Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 2 VIKUSKIFTI Endurnýtsla Inna Tørnroos Inna@sosialurin.fo »Nú er várið ávegis, og allar leingjast vit eftir onkrum nýggjum at fara í. Leita innast í tínum klædnaskápi og finn tað fram, sum tú er troytt av, sum tú er blivin ov tjúkk til ella sum tú ikki brúkar.Tak tað við til okkara klædna­ ball«. Soleiðis ljóðaði inbjóðing, sum eg fekk einaferð í apríl í ár. Grannin Maria hevði sent teldupostin til einar 20 kvinnur, hon kendi, og 14. mai skuldu vit so allar savnast heima hjá henni. Eg hevði ongantíð roynt klædnaball fyrr, men fleiri av teimum, ið vóru við, høvdu royndir frá øðrum vinkonum og kastaðu seg yvir buksir og blusir. Klæðini vóru hongd og løgd um alt húsið, og so var bara at hyggja at, kenna og royna. Summar høvdu ein posa við, aðrar heilar sekkir. Eg hugsaði fyri meg sjálva, at míni gomlu klæði fór helst ongin at vilja hava. Síðani skrivaðu vit navn okkara á ein lepa, og so var drigið um, hvør skuldi velja fyrst. Tað var ein blusa frá merkinum Odd Molly, ið fór fyrst. Eg sat og vónaði, at ongin fór at taka mína Esprit blusu, sum eg hevði funnið í einum kamari. Og takk og lov, eg fekk hana. Og bilsin var eg, tá fleiri av teimum 12 kvinn­ unum valdu míni gomlu pløgg at taka heim við. Vit vóru allar glaðar og nøgdar, tá vit fóru avstað, og púra samdar um, at hetta má gerast umaftur. Alt við máta redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Jenis av Rana / Jens Kristian Vang 2 Klumma: Alt við mátA 4 IntERVIEw: Jenis Av RAnA 6 tIPS: PRikkAR í summARmótAnum 8 90 SEKund: thoRduR thoRsteinsson 10 tIl aRbEIðIS: sunnevA dAlsgAARd hAnsen 12 Í RangaStRúPan: Ymiskt úR miðlunum 12 umaftuRaftuRum: høgni dJuRhuus 14 baKgRund: mAðuRin vAR fulluR í lYgn 16 albERt ISfEldt: á feRð í usA 20 baKgRund: PolitiskuR RuðuleikA ellA veRuligt fólkARæði 22 KaPPIngaR: vinn góðAR vinningAR 24 mIðlamJaRR: tAð sigA teY á fAcebook og í miðlunum 27 tað hEndIR: konseRtiR, tiltøk, bøkuR og AnnAð 28 VIKumyndIn: hús á flogi INNIHALD klumman Eyðun Klakstein myND: tIlvIldaralIg At keypA brúkT klæði hevur LeINgI verið moDerNAð! Nú skuLu vit ikki bArA brúkA og tveitA burTur – vit kuNNu heldur gevA til eNDurNýTsLuHANDLAr. ellA ber til At gerA sum NógvAr kvINNur Nú gerA – hAv eitt kLæDNAbALL skift um klæði! Vit liva í eini tíð, har vit eru blivin klókari. Vit vita betur. Vit læra skjótari. Tey, sum vita, eru meira sannførandi, enn tey plagdu at verða. Og vit taka tey fyri fult. Tí er lítil ivi longur um, hvat vit skulu gera. Hvat vit skulu eta. Hvussu vit skulu eta. Hvat vit ikki skulu drekka. Hvat vit skulu gera. Og hvussu vit skulu liva. Seks fruktir um dagin, fleiri grovar breyð­ flísar, nógv grønmeti, og so sært tú beint inn í lovaða landið. Og megnar tú so eisini at droppa allar feitar sakir og søtar freistingar, drekkur vatn og rørir teg ein hálvan tíma um dagin, ert tú næstan fullkomin sum menniskjað og persónur. Hetta er tann nýggja sektin – tað sokallaða heilsugóða lívið – heilsusektin. Renniklæðini eru uniformurin. Høg banan­ føring er merkið. Og ein rá gularót er svarið. Nógv av okkum hava uttan iva brúk fyri einum uppsangi, støðugari áminning og góðum ráðum um kost og lívsførslu – ikki minst í einum samfelagi við sjúkligari kaku­ mentan. Men í løtum tykist tað – sum við so nógvum tingum ígjøgnum allar tíðir – at fólk hava hug at yvirdríva. Fara ov langt. Blíva so korrekt, at tað er við at verða ókorrekt. Verða góð ráð og ráðgevingar tikin fyri fult og fylgd fult og heilt, endar tað sjáldan gott. Onkunstaðni mugu vit brúka okkara egna sunna skil og taka til okkum bestu ráð­ ini, sum nakar nakrantíð hevur givið – alt við máta! Tíbetur hoyrast eisini røddir, sum í hesum kostárinum, mæla til, at vit við hvørt falla fyri freistingini við góðari samvitsku. At vit onkuntíð loyva okkum tann góða dropan, ta feitu sósuna, tað salta junkið og tað søta góðgætið. Og soleiðis skal tað verða. Eitt heilsugott lív snýr seg eisini um onkuntíð at loyva sær tað, sum ikki er loyvt. Og onkur má sláa eitt slag fyri freistingunum og fallinum. Hava vit onkuntíð hug til nakrar flísar av turrari grind, so eta! Hevði ein pizza onkuntíð komið væl við á miðjari nátt, so ger tað! Kundi tú hugsað tær ein cola ein seinnapart mikudag, so drekk! Men alt við máta – bæði tað góða og tað minni góða.