Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Loveliness we've lost These empty days without your smile This torch we,ll always carry For our nation,s golden child And even though we try The truth brings us to tears All our words cannot express The joy you brought us through the years. Júst heimkomin úr Íslandi komu boðini. Hevur tú hoyrt nak að frá mammu, bleiv spurt. Hetta var ein løgin kensla, einki at frætta frá tær, tú sum var so skjót at ringja. - Sum dagurin leið, bleiv man varugur við, at okkurt álvarsligt var hent. - Seinri henda dagin ringdi sonur tín og segði: »Mamma er deyð«, tú var sovnað inn til ta ævigu hvílu. Hví skuldi tað verða so, eingin veit.... men tú góða Sólbjørg var farin um sýn- una henda vakra páskamorgun. Hjá mær var tað, sum ein bumba brast. Vit standa spyrjandi, finna ikki orð, hví tú, sum var so lívsglað og full av kærleika til øll, tú var ongantíð bara til, sum so mong. Tú vaks upp á Sevmýri hjá tínum kæru foreldrum, Jacob og Annu Vang, sum elskaðu teg yvir alt, tú var sólstrálan í teirra lívi. Eisini hevði tú tvær eldri systrar, Edith og Fríðbjørg, sum tú vitjaði hvørja ferð, tú var niðri. Tú giftist við Hartley, og fingu tit tveir synir, Jóanes og Jákup, ið høvdu alt at týða fyri teg. Sum ung var tú djørv og røsk, tað stóð eingin maður tær mát, tú gekk burtur í haga at røkta seyðin hjá pápa tínum. Sum Jákup, sonurin hjá tær, tók til, tað var eingin betri seyða- maður enn mamma, djórini vóru títt eitt og alt, tað kunnu Bjørn, Ábal og Drumbur prógva. Títt lívsstarv kom at verða í Føroya Sparikassa, og tað røkti tú til fulnar, tú var avhildin av øllum, blíð og fyrikomandi, sum tú var, tað prógvar eisini tann stóri skarin, ið nú fylgdi tær til títt seinasta hvíldarstað á fold. Tú dugdi so sera væl at venda myrkur til ljós, altíð at finna tað positiva fram, óansæð hvat og hvussu. Vit tosaðu saman hvønn dag, høvdu manga stuttliga løtu, tá tú kom til Havnar, ella eg kom suður, vit báðar høvdu so nógv felags. Tú var ein sólstrála uttan líka, so ótrúliga gevandi, tú hevði eina útstráling, sum vermdi hvørt hjarta, tín kærleiki streymaði á okkum øll, altíð við tí góða orðinum, slík menniskju sum tú eru unik. Synirnir og teirra kæru vóru tín stóra gleði, og nú lítla Sólja var komin sum títt fyrsta ommubarn, var gleðin bara so fantastiska stór. Tú legði ætlanir um, nær tú skuldi niður til Sólju diddu, og tú var fleiri ferðir niðri, og tað frøddi teg almikið at vera saman við Jóanes og Jákup og teimum øllum. Tín 60 ára føðingardag helt tú saman við synunum, Sólju og svigardøtrum í Svøríki, og tey gjørdu tær dagin so minnisríkan og fullan av kærleika, at tað tosaði tú um í langa tíð aftaná. Kyndilin er slóknaður, sólstrálan burtur, men kærleikin frá tær til tíni kæru hvørvur ongantíð, hann livir víðari í okkara hjørtum, tú verður ongantíð gloymd, men goymd sum eitt vakurt minni, ið altíð fer at standa sum ein varði. Guð gevi øllum tínum kæru styrki, kraft og mót at koma víðari. Takk fyri blómurnar á vegnum Takk fyri sól og hita, tú gav Takk fyri ró tú gav í hjartað Takk fyri gávur ríku Takk fyri smílið, ið lívgaði meg Takk fyri tú var mær so kær Takk fyri kærleikan Takk fyri tíðina, ið nú er at enda Takk fyri tú var tú Friður veri við minni tínum Tín elskaða vinkona og systkinabarn, Ulla G. Vang Minningarorð um Sólbjørg Jakobu Hofgaard F. 31. 10.1950 – D. 24.04.2011 Randi Jacobsen Týsdagin var ein lítil samkoma á Barnabókasavninum í Havn, og tá varð kunngjørt, hvørji børn høvdu vunnið teknikappingina, sum bóka- savnið skipaði fyri í sambandi við umhvørvisvikuna hjá komm ununi. Evnið fyri umhvørvis vik- uni var vinnan við atliti til burturkast, og bókasavnið bað børnini tekna burturkast fyri at gera spurningin meira einfalda. Kappingin var býtt upp í tríggjar aldursbólkar: 4. flokkur og eldri, 1. – 3. flokk og børn undir skúlaaldur. – Tað komu nógvar tekn- ingar inn, og tey á Barna- bókasavninum vóru fegin um, at allir vinnararnir vóru børn, sum eru kom- in nógv á bókasavnið, sig ur Elin Lindenskov, for kvinna í heilsu- og umhvørvis nevnd- ini. Hon sat í dómsnevndini saman við Suna Kristiansen, leiðara á umhvørvisdeildini og listakvinnuni Astrid Andreas sen. Á samkomuni týsdagin handaði Elin Lindenskov vinn arunum hvør sítt skreyt- blað. Og meira enn tað. Tær tríggjar genturnar fingu eis- ini hvør sína súkklu. Elin Lindenskov heldur tað vera gott við eini slíkari teknikapping, tí kappingin lýsir væl, hvussu børnini hugsa, og hvør veit, um ikki kappingin er við til at gera børnini meira tilvitað í fram- tíðini um umhvørvið. Vunnu hvør sína súkklu Tríggjar gentur vunnu teknikappingina hjá Barnabókasavninum í Havn. Kappingin var í sambandi við umhvørvisvikuna Elin Lindenskov handaði gentunum skreytbløð og súkklur. Genturnar eru frá vinstru: Anna Katrina Danielsen, 12 ár, Rebekka Eriksen, 8 ár og Brá Zakarisdóttir, 4 ár Mynd: Jens Kristian Vang