mikudagur 18. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
12
Sosialurin
Nøvn
TØKK
Góða Omma
Eg plagdi at skriva brøv heim
til Føroya til tín, góða omma.
Nú fari eg at skriva tær eitt
síðsta bræv.
Eg minnist, hvussu ringt
eg helt tað vera, tá eg fyrstu
ferð flutti úr Føroyum og
visti, at eg ikki fór síggja teg
aftur í næstan eitt hálvt ár.
Tað helt eg vera so leingi.
Men tíbetur, so ringdi tú ofta
til mín. Tú fylgdi so væl við
og vildi vita, hvat eg tókst
við, og hvussu eg hevði tað.
Eg sakni teg, omma. Hvønn
dag hugsi eg um teg og sakni
teg. Tú vart ein so fantastisk
omma og eitt so fantastiskt
menniskja, og tú hevur altíð
havt so nógv at siga fyri meg.
Nú ert tú knappliga ikki her
meira, og tómrúmið er so
stórt. Tárini trilla oman eftir
kinnunum, tá eg hugsi um
teg. Men tú hevur eitt stórt
pláss í mínum hjarta, fult vid
góðum og ríkum minnum.
Eg minnist ofta aftur á,
hvussu deiligt tað var, tá eg
var lítil og helt vikuskifti
hjá tær í Sandagerði. Vit
ordi liga
hugnaðu
okkum
sam an. Gingu túrar, vóru í
urta garðinum,
matgjørdu,
tú las fyri mær, og so spældu
vit sjey stjørnu. Og eg visti,
at eg fór at fáa heima gjørt
kold skål til morgun mat, tí
tað visti tú, at mær dámdi so
væl.
Eg sakni at hoyra teg
floyta – tú dugdi so fantast
iska væl at floyta. Eg havi
ong antíð hoyrt nakað líkn
andi. Tú floytaði long løg,
og tað ljóðaði so vakurt. Tú
dugdi eisini at spæla upp á
munnharpu. Og tá ið eg var
lítil, og vit gingu túr framvið
ánni í Sandagerði, spældi tú
eisini upp á látupípu. Tær
dámdi so væl tónleik. Tá tú
hoyrdi tónleik, so livnaði tú
upp.
Tú vart altíð so vinarlig
við øll, og øll vóru vælkomin
inn til tín. Hetta skilti eg
longu, tá eg var heilt ung og
dró altíð vinir við heim til
tín, omma, tí eg vildi, at øll
skuldu sleppa at møta tær.
Tú hevur hjálpt nógvum
menniskjum ígjøgnum títt
virkna og langa lív, og fleiri
hava so nógv at vera tær
takksom fyri, omma. Tað
fjálg aði at síggja, hvussu
nógv fólk komu at fylgja tær
hendan sólríka dag fyrst í
mars, tá tú fórt út í kirkju
garð in til abba at liggja. Og
øll tey vøkru orðini, sum
vórðu søgd um teg, omma.
Tú bleivst næstan heilt
blind fyri meira enn tíggju
árum síðani. Men altíð kendi
tú okkum øll á málinum
beinanvegin. Tú vart altíð so
glað og takksom fyri okkum
øll, sum vitjaðu teg, og eg
síggi títt vakra smíl fyri mær,
tá tú hoyrdi meg siga: “Hey,
omma, nú eri eg komin at
vitja teg!”. Aftan á hvørja
vitj an, líka til tað heilt síðsta,
so fylgdi tú okkum út á
trappurnar at veittra farvæl.
Tú takkaði altíð nógvar ferðir
og segði, hvussu deiligt tað
var at fáa vitjan, meðan tú
klappaði
hendurnar
ofta
sam an, sum tú altíð gjørdi so
fitt, tá tú vart ordiliga glað
um okkurt.
Á jólum vart tú síðstu ferð
í tínum heimi í Sandagerði,
har tú hevði búð í meira enn
45 ár. Tað var jólaaftan, og tað
var eitt so hugnaligt kvøld,
sum eg altíð fari at goyma í
mínum minni. Tú vildi hava
ein stól inn í køkin og sita
ímillum okkum, meðan vit
gjørdu matin kláran. Tú
vart í sonnum jólahýri og
for taldi okkum um, hvussu
væl tær og abba dámdi at
gera mat saman. Tað var
altíð so spennandi at hoyra
teg fortelja um títt ótrúliga
hend inga ríka lív. Tað var
eisini á jólum, at tú fyrstu
ferð møtti manni mínum.
Tað hevur so nógv at siga fyri
meg, og eg eri so glað fyri, at
tit náddu at møtast, áðrenn
tú fórt hiðani.
Eina góða viku áðrenn tú
fórt, føddi systir mín eina
dóttur. Eg gekk beint av
føði deildini og yvir til tín at
fortelja tær gleðiboðini. Tú
vart so glað. Tú og nýggja
lan gommudóttirin møttust
fyrstu ferð sama dag, sum
tú fórst. Tú mussaði hana
og segði, hvussu ker hon var.
Tað virkaði, sum tú hevði
bíðað eftir henni, áðrenn tú
kundi fara herfrá. Ein kemur,
og annar fer. So nógv gleði
og so nógv sorg og saknur
samstundis.
Eg eri fantastiska heppin
at hava átt teg sum ommu.
Takk, góða omma, fyri alt.
Ommudóttir tín,
Sanna
Minningarorð um
Bodil Kaja Henny Freydis Poulsen
fødd 5. juni 1936 deyð 15. mars 2011
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo