár, fyrst við Joen H. Andreasen í stjórastarvinum og síðan við Sólju í Ólavsstovu. Bæði Sjúrður Rasmussen og Johnhard Klettheyggj hildu, at væl er komið burturúr hjá umboðs manninum, og Róbert Spano segði, at umboðsmaðurin í Íslandi hevði gjørt stóran mun, síðan hann kom í 1988. Tann fyrsti, sum var umboðs­ maður í Íslandi, var Gaukur Jörundsson, professari. Hann hevði umboðað Ísland í nevndini fyri mannarættindi hjá Evropa ráðnum, og hetta ávirkaði straks nýggja stovnin. Gaukur Jörundsson gjørdist eitt nú varugur við, at íslendska grundlógin ikki ásetti øll tey grundleggjandi manna rættindini, sum í altjóða samfelagnum vóru sjálvsøgd. Tá hann tók við, høvdu ásetingarnar í grundlógini um mannarættindi nærum verið óbroyttar, síðan Ísland gjørdist lýðveldi í 1944. Tann evro­ peiski mannarættindasáttmálin var settur í gildi í Íslandi í 1953, men lóggávan var ikki dagførd. Hetta fekk hann broytt við at mæla til ymsar ábøtur á lóggávuna, og ásetingarnar um mannarættindi í grund lógini vórðu eisini broyttar. Róbert Spano tók samanum: »Tey 23 árini, sum altingsins umboðs maður hevur virkað, hevur hann avgreitt 7.000 mál ella í meðal 300 mál um árið. Hóast eg ikki kann kallast óheftur, tí eg arbeiddi hjá umboðs manninum í 14 ár, haldi eg ongan iva vera um, at ávirkanin hjá um boðs manninum á fyrisitingina og fyri sitingarrættin hevur verið stór og góð. Nógv úrslit eru rokkin, hvat viðvíkur at fáa umsitingina at taka fakligar avgerðir samsvarandi megin­ reglunum í fyrisitingarrættinum, hóast sjálvandi ikki er komið á mál allastaðni enn.« Róbert Spano tók eisini samanum, hví borgararnir viðhvørt kunnu hava brúk fyri einum umboðsmanni at við­ gera teirra kærur mótvegis myndug­ leikunum: »Jú størri vald myndug leikarnir hava, og jú meira teir ráða yvir lívinum hjá borgarunum, jú mátt leysari kennir borgarin seg ímóti hesum ovurstóra valdinum. Ein liðiligur út vegur sum umboðsmaðurin, ið er lætt atkomiligur og kostar lítið, kann minka um kensluna av mátt loysi hjá borgarunum mótvegis myndug leik unum. Umboðsmaðurin dømir ikki, men hevur fyrst og fremst eftirlit við legalitetinum,« segði hann. Joen H. Andreasen, fyrsti umboðsmaður í Føroyum, Róbert Spano, professari við Háskóla Íslands, Sólja í Ólavsstovu, verandi umboðskvinna, og Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni myndir: Jens Kristian Vang