mánadagur 16. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
12
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið vóru okkara menn aftanfyri.
Men ein og hvør ótti fyri, hvussu liðið skuldi reagera upp á hetta,
varð beindur til viks, tá vit snøgt sagt hølvaðu HB av í dag
www.b36.fo
- Heimasíðan tímur ikki at vassa í tí veruleikanum at vit vóru gott
og grundiga smurdir av í dag. Øll í og rundan um liðið eiga at
verða flov og kedd at hesum grátuliga veruleikanum.
www.hb.fo
Trý stig komu á kontuna, og avrikið er harvið sjálvandi góðkent.
Liðið riggar væl í løtuni, og vit liggja í rætta enda á
stigatalvuni. Næstu ferð er ÍF á skránni á heimavølli.
www.vikingur.fo
Sum heild kann sigast, at dysturin var javnur, har KÍ hevði minst
líka nógv spæl og møguleikar sum Víkingur, men Víkingur tóku
av, tá KÍ verjan svav í fyrra hálvleiki, og einsamalla málið frá
Hanusi Jacobsen var einasta málið, sum tryggjaði Víkingi tey 3
stigini.
www.nordlysid.fo
Tað var ein stórur lætti hjá B68 leikararunum og teirra
viðhaldsfólki, tá dómarin Georg N. Rasmussen bríkslaði fyri
seinastu ferð. Fyrsti sigurin á heimavølli er komin til hús, og fyri
fyrstu ferð, fekk B68 stig, har mótstøðuliðið ikki fekk ein mann
útvístan.
www.b68.fo
Djokovic basti aftur Nadal
Serbiska tennisstjørnan Novak Djokovic vann í dag finaluna í Italian Open-kappingini í Rom, tá
hann fyri fjórðu ferð í ár vann eina finalu ímóti spanska Rafael Nadal. Úrslitið av dystinum teirra
millum var 6-4, 6-4 til Djokovic. Hetta var tann 37. sigurin hjá Novak Djokovic í ár, og hann verður
nú mettur at vera tann, sum hevur bestu møguleikarnar at vinna Franch Open. Samstundis fer
serbin at nærkast gamla metinum hjá amerikanaranum John McEnroe, sum vann teir fyrstu 42
dystirnar, sum hann spældi í 1984. Finaluna í Rom hjá kvinnunum vann russiska Maria Sharapova
6-2, 6-4 á Samantha Stosur úr Avstralia.
Uni Holm Johannesen
Allan Simonsen, sum seinastu
10 árini hevur búð í Barcelona,
flytir nú aftur til Danmarkar.
Tað hevur samstundis við sær,
at hann tekur fegin á seg eitt
starv í donskum fótbólti.
– Eg gleði meg til stórar
avbjóðingar í ítróttarheiminum,
og læra av mínum royndum,
sigur
Allan
Simonsen
við
sporten.dk.
Fyrrverandi føroyski lands-
liðsvenjarin flytir til Vejle,
har hann er uppvaksin. Allan
Simonsen settur í samband við
venjarastarvið í VB Kolding,
men hann vísir tí aftur.
uni@sosialurin.fo
Simonsen
er til reiðar
Fótbóltur Allan Simonsen, fyrr
verandi føroyski landsliðsvenjarin,
boðar frá, at hann er til reiðar
at vera fótbóltsvenjari aftur
Uni Holm Johannesen
– Vit hava eitt ungt lið, og tað eru
framvegis 57 stig eftir at spæla um.
Vit hava ikki viðgjørt møguleikan
at skifta venjaran. Tað er eingin
orsøk til tað.
Tað sigur Jan Otto Holm, sum
er formaður í HB. Verandi føroya-
meistararnir hava fingið 10 stig
av 24 møguligum higartil. Eftir
lemj andi 1-4 tapið í slagnum um
høvuðs staðin í gjár, vóru søgur um,
at Sigfríður Clementsen og Magni
Mohr, sum fyrr hava havt evstu
ábyrgdina av B36 og EB/Streymi,
fara at standa á odda fyri HB næstu
mánaðirnar.
Sigfríður Clementsen sigur, at
hann hevur einki hoyrt frá nevnd-
ini í HB.
– Eg havi heldur ikki hug at gera
viðmerkingar um eitt starv, sum ein
annar hevur, sigur hann.
Jan Otto Holm staðfestir, at HB
ætlar ikki at skifta venjaran.
– Eg veit einki um hasar søgur-
nar, og eg kann ikki annað enn vísa
teimum aftur, sigur hann.
uni@sosialurin.fo
HB vísir
gitingunum aftur
Fótbóltur Jan Otto S. Holm og Sigfríður Clementsen
vísir aftur søgunum, at Sigfríður Clementsen fer at
loysa av Julian Hansen í venjarasessinum