Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 4 Sosialurin Eirikur LIndenskov Fyrrverandi stjórin í In jec­ tor Trawldoors, Jan All an Müller, er nú skuld sett ur fyri bedragarí í milli óna klass­ anum. Skuld setingin kemur nú – eitt ár eftir, at leiðslan í felagnum meldaði málið til løgregluna. – Orsøkin til, at málið hev­ ur tikið so langa tíð er, at málið er sera fløkt, sigur Torben Svarer, politikommiserur í Sydøstjyllands Politi, sum tó ikki vil vátta, at talan er um Jan Allan Müller. Men hann sigur, at 41 ára gamli maðurin enn ikki hevur tikið støðu til skuld­ set ingar, men Horsens Folke­ blad skrivar, at maðurin kann rokna við ákæru um fíggjar­ undandrátt og skatta­ og mandatsvik fyri fleiri milli­ ónir krónur. Injector Trawldoors, sum fór á heysin í september í fjør, gjørdi útgerð til fiskiídnaðin, og tað vóru fyrrverandi eig­ ararnir av virkinum, sum varn aðust, at stjórin eftir øll­ um at døma svindlaði við fe­ lagsins pengum. Síðani kom løgreglan upp í málið. Alt ljóðaði annars so væl, tá Jan Allan Müller og onn ur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsen í Danmark, og TF Holding hevði álit á fyritøkuni. – Endamálið hjá okkum er eisini at stuðla upp undir føroyskar fyritøkur, og vit mettu, at trollemmarnir vóru ein tann besta uppfinningin, sum nakrantíð er gjørd. Tí settu vit pening í felagið, segði Gunnar í Liða, táverandi stjóri í TF Holdeing við Sosial in í oktober í fjør. Hann segði eisini, at tað er trupult at tryggja seg ímóti óreglusemi. Tryggingarfelagið keypti seg gjøgnum eitt annað fe lag inn í fyritøkuna og hev ur síðani havt umboð í nevndini. Gunnar í Liða visti tá ikki nágreiniliga, hvussu nógvan pening Tryggingarfelagið hev ur mist, men talan er um fleiri milliónir krónur. Hann segði, at talan er um eitt sera óheppið mál. Nevndin hevði illgruna um, at fyritøkan fór av knóranum vegna óreglusemi. – Vit og leiðslan í Danmark meldaðu málið til politiið, tí vit høvdu sterkan illgruna um óreglusemi. Vit vilja hava alt kannað, og er óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar. Hvør stein ur skal vendast, segði Gunnar í Liða. Politiið í Horsens hevur arbeitt við málinum, síðani tað varð meldað, og nú er kanningararbeiðið komið so langt, at stjórin verður skuldsettur, váttar Torben Svarer, politikommisserur. eirikur@sosialurin.fo Skuldsettur fyri svik fyri milliónir SVIK Politiið í Horsen er nú komið undir land við kanningunum av leiklutinum hjá Jan Allani Müller í sambandi við Injector Trawldoors í Horsen. Hann er nú skuldsettur fyri svik fyri milliónir KÍ misti pengar Av teimum nógvu kre­ di torunum hjá In jec tor Trawldoors er Klaks­ vík ar Ítróttarfelag ein. Teirra missur er spon sor­ peningur fyri í hvussu er eitt ár. Fyrrárið gjørdi KÍ sátt­ mála við Injector Trawl­ door um at sponsorera, og tá fekk fótbóltsvøllurin í Klaksvík navnið Injector Arena. Men tað gekk illa at fáa peningin frá In jec­ tor Trawldoors, og tá ið Injector Trawldoors end­ aði í fútarættinum síðsta summar, gavst KÍ at rykkja eftir peninginum. Nevndin helt tá, at fræg ast var at gevast við at rykkja eftir pengunum og heldur brúka pengarnar til annað virksemi. Sáttmálin segði annars, at KÍ skuldi hava 120.000 krónur um árið. Í fjør fekk felagið ikki eitt oyra, so kravið til trotabúgvið var í minsta lagið tað. Vøllurin fekk síðani aftur navnið vøllurin á Djúp umýri. Jan Allan Müller