mánadagur 16. mai 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
Løgmaður lagdur á ís
Seinastu vikurnar er nógv
hent í føroyskum stjórn
málum. Løgtingið er vorðið
veruliga umboðandi og tekur
støður ið avspegla fólksins
fatan. Vit hava staðið í stað
á mongum økjum, tí alt
ov
nógvir
ókonstruktivir
minni luturar hava havt sýt
ingarrætt og hava noktað
fyri uppskotum uttan at
vísa aðrar loysnir. Kendasta
ímyndin av hesum hevur
verið lógin ið bannar 8%
øli, men loyvir 13% víni og
krevur, at farið verður yvir
um hav við vatni. Hetta
forboðið hevði nakrar halt
fáar stuðlar á tingi, sum
altíð megnaðu at leggja veto,
líkamikið hvør samgongan
var. Nú ongin stjórn situr, bar
til hjá tinginum at taka somu
støðu sum fólkið.
Men nógv størri týdn
ing hava so mong onn ur øki.
Lestrarpláss,
kommunu
bygn aður, realkredittur og
onnur alternativ fígging bæði
fyri sethús og vinnu, sam
felagsbúskaparliga
burðar
dygg fiskivinna, umskipan av
skatti frá inntøku til dálking
og tilfeingi, eins og aðrar
avbjóðingar, tær krevja allar
loysnir, har vit somuleiðis seta
til viks ókonstruktivar minni
lutar uttan egnar loysnir.
Men tí vit hava staðið í stað
so leingi, so krevjast rættiliga
nógvar samtyktir, ov nógvar til
at nøkur 17mannasamgonga
megnar tær. Meirilutarnir eru
‘uppá kross.’ Sjálvur samtykti
eg til dømis at menna rætt
arskipanina saman við einum
meiriluta, men at kanna
fátækramarkið saman við
einum øðrum, og at skriva før
oyingar í manntal við einum
triðja.
Tí er best at vit eisini fáa
minnilutastjórn eftir valið,
so teir ymsu meirilutarnir
fáa virka í senn. Men lat meg
líka rætta hatta síðsta. Vit
mugu fáa minnilutastjórn
í Føroyum; í løtuni hava vit
onga stjórn! Ongin tekur stig
til samráðingar, ongin spælir
út,
ongin
heldur
saman
um heildina. Tí meðan alt
hetta hendir er løgmaður í
Grønlandi. Hann hevur hitt
Hillary, fer helst at boðað frá,
at hann hevur boðið henni til
Føroya. Við bløðini har burturi
sigur hann, at føroyingar
óttast at golfstreymurin skal
venda. Fólk mugu spyrja: hava
vit nakran stjórnarleiðara í
Føroyum ella bert ein regent
ella forseta, sum flýtur omaná,
meðan vit onnur mugu stýra
skútuni við áralagnum, tí
stýrisvølurin er sleptur?
Hygg at málinum um
grann skoðararnar. Málið er
bert toppurin av ísfjallinum
av tí rotinskapi, sum Fólka
flokkurin hevur staðið fyri
við landsstýrismonnum, sum
‘levara’ vinningsbýti til sínar
partaeigarar. Rætta manna
gongd var, at løgmaður setti
í verk størri kanning av
hesum mynstrinum – um
framt at reisa ákæru móti
lands stýrismonnunum og at
suspendera og kanna aðal
stjórarnar í júst tí ítøki liga
málinum.
Men
løg maður
nokt aði at brúka heim ildir
sínar – løgmaður tveitti við
ósann førandi
grund geving
málið í tingið, har manna
gongdirnar
eru
truplari,
men kortini hava vit baksast
við hesum málum, uttan at
tann ið hevur heimildirnar
einsamallur hevur rætt hond
frá síðu. Táið eitt blað (sum
bert við greiðari tilvísing sýnir
liberalu
sambandshugsjón
sína) ferð eftir ferð skrivar:
“Gott løgmaður” um okkara
svar uppá Mr. Chance, er talan
um enn eitt nonpaper ið rósar
sitandi nonstjórn.
Sjálvstýrisflokkurin
bjóðaði restBC sama sleip
sum vit buðu CHE í síni tíð.
Áheitan okkara á løgmann
sæst á heimasíðu okkara. Vit
vildu hava samtykt nøktandi
lestrarpláss eftir 5 árum,
vildu hava staðfest skylduna
at spara upp til eftirløn, vildu
seta
rættarskipanarnevnd,
leggja saman aðalfráðini frá
9 til 57, vildu seta politiskt
óheftan landsstýrismann at
greiða makrelmálið og loksins
hava løgmann at brúka heim
ildir sínar at taka neyðug stig
í
grannskoðanarmálinum.
Løgmaður hevur ikki gingið
okkum á møti í nøkrum av
hesum og hevur ikki boðið
okkum til aðrar samráðingar
enn tær ónøktandi makrel
sam ráðingarna.
Løgmaður hevur lagt seg
sjálvan og landsins stjórn á
ís.
Elin N. W. Tausen
skrivari
Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag
Er politiskur áhugi fyri trivnaðinum
á dagstovnaøkinum?
