Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Gundadalur Á miðjum vølli vinnur Heini í Skorini bóltin og setur kós móti HB hálvuni í vinstru. Við einum 1-2 saman spæli kemur hann í góða støðu og leggur bóltin fyri føturnar á Róaldi Jacobsen. Róligi maðurin við tíggjutalinum á rygginum legg ur bóltin til rættis uttan fyri brotsteigin; og úrslitið er givið. Við einum frálíkum skoti leggur hann B36 á odda 2-1, og ongin í Gunda- dali er í iva um, hvør vinnur fyrstu grannauppgerðina í ár. Málið lýsti væl B36 liðið í gjár. Stríðsviljin at vinna nærdystirnar, skilagóða spæl ið og evnini at umseta møgu- leikar til mál. B36 best frá byrjan, men HB skorar Longu aftan á fimm minuttir hevði Jákup á Borg eitt skot á stongina. Løtu seinni rakti Símun Joensen tvør stongina. Fyri uttan eina møgu- leikan, tá Símun Samuelsen kom at standa leysur, so sat B36 á øllum. Deyðbóltarnir hjá Súna Olsen settu HB verjuna, ið hevði nokk við at temja Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, upp á yvirarbeiði. Tað var eftir ein av deyðbóltunum hjá Súna, at HB málverjin, Heðin Stenberg, setti eitt HB álop í gongd. Bólturin var rullaður út til Pætur Jørgensen í høgru. Inni á egnari hálvu sendi hann ein langan bólt uppum B36 verjuna til ein púra leysan Jón Krosslá Poulsen, sum tamdi bóltin og meddaði til. Eitt gott mál, men helst eru Mikkjal Thomasen og John Petersen ikki nøgtir við verjuna í hesum føri. B36 javnar Eftir málið er lítið veiggj í B36, sum tykist hava mist takið á dystinum, meðan HB luktar blóð. Bæði Jákup á Borg og serliga Lukasz Cieslewicz detta eisini úr dystinum. Men fimm minuttir fyri hálvleiki eru teir báðir orsøkin til at Róaldur Jacobsen kann stúta B36 á máltalvuna. Lukasz Cieslewicz sendur eina frá- líka sending upp á tvørs av vøll inum til Jákup á Borg, sum er staddur í høgrabori. Við vinstra beini finnur hann Róald Jacobsen í brots teig- inum, sum við høvdinum javnar fyri B36. Tá farið verður til hálvleiks er B36 omaná, og tað merkist eisini á viðhaldsfólkunum hjá B36, sum halda nógvan gang. Róaldur málar Havnina hvíta Í seinna hálvleiki eru teir hvítu aftur omaná og flótandi álops spælið skapar HB liðnum nógvar trupul- leikar. B36 miðvøllurin, við John Hansen og Heina í Skorini á odda, megnar at basa skapandi partinum av HB miðvøllinum og samstundis seta gongd á mótálopini. Tað er eis- ini eftir tvídyst á miðvøllinum, at Heini í Skorini setur gongd á álopið, ið endaði við at Róaldur Jacobsen leggur B36 á odda. Eftir málið royna verandi føroyameistarnir at skifta álopskent inn, men í at kalla somu løtu verður Lukasz Cieslewicz feld- ur í brotsteiginum, og dómarin B36 málaði havnina hvíta Fótbóltur Við einum sannførandi 4-1 sigri á grannunum úr HB, málaði B36 í gjár Havnina hvíta. Hóast HB kom á odda í fyrra hálvleiki, so var B36 omaná tað mesta av dystinum og vann uppiborið. Sjáldan hevur B36 verið so greitt omaná í eini grannauppgerð og liggur framvegis fremst í Vodafonedeildini B36 4 hB 1 Seinasta korterið trillar B36 bóltin runt í besta Barcelona stíli, meðan áskoðararnir rópa, at HB er eitt tekniseriu lið Róaldur Jacobsen hevur júst stúta útjavnandi málið í kassan Mynd: Álvur Haraldsen