mánadagur 16. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
– Vit høvdu eina vánaliga byrjan,
men nú fer at líkjast hjá okkum,
bæði tí vit spæla betur, fáa skaddar
spælarar við aftur og tí vit sum
heild arbeiða meira fyri sakini. Eg
haldi, at vit nú kunnu spæla upp
ímóti øllum hinum liðunum, sigur
málskjúttin hjá B68 í gjár André
Olsen.
Mikukvøldið kom B68 aftur í
aftur í heimadystinum ímóti odda
lið num, B36, sum var á odda 20,
so B68 í evstu løtu fekk vunnið
sær ein 22 javnleik. Og í gjár fekk
B68 einasta málið, tá EB/Streymur
vitj aði á Svangaskarði, og sostatt
hava toftamenn í teimum báðum
síðstu
heimadystunum
vunnið
sær líka nógv stig sum hinir seks
undanfarnu dystirnir høvdu givið.
Einsamalla málið kom eftir
spæl í 25 minuttir, tá B68 fekk
brots spark. Einastu menn rundan
um bóltin vóru Sorin Anghel og
Marni Djurhuus, og onkursvegna
fekk Sorin skallað bóltin á armin
á Marna, sum vendi ryggin til. Ikki
var líkt til, at dómarin ætlaði at
revsa hetta, men tá linjudómarin
markeraði, mátti hann floyta.
– Eg skjeyt eftir jørð, men René
Tórgarð í málinum fekk blokerað
við fótinum. Tíbetur kom bólturin
beint útaftur til mín, so eg í aðru
atløgu kundi seta hann í netið, sigur
André Olsen um málið, ið skuldi
gerast tað einasta á Svangaskarði
í gjár.
Mál kolldømt
Ikki tí, tað eydnaðist EB/Streymi
at fáa bóltin í málið hjá B68 beint
eftir steðgin, men málið, sum Levi
Hanssen skjeyt, bleiv kolldømt fyri
rangstøðu.
– Eg fekk ein rennibólt, sum eg
tók ímóti innan fyri miðverjarnar
hjá B68, men av tí at vinstri bakkur
hjá teimum hekk eftir, haldi eg
ikki, at tað var rætt at døma meg
rangstaddan. Nú er kanska eitt
sindur torført hjá mær sjálvum at
gera av, hvussu leysur eg var, men
onkur av viðspælarunum helt
heldur ikki, at talan var um rang
støðu, tí ein hjá teimum hekk eftir,
sigur Levi Hanssen, ið ásannar, at
tað gongur ikki eftir vild hjá EB/
Streymi fyri tíðina.
– Nei, tað gongur ov nógv upp
og niður hjá okkum, og hetta er so
triði útidysturin á rað, sum vit tapa.
Onkuntíð hava vit spælt fínt og
vunnið, men aðrar dystir hava vit
ikki fingið úrslit eftir spælinum.
Ikki av tí besta
Dysturin á Toftum í gjár var ikki av
teimum best spældu, og ein orsøk til
tað var kanska tann turri vøllurin,
ið gjørdi tað trupult at spæla, eins
og vindurin eisini ávirkaði. Men tá
tað er sagt, so gekk sjón fyri søgn,
at B68 gjørdi meira fyri sakina og
vann uppiborið.
EB/Streymur var – burtursæð
frá kolldømda málinum – ikki
so nær við at javna, sum B68 var
við at økja, og sjálvt um gestirnir
royndu at spenna álopsbogan í
seinna hálvleiki, komu teir størstu
kjans irnir í hinum endanum, har
annað hvørt stengurnar ella sera
væl upplagdi René Tórgarð stóðu
í vegin.
Liðini bæði møtast longu aftur
á Svangaskarði hósdagin, tá fyrra
hálvfinalan í steypakappingini er
á skránni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Skansin á Svangaskarði
Fótbóltur B68 fekk aftur í gjár á heimavølli stig ímóti einum av fremru liðunum á
stigatalvuni, meðan EB/Streymur triðju ferð á rað stóð eftir við ongum á útivølli
EIttANS MÁlIÐ
André Olsen skoraði einasta málið í dystinum millum B68 og EB/Streym, tá hann fangaði returin eftir misbrúkt brotsspark
Mynd: Sofus Johannesen
B68
1
EB/Streymur 0
B68 hevur staðið seg væl á heimavølli í ár
Mynd: Sofus Johannesen