Trivnaðarkanningin, “Starvs
fólk á dagstovnum”, sum
Gransk ingardepilin fyri Sam
felagsmenning gjørdi fyri
Føroya Pedagogfelag í 2010,
vísir, at 61 % av starvsfólkum
á dagstovnaøkinum halda, at
arbeiði teirra í minni mun ella
als ikki verður virðismett av
politisku myndugleikunum.
So kann man undrast yvir,
hví so er. Men í veruleikanum
er tað ikki nakað undarligt í
hesum, tí politiski áhugin
fyri hesum øki, kann sigast
at vera = 0!
Dagstovnaøkið
er
eitt
stórt umráði við eini 1100
starvsfólkum,
bæði
peda
gogum
og
hjálparfólkum.
Eini 5200 børn eru í aldurs
bólkinum 0 til 7 ár, sum
dagstovnaøkið fevnir um.
Raðfestingin
á
hesum
stóra øki sæst aftur við at
tað bara starvast ein fulltrúi
við at umsita hetta økið, og
hesin sami fulltrúi starvast á
skúladeildini. Nú er fulltrúin
sett niður í hálva tíð.
Eftir at forkvinnan í Før
oya
Pedagogfelag
hevur
skriv að eitt opið bræv til
Landsstýriskvinnuna
í
menta málum, er Lands stýr
is kvinnan komin fram við
nøkrum ætlanum fyri økið,
og tað er at fegnast um.
Men samstundis viðgongur
Landsstýriskvinnan tað, sum
starvsfólk á økinum væl vita,
nemliga, at dagstovnaøkið er
eitt niðurprioterað øki vegna
vantandi orku og øðrum
raðfestingum í MMR.
Dagstovnaøkið er eitt øki,
sum
kommunurnar
hava
yvirtikið, og sum tær umsita
fíggjarliga, og tað sær út til,
at tær als ongar politiskar
visjónir hava hesum við
víkjandi – annað, enn at
spara pening. Kommunurnar
síggja dagstovnaøkið sum
eina
tænastu
veiting
til
foreldur, heldur enn at síggja
tað sum eitt mennandi og
avbjóðandi tilboð til teir 0
til 7 ára gomlu borgararnar.
Fokus er á at hava góðar og
flottar bygningar, men tá ið
tað kemur til sjálvt innihaldið,
so eru umstøðurnar hjá børn
um og starvsfólkum ikki
høgt raðfestar! Týdningur av
einum dagstovni tykiskt vera,
at børnini bara skulu hava
eitt stað at vera ansað, meðan
foreldrini eru til arbeiðis, so
at skattakrónurnar koma í
kassan! Dagstovnalógin skal
tryggja øllum børnum eitt
gott námsfrøðiligt tilboð, sum
tekur støði í einum góðum
barnalívi.
Tað kann vera, at Lands
stýriskvinnan hevur ætlanir
á
dagstovnaøkinum.
Men
tíanverri uppliva vit ferð
eftir ferð, at aftursvarið frá
kommunum er, at “tað eru
vit sum gjalda, so tað eru
vit, ið skulu valda”! MMR
kemur við námsføðiligum
stevnumiðum, kommunurnar
mótmæla! MMR ynskir at
dagføra
dagstovnalógina,
kommunurnar seta forðingar,
so tað tekur eitt ár at manna
arbeiðsbólkin.
Og
soleiðis
gongur arbeiðið á økinum.
Landsstýriskvinnan
hevur
ætlanir um at seta eitt náms
frøðingaráð, men fara komm
unurnar at fylgja tilmælum
frá hesum ráð?
Hvar eru landspolitikarar
í hesum? Hugsa teir als
ikki um hetta týðandi økið,
nú, tað verður fíggjarliga
umsitið av kommununum?
Eg sakni politiskar visjónir!
Eitt dømi er, at økið “børn
við serligum tørvi” er lagt
út til kommunurnar at um
sita. Her verður ikki tikið
hædd fyri tørvinum hjá ein
staka barninum, men fyri,
hvussu nógv stendur játt að
á fíggjarætlanini hjá komm
ununi til børn við serligum
tørvi. Í onkrari fíggjarliga
trongdari kommunu hava tey
eingi børn við serligum tørvi
ella hvør er veruleikin? Og
spurningurin um normering
á dagstovnaøkinum verður
praktiseraður sum best ber
til! Politikarar eiga at tryggja
børnunum, at rættindi teirra
verða vird, m.a. við at tryggja
rættar og góðar normeringar
í øllum dagstovnum. Eisini
er tað skylda politikkarans,
at tryggja, at børnini fáa
dygdargóð námsfrøðilig tilboð,
sum virða ásetingarnar í ST
barnarættindasáttmálanum.
Mikukvøldið, 18. mai kl. 19,
skipar Føroya Pedagogfelag
fyri fundi fyri limum og al
menninginum á Hotell Klaks
vík, har Karin Jóhanna L.
Knudsen, samfelagsfrøðingur
á Granskingardeplinum fyri
Samfelagsmenning,
fer
at
leggja fram áðurnevndu trivn
aðarkanning av starvsfólki
á dagstovnaøkinum. Vit fara
hervið at bjóða bæði lands
og kommunal politikarum at
koma á fundin og fáa innlit
í viðurskiftini á dag stovna
økinum. Vit vóna, at áhugin
er stórur hjá politikarum at
møta, soleiðis at upplivingin
hjá pedagogunum sambært
kanningini ikki verður tann
sama framyvir.