hósdagur 19. mai 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
Sosialurin
Bogi Andreasen
Varaborgarstjóri í
Tórshavn kommunu
Havnin sum
súkklubýur
Tá eg í síðstu viku var á
høvuðsstaðarráðstevnu
í
Keypmannhavn
undir
heitinum “Grønur vøkstur”,
kom mær til hugs, at vit í
Føroyum als ikki eru aftan
fyri okkara grannalond, tá
tað kemur til at skapa eina
umhvørvisliga og grøna
samfelagsmenning. Her í
okkara lítla høvuðsstaði,
haldi eg, at vit eru rættiliga
væl við í mun til býirnar í
hinum Norðurlondunum,
tá tað snýr seg um at spara
CO2. Til dømis hava vit
ókeypis bussleið, fjarðhita,
og sum nakað nýtt fara vit
undir at hita tað nýggja
ellisheimið yviri við Strond
upp við sjóhita. Eisini er ein
spennandi vindmylluætlan
á veg úti í Nólsoy, ið fer at
gera sítt til at minka um
oljunýtsluna í kommununi.
Somuleiðis arbeiðir SEV
við eini vindmylluætlan í
Húsahaganum.
Sum føroyingar kenna
vit væl Danmark og Keyp
mannahavn, og júst danski
høvuðsstaðurin
er
víða
gitin fyri ta stóru súkklu
ment anina. Meir enn ein
triðingur av íbúgvunum
súkkla til og frá arbeiði,
skúla ella annað. So langt
verður torført hjá okkum at
koma, men tað átti avgjørt
at verið møguligt at vaksið
um
súkklumentanina
í
Havnini.
Nú hugsa helst nógv
um veðrið, og jú, gamaní
kunnu vit ikki rættiliga
samanbera veðurlag okk
ara við tað danska, tí her
er oftani bæði vindur og
nógv regn. Rætt er tað, men
ígjøgnum eitt heilt ár eru
góðveðursdagarnir ella teir
frægaru dagarnir ikki so
fáir í tali, og hetta eiga vit
at gera meira brúk av.
Í Keypmannahavn ganga
4 prosent av íbúgvunum
til og frá arbeiði, skúla ella
annað, 28 prosent taka buss
ella tok, 31 prosent koyra í
bili, meðan størsti parturin
súkkla; heili 37 prosent.
Sum
varaborgarstjóri
og formaður í byggi og
býar skipanarnevndini
í
Tórs havnar Býráð vil eg
fegin arbeiða fyri, at talið
av súkklandi og helst eisini
gangandi fara at vaksa
munandi í tali tey komandi
árini. Hetta kemur eyðvitað
ikki av sær sjálvum, og tí
mugu vit sum politikarar
tryggja, at tað gerast betri
umstøður til oftari at taka
súkkluna úr kjallaranum
um morgunin og lata bilin
standa heima í túninum.
Fyrst og fremst eiga
um støðurnar
fyri
tey,
sum kundu hugsað sær at
súkkla, at betrast munandi.
Ikki minst, tá tað kemur
til at kenna seg tryggari í
ferðsluni á súkklu. Hetta
kundi til dømis verið gjørt
við at seta gongubreytirnar
øðrumegin
gøturnar
av
til tey súkklandi, meðan
gongu fólkið
nýtir
hina
síðuna. Eisini haldi eg tað
vera vert at umrøða, um
vit ikki eiga at geva nakað
av fíggjarligum stuðuli – til
dømis 1.000 kr. – til hvønn
íbúgva, sum hevur hug til
at ogna sær eina súkklu,
ið verður nýtt til at koma
til og frá arbeiði ella skúla.
Hetta vil ivaleyst gera sítt
til, at vit fáa ein grønari,
vakrari og liviligari bý at
búleikast í.
Eg fari nú at taka spurn
ingin upp í býráðnum, so vit
kunnu fáa sett hol á kjakið
um at fáa ein grønari bý.
Millum annað við at skapa
betri umstøður fyri tey
súkklandi. Ein síðu vinn
ingur er, at nógvir íbúgvar
á henda hátt fáa møguleika
fyri at røra seg meiri, og tað
er heilsu fremj andi. Sostatt
kunnu vit við einum slíkum
átaki fáa eina sunnari bý til
gleði fyri okkum øll.
Høgni Hoydal
Stjórnarskipan ella undirskipan
Stjórnarskipanarmálið snýr
seg ikki um persónsstríð,
men um fatanir og metingar
av fólkaræði og rættindunum
hjá Føroya fólki.
Fleiri hava heitt á meg um
at gera viðmerkingar til tær
ósemjur og tey ivamál, sum
eru reist í sambandi við
stjórnarskipanarmálið – og
sjálvandi serliga til roynd irnar
at gera per sóns stríð og ákærur
til part av málinum.
Til royndirnar at gera
per sónsstríð og seta fram
ákærur, geri eg ongar bein
leiðis persónligar við merk ing
ar. Nokti rætt og slætt at taka
lut í tí. Sjálvt um eg taki mær
tað ógvuliga nær, noyðist eg at
viðganga.
Tað er sjálvandi væl skill
igt, at fjølmiðlarnir vilja við
gera eitt mál, har álvars ligar
ákærur verða settar fram. Ikki
minst mill um floks felagar og
ímóti floks for monnum. Men
tá haldi eg, at fjøl miðlarnir
sum minsta mark eiga at finna
fram, greina og meta um fakta
í málin um. Hvat er rætt og
hvat er skeivt í tí, sum verður
borið fram – og tí sum verður
lagt fólki í munn og muru? Og
hvat er kjarnin í málinum?
Ósatt at breið
semja var í fjør?
Nú er stjórnarskipanarmálið
eitt sera týdningarmikið mál.
Tað snýr seg um fólkarætt
og rættindini hjá føroysku
tjóðini og øllum borgarum í
Føroyum.
Undirritaði er lagdur und
ir at siga ósatt, tí eg havi
víst á, at fyri einum ári síð
ani var ein breið semja um
stjórnarskipanaruppskotið.
Er hetta ósatt? Bara við
at leita á netinum í tveir
minuttir eftir tí, sum varð
sagt fyri einum ári síðani, ber
til at staðfesta, at m.a. hetta
varð skrivað, eftir at nevndin
legði sítt uppskot fram – frá
teimum, sum nú siga, at ongin
semja var:
August 2010 á løgtingi:
“Tann 6. mars 2010 løgdu §
25 umboðini fyri Sam bands
flokkin,
Tjóð veldi,
Fólka
flokk in, Javnaðar flokkin og
Sjálv stýris flokkin
í
semju
(Miðflokk urin tó við fyri varni)
upp skot um Stjórn ar skipan
Før oya fyri Løg tingið, sí løg
tings mál 140/2009.”
Úr viðmerking í Dimmu
og
Sosialinum,
juni
2010:
“Stjórnarskipanin tann søgu
liga tjóðskaparliga semj an
millum allar flokkar á løg
tingi.”
Úr virðmerking í Dimmu
15. Juni 2010: “Uppskotið til
stjórnarskipan er eitt gott
úrslit av friðarligum ting
ingum. Men har var semja.
Og tað er ikki so sexut í tíð
indahøpi. Klandur er meira
catchy.”
Úr
fráboðan
frá
ABC
landsstýrinum, juni 2010: ”...
uppskotið til stjórnarskipan
kann verða smíðað liðugt í
teirri sátt og semju, sum hevur
eyðmerkt gongdina higartil.”
Uttanhýsis uppí
blanding og broytingar
Síðani eri eg lagdur undir
at siga ósatt um, at tann
uttan hýsis
uppíblandingin
frá donsku stjórnini og ser
frøðingum sum kom í summ ar,
hevur elvt til, at tann søgu liga
semjan tíverri fór sundur við
tí broyt ingarupp skoti, ið nú
varð lagt fram. Eisini eru tey
orð løgd mær í munnin, at eg
skal hava ákært persónar og
flokkar fyri at renna ørindi
fyri Lars Løkke Rasmussen.
Men slík orð havi eg als ikki
nýtt um nakran – tíansheldur
lopið á nakran persón.
Staðfestingin er hin vegin
bert gongdin í mál in um her
heima, har sam bandsflokkurin
hevur kravt grundleggjandi
broytingar vísandi til krøvini
frá donsku stjórnini.
Hetta varð sagt skriv liga
frá løgmanni og sam bands
flokkinum 14. juni 2010 í fjør,
eftir at danski forsætis ráð
harrin og danska løgmála ráðið
løgdu seg út í málið:
“Tá ið grein 25 nevndin
legði fram sítt uppskot til
stjórn ar skipan, kom eg til ta
niður støðu, at iva mál vóru
um, hvørt upp skotið sam
svarar við heima stýris lógina
og yvirtøkulógina (...)
Síðani havi eg tikið spurn
ingin upp við danska for
sætisráðharran, Lars Løkke
Rasmussen á ríkisfundinum
herfyri, serliga nú danska
Løgmálaráðið
eisini
hevur
skrivað
løgfrøðiligt
upprit
um málið. Á fundinum gjørdi
forsætisráðharrin greitt, at
danska stjórnin metir, at um
uppskotið verður samtykt í
verandi líki, er tað at meta
sum, at Føroyar fara úr ríkis
felagsskapinum.
Eg
boðaði
forsætis ráð
harr anum frá, at dialogur er
millum politisku flokkarnar
í Føroyum um, hvussu vit
koma víðari í málinum, og
at vit venda aftur til donsku
myndugleikarnar, tá henda
viðgerð er liðug.”
Broytingarnar í
uppskotinum
Úrslitið er nú, at ein røð av
broytingaruppskotum
eru
gjørd
til
semjuuppskotið
frá í fjør, sum broyta grund
leggjandi partar av lógini.
Hetta er sjálvsagt gjørt til tess
at fáa sambandsflokkin at
taka undir – og tað er so eitt
val.
Men nú eru tríggir –
kanska fýra – flokkar, ið ikki
kunnu taka undir við, at
stjórnarskipanin er grund
leggjandi broytt og vend á
høvdið.
Í øll tey 12 árini, vit
hava arbeitt við føroyskari
stjórnarskipan, hevur grund
arlagið
undir
arbeiðinum
verið, at ein stjórnarskipan,
ið
skal
samtykkjast
av
fólkinum, sjálvandi er oman
fyri allar aðrar lógir, ið ikki
eru samtyktar av fólkinum.
Annars er ikki talan um
fólkaræði.
Øll hesi árini hevur tí staðið
greitt í formælinum til lógina:
“Landsins egnu lógir eru
einans tær, sum gjørdar eru
á rættan hátt í landinum
sjálvum eftir fólksins vilja (...)
Allar lógir og siðvenjur skulu
virða
hesa
stjórnarskipan.
Eingin lóg ella siðvenja má tí
vera hildin at hava gildi, bara tí
hon er eldri enn henda skipan
ella hevur virkað í langa tíð.”
Men hetta er nú strikað.
Ístaðin er sett inn henda
orðing:
“Stjórnarskipanin virðir teir
stjórnarrættarligu sátt málar
og avtalur, sum eru í gildi, tá
hon verður sett í verk (...)”
Vit eru sostatt farin frá
einum grundarlagi, har all
ar aðrar lógir skulu virða
ta stjórnarskipan, sum Før
oya fólk samtykkir. Til eitt
grundarlag, har okkara stjórn
arskipan skal virða allar aðrar
lógir, sum ikki eru sam tyktar
av fólkinum.
Stjórnarskipan
ella undirskipan
Uttan mun til, hvat vit halda
um hetta, so krevur tað eina
gjølliga grundgeving frá teim
um, ið skjóta upp at gera hesa
broyting.
Saman við mongum øðrum
broytingum,
er
talan
um
týdn ingarmiklar broytingar,
sum eftir okkara tykki venda
mongum á høvdið. Í besta føri
kann tað elva til sama eljustríð
um tulkingar og rættarstøðu
føroyinga sum tjóð. Í ringasta
føri kann tað elva til, at danska
grundlógin, heimastýrislógin,
yvirtøkulógin og aðrar lógir
verða
tulkaðar
at
verða
samtyktar av fólkinum og til
at hava hægri rættar gildi enn
okkara egna stjórn ar skipan
(eins og løg mað ur saman við
danska for sætisráðharranum
boðaði frá í fjør).
Hetta er tann politiska
kjarnin í málinum, sum fólk
kunnu taka støðu til og meta
um. Onkur heldur, at tað er
neyðugt at gera hesa broyting
fyri at fáa semju, og tulkar
broytingarnar øðrvísi, enn eg
her havi víst á. Tað ber so til at
viðgera ta ósemjuna sakliga.
Vit í Tjóðveldi hava bæði
í tingbólki og í aðalstjórn
floksins
viðgjørt
væl
og
virðiliga, hvør støða okkara
er og hava støðugt mælt til
semjuroyndir, heldur enn at
leggja
verandi
broyt ingar
uppskot fram. Somu støðu
hava tríggir aðrir flokkar.
Tað snýr seg um fólkaræði
og alt tað grundarlag, ið før
oyska sjálvstýrisrørslan hev
ur bygt á. Og tað snýr seg
um, hvørt vit vilja eina demo
kratiska stjórnarskipan ella
eina undirskipan. Tað átti at
borið til at funnnið semju um
tað.