Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Bátastevnan Vilmund Jacobsen Rørsla er góð fyri likam og sál. Hetta er ikki bara galdandi fyri tey, ið eru yngri, men so sanniliga eisini fyri pensjónistar. Hetta hevur Nærverkið sannað við eitt nú at skipa fyri fimleiki fyri pensjónistar, sum búgva heima. Kommunur hava eisini sannað tað skilagóða við, at pensjónistar eru aktivir sum longst, og í summ­ um bygdum skipar komm un an fyri flutningi til slíkar fim leika­ venjingar. Fimleikur í Kvívík Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, sigur, at skipað hevur soleiðis verið fyri fimleiki fyri heimabúgvandi pensjónistar í Kví­ vík í fleiri mánaðir. – Kommunan hevur syrgt fyri, at bussur koyrir úr Vestmanna til Kvívíkar til hesar venjingar, og her hava pensjónistarnir so rindað eitt sindur fyri koyring sjálvir. Tað er Nærverkið, sum skipar fyri fimleikinum, og tey hava hildið tað verið høgligast, um venjingarnar í okkara øki liggja í fimleikarhøllini í Kvívík fyri at minka um koyringina, tá tey, sum undirvísa, koma úr Vágum ávegis norður á Mørkina í Streymnesi. Hon sigur, at tað var Nærverkið, sum kom við tilboðnum um, at onkur av okkum í Vestmanna komm unu kundu koma í Vágar at hyggja, hvussu hetta gekk fyri seg – og at gera fimleik saman við teimum. – Tað var her, tað byrjaði. Vit sóu, at hetta var góður og gevandi fimleikur. Ein pensjónistur, sum var við, fortaldi, at tá hann byrjaði at gera fimleik, fekk hann ikki armarnar upp um høvd, og tað gekk illa at standa undir brúsuni. Tá hesin hevði gjørt fimleik í ein tíð, hevði hann ongar trupulleikar við at fáa armarnar heilt upp um høvd. Herit vísir á, at tað er áhugavert at síggja, hvussu fimleikur kann halda pensjónistum virknum og soleiðis eisini halda teimum burtur frá ellisheimi sum longst. Lívsgóðska Forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu heldur, at tað kanska kann tykjast eitt sindur løgið, at ellisheim nú verður bygt í Vestmanna, samstundis sum roynt verður við fimleiki og øðrum at halda pensjónistum so leingi burtur frá ellisheiminum sum gjørligt. ­ Men tað er her, at tað ræður um at hjálpa pensjónistunum at skapa sína egnu lívsgóðsku so leingi, sum yvirhøvur til ber, sigur Herit Magnussen. vilmund@sosialurin.fo verður mett, at eini 4­5 minnis­ veik í Vestmanna soleiðis kundu hugsast at komið til dagtiboðið, sum nú verður sett á kjøl. Herit Magnussen vísir á, at tá avvarðandi vita, nær tey minnis­ veiku kunnu fara á sambýli, hava avvarðandi samstundis nakrar tímar, har tey kunnu takast við eitt hvørt, sum teimum lystur. Ellisheim í 2012 Í løtuni verður ellisheim bygt í Vestmanna, sum fer at kunna hýsa umleið 24 búfólkum. – Vit gleða okkum til, at ellisheimið verður liðugt í 2012. Tá heimið letur upp, vænti eg, at tilboðið til minnisveik, sum fyribils verður á royndarstigi, flytir í ellisheimið, sigur for­ kvinn an í trivnaðarnevndini hjá Vest manna kommunu, Herit Magnussen. vilmund@sosialurin.fo TRIVNAÐUR - Tá avvarðandi vita, nær tey minnisveiku kunnu fara á sambýli, hava avvarðandi samstundis nakrar tímar, har tey kunnu takast við eitt hvørt, sum teimum lystur. Tað sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, sum eisini fegnast um onnur tilboð, ið kommunan hevur verið við til at skapt fyri pensjónistar, eitt nú dagtilhaldið, sum er í gomlu sýslumanshúsunum eina ferð um vikuna Mynd: Vilmund Jacobsen Pensjónistar úr Vest manna gera fimleik í Kvívík Í eina tíð hava pensjónistar úr Kvívík og Vestmanna, sum búgva heima, havt tilboð um at gera fimleik í Kvívík tvær ferðir um vikuna RØRSLA – Tað ræður um at hjálpa pensjónistunum at skapa sína egnu lívsgóðsku so leingi, sum yvirhøvur til ber, sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevnini hjá Vestmanna kommunu FORKVINNA – Kommunan hevur syrgt fyri, at bussur koyrir úr Vestmanna til Kvívíkar til fimleikavenjingar fyri pensjónistar, og her hava pensjónistarnir so rindað eitt sindur fyri koyring sjálvir, sigur Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Kommunan hevur syrgt fyri, at bussur koyrir úr Vest­ manna til Kvívíkar til fim­ leika venjingar fyri pensjón­ istar HERIT MAGNUSSEN