mánadagur 16. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tað vóru fleiri góð boð upp á
dagsins leikara hjá B36. Millum
teirra var Lukaz Cieslewicz,
sum saman við Jákupi á Borg
mannaði álopið hjá B36. Upp
teljingin hjá Sosialinum vísti, at
Lukaz Cieslewicz hevði heili 33
rættar avleveringar í dystinum,
meðan bólturin seks ferðir ikki
kom fram. Eisini royndi Lukaz
Cieslewicz seg við 15 driblingum
og sjey ferðir eydnaðist honum
at seta í minstalagi ein mót støðu
mann av og avlevera bóltin. Tað
gevur greið tekin um ein leikara,
ið er tryggur á bóltinum og tekur
stóran lut í spælinum.
Heldur
undurnarvert,
so
hevði hann onga roynd á HB
mál ið. Í samrøðu við 3.hálvleik
helt Jákup á Borg fyri, at hetta
er eisini eitt tekin um góða og
flótandi spælið hjá B36 í løtuni,
har tað framherjarnir flyta seg
nógv og eru í størri mun partur
av uppspælinum. Átta ferðir var
Lukaz Cieslewicz í bein leiðis
nær dysti við HB verjuna, men
her tapti hann sjey av teim
um nærdystinum. Tað er ikki
óvanligt, at framherjar hava
tað trupult tá ein langur høgur
bóltur verður sendur frá verj
uni og tað krevur nógv at fáa
tamarhald á bóltinum. Her er
tó ikki talt við, tá hann hevur
fingið eina stutta sending eftir
jørð við manni í rygginum. Tí
samsvara tølini í nærdystinum
ikki heilt við avrikið hjá B36
framherjanum, sum fleiri ferðir
megnaði at sleppa sær skilagott
av við bóltin hóast HB verjan var
gramm á honum.
Lukaz
Cieslewicz
byrjaði
dystin væl og var ágangandi fram
til at HB kom á odda. Síðani datt
hann úr dystinum til 39. minutt,
tá hann við frálíkari sending átti
triðj seinasta fótin á útjavnandi
málinum. Í seinna hálvleiki var
Lukaz Cieslewicz aftur ein stórur
partur av B36 uppspælinum og
við 19 røttum avleveringum og
tríggjar dribblingum var hann
ein av høvðus orsøkunum til, at
B36 vann so sann førandi sum
teir gjørdu.
trondur@sosialurin.fo
Dagsins leikari –
Lukasz Cieslewicz
Mynd: Álvur Haraldsen
Fróði Benjaminsen spældi allan
dystin á miðvøllinum hjá HB.
Saman teljingin
hjá
Sosialinum
vísur, at HB liðskiparin var í 25
tví dystum gjøgnum allan dystin.
Av teimum vann hann 16, meðan
hinir níggju vóru taptir. Serliga í
fyrra parti av fyrra hálvleiki gekk
illa hjá Fróða í nærdystinum, men
sum tíðin gekk mannanði hann seg
upp og fór at vinna fleiri og fleiri
tvídystir.
HB valdi at sparka málspørkini
og útspørkini eftir høvdinum hjá
Fróða og tí var hann í fleiri luft tví
dystinum á miðvøllinum. Onkur av
útspørkunum og málspørkunum
vóru ikki heilt neyv og tí er ringt
at lasta Fróða fyri taptan tvídyst
tá. Eisini kann verða torført at
skilja millum ein lufttvídyst og av
levering, men fleiri av vunnu luft
tvídystinum endaðu við at annar
HB ari fekk bótin, men tað er
ikki talt við sum avlevering í hesi
saman telingini.
Samanteljingin vísti, at Fróði
hevði 17 rættar avleveringar í
dyst inum. Av teimum komu bara
fimm í fyrr hálvleiki. Men tað skal
havast í huga, at Fróði oftari enn
so var orsøk til at bólturin fann
fram til viðleikara. Í mun til Lukaz
royndi Fróði seg ongantíð við eini
dribbling, men hevði eina roynd á
mál, sum endaði í bakinum á einum
B36.
