mánadagur 16. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Pauli Poulsen hevur lítlan hug at
taka nakran burturúr.
– Vit ræðast ikki at spenna
álops bogan. Vit royna at spæla við
hugflogi, og ætlanin er altíð at fáa
fleiri upplagdar málmøguleikar.
Klæmint A. Olsen og Christian
Høgni Jacobsen hava tikið av flestu
møgu leikunum higartil. Tað er ikki
av tilvild at teir hava skotið nógv
mál, tí vit skapa fleiri møguleikar.
Tað er umráðandi, men tað er
sum eitt fótbóltslið, at vit vinna
dystirnar, sigur hann.
Úrtøkan hevur verið góð higar
til. Næsta vikuskiftið fæst at vita,
um NSÍ, B36 ella Víkingur hevur
verið besta liðið tann fyrsta trið
ingin
av
landskappingini.
Tá
resta 18 lands kappingardystir í.
Pauli Poulsen kann vera fegin
um úrtøk una higartil. Tapið fyri
Víkingi í Sarpugerði, og javnleikur
móti EB/Streymi við Margáir og
á heima vølli móti ÍF, eru einastu
landskappingardystirnir, sum NSÍ
ikki hevur vunnið.
Ein av fremstu orsøkunum til
góðu gongdina er, at mótstøðuliðini
hava ikki megnað at sett fót fyri
framrættaðu hóttanunum, sum
Pauli Poulsen hevur í spælara
hópinum. Teir mest eyðsýndu eru
Christian Høgni Jacobsen, sum
hevur staðfest sítt virði sum ein
stak lingur, og Klæmint A. Olsen,
sum hevur víst máltev.
Bukaðu B71
Tað var í seinna umfarinum á
Sandi í gjár, at NSÍ skrædlaði sand
oyingar. Úrslitið var 61. Tað tóktist
ikki darva runavíkingar stórvegis,
at Ebbe Kristin Thomsen brádliga
javnaði fyri heimaliðið, fáar min
uttir eftir steðgin. Gestirnir svaraðu
aftur við at skjóta fimm mál og
vinna somuleiðis vinna stórsigur.
Pauli Poulsen bar ongantíð ótta
fyri, at B71 fór at fáa stig.
– Tá vóru bara fimm minuttir
spældi av seinna hálvleiki. Vit
høvdu framvegis rúma tíð at
fáa mál. Vit vóru omaná í fyrra
hálvleiki, hóast teir bitu frá sær
í løtum. Spælararnir høvdu fríar
teymar at spæla, og tað eydnaðist
at skjóta heili fimm mál, sigur Pauli
Poulsen.
Klæmint A. Olsen og Christian
Høgni
Jacobsen
vóru
millum
málskjúttarnar í seinna hálvleiki.
B36 vitjar
Fótbóltsvøllurin við Løkin verður
karmur
um
oddadyst
næsta
viku skiftið. Tá vitjar B36, sum
hevur verið fyrimyndarliga væl
skipað í verjuspælinum higartil.
Spurn ingurin er, hvussu Mikkjal
Thomassen, John Petersen og
árstals felagið úr høvuðsstaðnum
fer at verja fyri Christian Høgni
Jacobsen, sum kann fáa nógv burt
ur úr ongum.
Pauli Poulsen vil ikki siga stór
vegis um ta næstu uppgávuna.
– Tað er ein annar dystur, sum
vit skulu vinna. Næstu dagarnar
fara vit at fyrireika okkum til tann
dystin, sigur Pauli Poulsen.
Tað verður í øllum førum ein
avbjóðing hjá B36 at steðga teimum
spælarunum, sum hava skotið flest
mál í føroysku landskappingini
higartil.
Vandamestu fram-
herjarnir eru úr Runavík
Fótbóltur Runavíkingarnir, Klæmint A. Olsen, sjey mál, og Christian Høgni Jacobsen, seks mál,
eru bestu málskjúttarnir higartil. Tað er ikki av tilvild, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ
B71
1
NSÍ
6
Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen eru
ovastir á toppskjúttaralistanum higartil
Uni Holm Johannesen
Málið er fremst av øllum at varð
veita sætið í deildini. Tað hava
fólkini
kring
fótbóltsfelagið
í
Klaksvík víst á fleiri ferðir. Fót
bólts lagið var framúr í Klaksvík
fyri nøkrum vikum síðani. Tá var
KÍ á oddasessinum í bestu før
oysku fótbóltsdeildini. Tað hevur
ikki hilnast eins væl seinastu lands
kappingardystirnar.
Klaksvíkingar hava nú tapt
tríggjar dystir upp í slag. Fótbólts
prátið í Klaksvík um, at liðið kanska
fór at bjóða av í miðbólkinum á
stiga talvuni, er sløknað. Nú verð ur
fremst av øllum hugsað um upp
runaliga málsetningin. At varðveita
sætið í deildini.
Víkingur vann uppiborið
Hanus Jacobsen skeyt einasta
málið í dystinum, tá Víkingur
spældi við Djúpumýru í Klaksvík í
gjár. Klaksvíkingar royndu at svara
aftur í seinna hálvleiki. Heimaliðið
legði eitt sjálvsagt trýst á gestirnar
seinastu løtu, sum vildu verja leiðsl
una. Víkingur var væl við leikliga
og hevði møguleikar at økja um
leiðsluna.
Tað var uppiborið, at Jógvan
Martin Olsen og Víkingur fingu øll
stigini við sær úr Klaksvík.
Skútan skal vendast
Avbjóðingin
hjá
Aleksandar
Djordjevic, sum hevur evstu ábyrgd
av lið num hjá klaksvíkingsum, er
sjálv sagt at venda skútuni. Tað
kann vera ein møtumikil uppgáva,
tí fleiri ungir spælarar eru í hóp
inum. Teir hava sjáldan áður roynt
slíkan mótgang, umframt at teir
hava ofta stór sveiggj í sínum av
rikum. Nú skulu Gunnar á Steig,
Kristoffur
Jakobsen,
Hjalgrím
Elttør, Høgni Madsen og Nenad
Stankovic taka ábyrgd. Tað eru
spælarar, sum hava verið í slíkum
støðum fleiri ferðir áður. At tapa
tríggjar landskappingardystir upp
í slag er eingin kreppa, tá tú er upp
flytari, men KÍ vil sleppa undan
botnstríðnum. Tí er neyð ugt at
skava nógv stig saman beinan vegin.
KÍ vitjar í Gundadali næsta viku
skiftið. Tá skal HB royna at venda
síni skútu.
uni@sosialurin.fo
Tað broyttist skjótt
Fótbóltur Tað, sum vendi upp, vendir nú niður. Tað eru bara fáar vikur síðani, at klaksvíkingar vóru
á oddasessinum í bestu fótbóltsdeildini. KÍ hevur einki stig fingið í skjáttuna seinastu trý umførini
KÍ
0
Víkingur
1
Teir hava sjáldan áður roynt slíkan mótgang, umframt at
teir hava ofta stór sveiggj í sínum avrikum. Nú skulu Gunnar
á Steig, Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen
og Nenad Stankovic taka ábyrgd
KÍ var oddalið eftir fyrstu fýra umførini, men klaksvíkingar
hava nú ikki fingið stig tríggjar ferðir upp í slag