Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Thordur Thorsteinsson er sam­ skipari hjá AB, og var hann ikki kunnaður av fólki hann kendi, so hevði verið reppið, at hann hevði sent nøkur ungdómslið hjá AB til Suðuroyar, har tey høvdu kunnað verið verkfalsstrandaði. Thordur Thorsteinson greiðir frá: – Tað er so, at vit skulu syrgja fyri at fáa liðini út á bygd. Vit í AB høvdu tvey ungdómslið, sum skuldu til Suðuroyar, annað til Tvøroyrar og hitt til Vágs. Men tíbetur eydn­ aðist tað at fáa dystirnar útsettar, so okkara ungfólk ikki blivu fangaði av einum verkfalli. Men kunningin kom seint. Ikki fyrr enn klokkan trý fríggjadagin var hon okkum í hendi. Thordur Thorsteinsson heldur, at tað hevði ikki verið av leið, at samskiparnir hjá fótbólts­ feløgunum høvdu kunnað fingið eina kunning umvegis eina sms­ skipan, sum Strandferðslan plagar at brúka. – Vit samskiparar skulu alla tíðina hava í huga strand­ faraskipini og bussarnar, og at klokku tíðirnar passa til ferðingina hjá fót bólts liðunum alla tíðina. Gott at verið kunnaðir beinavegin Samskiparin hjá AB greiðir víðari frá: – Hjá okkum hevði tað verið ógv uliga gott at fingið at vita, um nakrar møguligar broytingar vóru, slær samskiparin hjá AB fast. Hann orkar illa at hugsa tankan um hvat hevði hent, um ein var fangaður av einum verkfalli, sum kann vara upp í fleiri dagar og vikur. – Ein kann ikki senda smá­ dreingir avstað uppá handan mátan. Hevði tað verið vaksin fólk, so hevði tað verið ein onnur søk. Ung dómslið, sum verða strand­ aði av einum verkfalli hjá Strand­ ferðsl uni hava onganstaðni at fara, staðfestir Thordur Thorsteinsson. Samskiparnir hjá fótbólts feløg­ unum samskipa nógv um tær ymisku trupuleikastøðurnar, sum kunnu uppstanda, og Thordur úti hýsir ikki, at hann fer at røða um hetta málið við aðrar av sam­ skiparunum hjá fótbólts feløg­ unum. – Tað er góður møguleiki fyri, at hetta verður tikið upp á røttum staði. heris@sosialurin.fo Fótbóltslið kunnu verða strandaði av verkføllum Fótbóltur Samskiparin hjá Argja Bóltfelagi heldur, at kunningin í samband við møgulig verkføll er ikki nóg góð, og at nakað má gerast við trupuleikan í framtíðini