mikudagur 18. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
Sosialurin
Teldustøðingar
Nýggjur flokkur av teldupstøðingum byrjar í
september 2011.
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri framhalds-
útbúgving, ið tekur 2½ ár.
Endamálið við útbúgvingini er at førleikamenna teg til sjálv
støðugt og í verkætlanum at loysa tær mongu uppgávurnar,
sum knýta seg til kunningartøkni. Á útbúgvingini er møguleiki
at gera fleiri spennandi verkætlanir.
Tú gerst kvalificerað/ur til sjálvstøðugt at kunna arbeiða við
at greina, gera ætlanir og verkseta loysnir, sum snúgva seg
um nýmenning, framhaldandi menning og samskipan av KT
skipanum hjá privatum virkjum og almennum stovnum.
Eftir lokna útbúgving eru góðir møguleikar fyri beinleiðis starvi
innan KT ella fyri framhaldandi lestur í KT á bachelor støði.
Umsóknarfreistin er 1. juni.
Kunning um útbúgvingina og umsóknarblað fæst á www.
fh.fo ella við at venda sær til Føroya Handilsskúla
Teldustøðingaútbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 2 ½ ár. Útbúgvingin er sett
saman av 4 høvuðsøkjum: forritan, systemmenning, tøkni og virkið. Hartil koma eisini
sergreinar, pratikk og høvðusuppgávan. Útbúgvingin telur 150 ECTS og verður megin
partin av útbúgvingini góðskriva um lesandi søkja inn á bachelor í KT.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo