Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 Sosialurin Kjak Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Tjóðveldi biður Kaj Leo hjálpa sær at loysa Tú veitst ikki um tú skalt gráta ella flenna, tí hetta er hóast alt eitt álvarsmál. Á skránni fyri tingfundin fríggjadagin stóð eitt upp­ skot frá Tjóðveldi, um at loysa úr ríkis felags skap­ in um. Málið hevur ligið í uttanlandsnevndini í eina tíð, men nú varð skotið upp at krevja tað úr aftur nevndini, soleiðis at tað kundi verða avgreitt. Eg má rósa teimum ting­ fólkunum, sum sóu støðuna ov álvarsama til at taka undir við uppskotinum, og tí vóru við til at fella tað. Meðan fíggjarnevndin leitar eftir smápengum Seinastu vikurnar hev ur fíggjarnevndin hjá løg ting­ inum arbeitt dúgliga við karmunum fyri 2012. Tog­ anin hevur verið øðilig, tí onkur vil hava eina millión flutta henda vegin, meðan onkur annar vil hava tvær milliónir ein annan veg. Eisini hevur spurningurin verið frammi, um hvussu býtið skal vera millum spar­ ingar og hækkað avgjøld. Áðrenn løgtingið fekk uppskotið til viðgerðar, vóru eisini harðar samráðingar í landsstýrinum um sama mál, og tað endaði við, at sam gongan slitnaði. Í tølum eru ósemjurnar kanska ikki so stórar, men roknistykkið má so ella so ganga upp. Loysing Mitt í øllum hesum rokinum, kemur eitt uppskot klask­ andi inn á tingborð um at loysa Føroyar úr ríkis­ felags skapinum. Nú tosa vit ikki bara um nakrar fáar milliónir henda veg ella handa veg, ella onkra lítla skatta hækk ing, nei nú stendur ein heil milli­ ard uppá spæl. Góðar 600 mió. krónur í blokkstuðli umframt aðrir ágóðar frá ríkinum skulu strikast av fíggjarlógini við einum penna stroki. Nú ber knapp­ liga alt til. Og har sótu vit í løg­ ting inum á miðari nátt og kjak aðust um, hvør skuldi gjalda fyri barnsins fyrsta sjúkradag. Og úrslitið gjørd­ ist, at arbeiðsgevararnir fingu rokningina, tí sagt varð, at landskassin hevði ikki ráð at gjalda ­ sami landskassi, sum somu fólk siga, hevur ráð at missa yvir 600 mió. krónur um árið! Hvar er logikkurin? Hóskandi kundi verið at spurt, um ætlanin er at spara allar 600 milliónirnar, ella um føroyingar skulu gjalda 600 milliónir meira í skatti? Ella skulu kanska 300 milliónir finnast við sparingum og hinar 300 við skatti? ­ Fólk mugu vera blivin óð í høvdinum. Soðið tynnist Ein troyst í øllum hesum er tó, at føroyingar hava fingið eyguni upp fyri full­ veldisvandanum, og tí er undirtøkan fallandi. Fullveldislandsstýrið frá 1998 hevði hóast alt eina ávísa styrki. Meirilutin á løgtingi fylgdi teirra ætl an, og embætisfólkini spældu eisini væl við. Nú má har­ aftur ímóti sigast, at Tjóð­ veldi er munandi viknað, tí nú skjýtur flokkurin upp at fáa løgtingið at heita á ein sambandsløgmann um at fyrireika loysingina, so har kunnu ikki vera nógv skot eftir í byrsuni. Skuldi tað hent, at løgtingið samtykti uppskotið, so hevði tað framvegis verið upp til Kaj Leo Johannesen at gjørt av, hvussu nógva orku hann skuldi lagt í hetta arbeiðið, og kenni eg hann rætt, so hevði loysingin neyvan fingið hægstu raðfesting. Fríðálvur Jensen SALT er eitt mentanarligt kraftlop! Eg havi ikki førleikan at meta um, um verandi bygningur kann nýtast og hvørjar ábøtur skulu til, men eri ómetaliga fegin um tað avgerð politiski myndugleikin hevur tikið – eitt satt mentanarligt kraft­ lop! Havi fylgt eitt sindur við í kjakinum, um tað yvirhøvur skal loysa seg at fara undir slíkt og um ein slík verkætlan hevur lív lagað – o.s.fr. Jú, tað er ongin ivi um, sum eg havi ført fram í fleiri umførum, at tað politiskt og hugburðsliga verður skonkt einari slíkari og øðrum ætl­ un um vilja og pening, setir nakað á skrá og skapar lív og vónir – tað er tað mentanini tørvar! Onkur hevur borið fram, at skal ein nú noyðast at ferð­ ast alla longu leiðina suður í Suðuroynna fyri at taka lut og annað – er leiðin serliga long, tá ein nú kann fara við familjuna og øðrum fyri at njóta ta betri tænastuna, sum ein slíkur mentanardepil fer at bjóða? Tað er í lagi, at vit seta kritiska eygað á tað, sum fer fram, men eitt kunnu vit væl semjast um, og tað er, at tað er brúk fyri júst hesum, at vit stimbra undir mentanina og geva henni góðar karmar – tað er tað, vit eru vitni til! Fyri at endurtaka meg sjálvan, so er tað júst ment an­ in, sum stendur eftir, tá nógv annað fellur, so her er ongin ivi í mínum hugaheim, at politiski myndugleikin hevur torað at taka eina avgerð, sum fer at stimbra undir mentanina í Suðuroynni og okkum ØLLUM at frama! Tað er IKKI brúk fyri døprum og tyngjandi útsag­ num í slíkum, sum hesum, tí eg eri ikki í iva um, at her fer nakað gott og uppbyggjandi at síggjast – lat okkum fegn­ ast um tað! Sum eg havi ført fram fyrr, so er hetta økið tengt at, hvussu vit vilja stilla okkum mótvegis mentanini, og um tað nú er neyðugt við slíkum íløgum, men eg eri onga løtu í iva um, at ALLIR suðringar og onnur fegnast um, at nú fer okkurt at síggjast aftur – tað hevur sanniliga eisini týdning fyri trivnaðin og annað. Tað er eisini fantastiskt at hoyra, at Klaksvíkar Komm­ una ger nakað við mentanina í Norðoyggjum. Tónleika­ og mentanarliga eri eg ómetaliga fegin og takksamur! - og so fingu vit eisini eitt tekin um, hvussu mentanarliga fatanin og viljin er Edva Jacobsen Barnapsykiatri má og skal raðfestast høgt Tað kann ikki góðtakast í einum værferðarsamfelag, at børn bíða upp til 2 ár, og kanska longur, fyri at fáa eina sjúkustaðfesting. Bíðitíðin má niður Tað er sera týdningarmikið, at bíðitíðirnar eru so mikið stuttar, at børnini skjótast til ber fáa eina ‘’diagnosu” og harvið beinanvegin fáa rætta viðgerð. Hetta er sera umráðandi fyri barnið sjálvt og alla familjuna, sum er um barn­ ið. Um tað gongur ov long tíð til ein sjúka verður stað­ fest, kann menningin av barn inum steðga upp, og í ringasta føri fær barnið afturstig í bíðitíðini. Barnapsykiatri má fáa betri umstøður Tann umberingin, at vit ikki eru komin longur í Føroyum, tí tað eru so nógv í okkara grannalonum, sum hava so stóran tørv á barnapsykiatri, hon heldur ikki. Vit mugu taka hond um okkara børn og arbeiða hart fyri at barnapsykiatri fær góðar umstøður at virka undir. Tað má vera okkara mál, um vit framhaldandi skulu kalla okkum eitt væl­ ferðarsamfelag fyri øll. Hettar er ein av orsøk­ unum til at eg atkvøddi NEI til Salt­projekt.