Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 6 Sosialurin BankNordik 92.000 nýggjar kundar Leo Poulsen Við keypinum av pørtum av Amagerbanken økist virksemið hjá BankNordik munandi, og innlánini fara úr 8,9 upp í 14,2 milliardir, meðana útlán og trygdir vaksa úr 8,4 upp í 12,9 milliardir við teimum 92.000 nýggju kundunum, bankin fær BankNordik vann kapp ingina um sunna partin av Amager bank­ en. Janus Petersen var í gjár í Danmark og sam ráddist um sein­ astu smálutirnar við Finansiel Stabilitet, og BankNordik endaði við at fáa sunna partin av Amagerbanken fyri 350 milliónir krónur í good­ will, sum tað eitur. ­ Keypið ger strateg­ isku ætlanina um at vaksa á danska markn­ aðinum til veruleika. Vit hava hildið eitt vakið eyga við møguleikanum fyri at yvirtaka áhuga­ vert virksemi, sum hósk ar til tann háttin, vit ynskja at reka banka. Eins og Amagerbanken leggja vit dent á tætt samskifti við kundarnar og tøtt sambond við lokala marknaðin. Í bank anum leggja vit harumframt dent á sterka kredittstýring, tí eru vit nøgd við, at meginparturin av kund­ unum er privat kundar og minni fyritøkur. Keypið styrkir sostatt frammanundan sterka váðaprofilin hjá bank­ anum, sigur Janus Peter­ sen, forstjóri í Bank­ Nordik. Í fráboðan sigur BankNordik, at við keyp­ inum yvirtekur bankin 82.000 privatkundar og 10.000 vinnukundar, inn lán fyri DKK 5,3 mia., útlán og ábyrgdir fyri DKK 4,9 mia. umframt goymsluvirði hjá kund­ um fyri DKK 10 mia. kr. Umleið 160 starvsfólk úr nøkrum av deildunum í høvuðstaðarøkinum umframt deildunum í Odense og Århus fara at taka sær av yvirtikna virkseminum. Partarnir eru samdir um, at tíðin fram til yvirtøkudagin skal nýtast til at taka av­ gerð um, hvørjar deildir og hvørji starvsfólk skulu reka virksemið fram yvir. Íleggjarar fíggja Keypið av nýggja virkseminum verður fíggjað lutvíst við egnum midlum og lutvíst við at styrkja bankans framm anundan sterka kapi tal grundarlag. Bankin hevur longu havt jaligt samskifti við útvaldar stovnsligar íleggjarar um íløguna. BankNordik hevur givið Nykredit heimild til at gjøgnumføra eitt útboð av kapitalprógvum sum hybridur kjarnu kapi­ talur og/ella ábyrgdarlán til stovnsligar íleggjarar. Harumframt hevur Fíggjarligt Støðufesti giv ið bindandi til søgn um at læna Bank­ Nordik DKK 300 mió í ábyrgdarkapitali, treyt­ að av, at bankin ikki rind ar vinningsbýti í eitt tíðarskeið. ­ Vit halda fram við leistinum at vera ein lokalur banki við tøtt­ um sambandi við kund­ arnar. Samstundis hava vit kapitalstyrkina til at gera ein mun. Vit vilja fegin menna l a n g t í ð a r s a m b o n d og sterk samstørv og taka atlit til tørvin hjá kundum okkara, bæði í góðum og ringum tíð­ um. Hesin leisturin hevur givið BankNordik góð úrslit, eisini undir bú skaparkreppuni, og hevur samstundis tryggj að bankanum gott lønsemi, høgt kunda­ nøgdsemi og ein rætti­ liga høgan solvens, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Randi Jacobsen Fyri smáum vikum síðan fóru tveir lærarar við fjórða flokki í Skála skúla ein biltúr til Gøtu Bilurin, sum lærararnir koyrdu í, var ikki so stórur, at øll børnini kundu sita bund­ in, og tí vórðu trý børn koyrd í viðførðisrúmið til Gøtu og aftur. Foreldrini vóru forfard, tá ið tey frættu hetta, og foreldrini at einum næmingi, sum sat í viðførisrúminum, vóru so skelkað, at tey kærdu til burðin til Menta mála ráð­ ið. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna váttar, at kæran er komin til Menta­ málaráðið. Kanna kæruna Men enn veit hon ikki, hvat gjørd verður við kæruna. Kærandi foreldrini hava valt at vera ónevnd, við tað at viðurskiftini á Skála eru so smá. ­ Eg havi tí heitt á fyri­ siting mína um at kanna, hvussu vit eiga at bera okk­ um at, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon sigur tó, at um inni­ haldið í kæruni er rætt, hevur Mentamálaráðið ein trupulleika, sum tað noyðist at taka støðu til. Fyrsti lærari í Skála skúla hevur ikki hug at gera við­ merkingar til málið. Hinvegin hevur Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini fyri Ráðið fyri Ferðslu trygd greiða mening um slíkan flutning av skúla­ næmingum. ­ Eg havi ongantíð áður hoyrt um slíkt. Hatta ljóðar ikki trygt. Vanligt er at flyta skúlanæmingar við skúla­ bussi, tí børnini skulu ferðast trygg millum heim og skúla. Vit eiga altíð at seta trygdina í hásætið. Næmingarnir eiga at sita fastspentir í bussinum, og vit fara ikki at mæla til nakað annað, heldur ikki sum undantak, sigur Kári Thor steinsson, sum sigur seg væl skilja, at foreldur klaga um nevnda tilburðin. Zvonko Mrdalo, formaður í skúlastýrinum á Skála hev­ ur ikki hoyrt eitt orð um hend ingina. Hevði børn í við­ førisrúminum Foreldur á Skála hava kært ein lærara fyri at hava fylt bilin við børnum, harav nøkur sótu í viðførisrúminum3