Fróði Benjaminsen gekk sum
altíð á odda fyri HB, men sjálvt ikki
hann megnaði at fáa HB liðið upp
við høvdinum í gjár.
trondur@sosialurin.fo
HB liðskiparin
stríddist
1. hálvleikur - 2. hálvleikur = Samanlagt
Lukaz Cieslewicz:
Avleveringar:
Rættar 14 – 19 = 33
Skeivar 3 – 3 = 6
Tvídystir:
Vunnir 0 – 1 = 1
Taptir 4 – 3 = 7
Dribblingar:
Rættar 4 – 3 = 7
Skeivar 3 – 5 = 8
Skot á mál: 0 – 0 = 0
Fróði Benjaminsen:
Avleveringar:
Rættar 5 – 12 = 17
Skeivar 2 – 2 = 4
Tvídystir:
Vunnir 9 – 7 = 16
Taptir 7 – 2 = 9
Dribblingar:
Rættar 0 – 0 = 0
Skeivar 0 – 0 = 0
Skot á mál: 0 – 1 = 1
Lukasz Cieslewicz –
Fróði Benjaminsen
í tølum:
Lukasz Cieslewicz:
1. hálvleikur
Røtt og skeiv avlevering
Vunnin og taptur nærdystur
Røtt og skeiv dribbling
Brotsspark
2. hálvleikur
Mynd: Álvur Haraldsen
sig ur brotsspark. Sambært Jákupi
á Borg, so bar Lukasz Cieslewicz
seg undan at skjóta tað, tí tað var
hann, ið var feldur. Jákup á Borg,
sum var liðskipari, tók ábyrgdina
á seg og smekkaði bóltin í netið til
stóra gleði fyri áskoðararnar í B36
hús inum.
»HB er eitt tekniseriu lið«
Seinasta korterið trillar B36 bóltin
runt í besta Barcelona stíli, meðan
áskoðararnir rópa, at HB er eitt
tekniseriu lið. Tað er langt síðani,
at lagið hevur verið so gott í B36
húsinum. Prikkurin yvir i’ið kom í
seinasta minutti av vanligari leiktíð,
tá innskifti Ingi Højsted spældi
somu leiðis
innskifta
Kenneth
Jacobsen leysan framman fyri
mál inum. Umvegis tvørstongina
brast bólturin í vøllin og í nettakið.
B36 stað festi við málinum sigurin
á grann unum og oddastøðuna í
Voda fone deildini. Í gjár riggaði alt
hjá B36, sum eisini er ósigrað hetta
kappingarárið. Megnar B36 at spæla
eins væl í fleiri av hinum odda
dystinum, so kann FM steypið eins
væl enda í B36 húsinum sum nakra
aðrastaðni. Komandi vikuskiftið
verður oddabrak í Runavík, har
nummar eitt, B36, og nummar tvey,
NSÍ, bresta saman.
Ongin broddur í HB
Sjáldan er eitt HB lið blivið so
spælt av vøllinum sum í gjár. Tað
er ilt at seta fingurin á akkurát,
hvat tað er, sum er galið. Tað var
ongin broddur í álopinum, og
tað var stórur saknur í Andrew
av Fløtum, sum fekk seinastu
min utt irnar eftir at hava verið
skaddur síðani kappingarbyrjan.
Eisini Símun Samuelsen tóktist
hava árin frá at vera innlagdur við
allergisk ari reaktión. Men har frá
og til at tapa so greitt er langt. HB
hevur komandi tríggjar dystirnar
uppgávur, sum á papírinum eru í
eru av teimum lættaru. Heimadystir
móti KÍ og B68, umframt eina vitjan
á Sandi. Hevur HB eina ætlan um at
bjóða av í oddinum, so skulu hesir
dystirnir helst vinnast.
trondur@sosialurin.fo
Teir hvítu vóru rætt og slætt klassar betur enn grannarnir
Mynd: Álvur Haraldsen