hósdagur 19. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
4
VIKUSKIFTI
– ÆtlanIn við mennIsKjanUm var føgur, men vit síggja aVleIðIngarnar
av tí fría VIljanUm hjá menniskjum. mannalyndI er ikki sKapt til
at hava óaVmarKaðan frían vilja, tí tað endar í totalum KaosI,
sIgUr politikarin jenIs aV rana. vit hava hItt hann til eitt prát
um polItIKK, liberalisering og fría VIljan hjá menniskjanum
Fríi viljin
skapar kaos
IntervIew
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu 17 árini hevur hann verið
ein profilur í føroyskum politikki,
og hann telist millum royndastu løg
tings fólkini í løtuni. Umstríddur fyri
síni avgjørdu sjónarmið, kallaður
popu listiskur og tað, sum verri er, av
sínum mótstøðufólkum, men elskaður
av sín um egnu fyri at hava eina greiða
støðu í sosialum og etiskum málum.
Jenis av Rana varð valdur á ting
fyrstu ferð í 1994, og meginpartin av
tíðini síðani hevur hann verið for
maður í Miðflokkinum. Hann hevur
hesi árini markerað seg í politiska
kjak inum við greiðum hugsanum á
sosiala økinum, og í etiskum málum
er út gangsstøðið í Bíbliuni.
Men eisini Jenis og Miðflokkurin
mugu við hvørt lúta, hóast viljin at
stríðast er fúsur. Seinastu tíðina hevur
løgtingið samtykt uppskot um eitt
nú at loyvi Rúsdrekkasøluni at hava
opið leygardagar, og seinast fingu før
oyingar loyvi at bryggja sterkt her á
landi.
Vit hittu Jenis av Rana til eitt
prát um politikk, frían vilja og
libe ra lisering av rúsdrekkasølu og
framleiðslu.
hvussu kennist tað, tá uppskot
um at bryggja sterkt í føroyum
verður samtykt í løgtinginum?
– Hatta vísur bara týdningin av,
at Miðflokkurin eigur at fáa størri
undir tøku, tí hatta hevði ikki hent,
um vit vóru við í eini samgongu.
Hatta vísur eisini, at løgtingsfólk við
líkn andi etiskum hugsjónum sum vit
í Miðflokkinum standa veik inni í
traditionellu flokkunum. Tað verður
tosað um, at nú eru vit sloppin undan
einum blokerandi minniluta, men har
vóru fólk, sum kundu havt syrgt fyri,
at uppskotið um at bryggja sterkt varð
felt. Tey kundu í sínum egnu flokkum
arbeitt fyri, at flokkurin og samgongan
ikki tóku undir við uppskotinum. Og
tí haldi eg, at hesi fólkini hava einki at
hava sagt í traditionellu flokkunum,
tey skulu bara savna atkvøður til
flokkarnar. Tá ið ástendur, so hokna
hesi fólkini. Hetta var eisini ein orsøk
til, at vit stovnaðu Miðflokkin.
men er tað neyðugt at stríðast
so hart ímóti rúsdrekkamálum?
– Tá ið tað kemur til rúsdrekka, eru vit
knívskorin í Miðflokkinum. Vit vilja
ikki hava nakað við rúsdrekka at gera.
Vit leggja einki í, um etikettin er pólsk
ella føroysk. Summi siga, at tað er eitt
dupultspæl, at vit nokta føroyingum
at bryggja sterkt, samstundis sum vit
kunnu innflyta rúsdrekka. Og tað
kann væl verða, men soleiðis hugsa
vit slettis ikki. Vit eru púra greitt
ímóti øllum uppskotum, sum gera
tað lættari at fáa hendur á rúsdrekka
ella at framleiða tað.
– Rúsdrekka er størsti einstaki
oyðileggjandi faktorin í føroyskum
samfelagnum. Rúsdrekka er størsta
hóttanin ímóti føroysku familjuni,
ímóti børnunum og ímóti hjúnum.
Og vit vilja tí einki hava at gera við
uppskot, sum hava við liberalisering
av rúsdrekka at gera.
– Onkur førdi fram, at tað fór at
skapa arbeiðspláss í Føroyum, um vit
góvu loyvi at bryggja sterkt her heima.
Men vinnan sigur sjálv, at tað fer ikki
at skapa nógv arbeiðspláss. Hinvegin
so vita vit, at tað skapar arbeiðspláss á
Almannastovuni, í heilsuverkinum, á
Bláa Krossi, á Heilbrigdi og, ja, eisini
hjá teimum, sum gera kistur og koyra
líkbilar.
men hvussu kennist tað
so, tá ið uppskot, sum tit
eru so hart ímóti, verða
samtykt í løgtinginum?
– Vit klára sjálvsagt ikki at fáa øll
okkara sjónarmið ígjøgnum, tað
megnar eingin politiskur flokkur.
Men eitt er tann beinleiðis ávirkanin,
sum vit hava, tá ið vit kunnu verða
við at fáa uppskot ígjøgnum, ella tá
vit kunnu blokera onkur uppskot,
men tann óbeinleiðis ávirkanin,
sum Miðflokkurin hevur, er helst
enn størri. Óbeinleiðis ávirkan er,
at hinir flokkarnir vita, at vit eru til
staðar í løgtinginum, og teir vita, at
teir kunnu ikki sníkja umstrídd mál
ígjøgn um, uttan at vit gera vart við
teg. Tað ger, at flokkarnir ásanna,
at teir kunnu missa meira enn teir
vinna við arbeiða fyri málum, sum
vit eru hart ímóti. Hendan ávirkanin
hjá Miðflokkinum er stór. Vit eru salt
fyri samfelagið. Líka so væl sum salt
verjir mat, so verja vit samfelagið.
men er tað neyðugt hjá
lóggevandi valdinum at gera
av, um fólk drekka ella ikki?
– Eitthvørt føroyskt samfelag skal
skipa seg við lógum, og vit hava
eitt stórt tal av lógum í Føroyum.
Vit hava lógir, sum skipa ferðsluna,
fiski skapin og øll hugsandi onnur
sam felagsviðurskifti. Vit kunnu bara
ímynda okkum, hvussu støðan hevði
verið, um vit ikki høvdu ferðslureglar.
Summi flokkar ganga høgt upp í lógir
á vinnuliga flokkinum, meðan Mið
flokk urin gongur kanska hægri upp í
lógir á øðrum økjum. Vit halda, at rús
drekka er so oyðileggjandi, at høvdu
vit kunnað sett eitt forboð ímóti
rúsdrekka, so høvdu vit gjørt tað.
– Eg haldi eisini, at tey, sum duga
at drekka við máta, skuldu sagt, at
»jú, vit duga at brúka rúsdrekka, men
tað eru so nógv fólk, sum ikki duga
tað, og avleiðingarnar av tí eru so
stórar, at eg vil heldur hugsa um hini
enn meg sjálvan, og tí skuldu vit havt
eitt forboð ímóti rúsdrekka«.
men er hetta ikki bara gongdin í
einum modernaðum samfelag?
– Vit skulu ikki taka ímóti allari
ávirkan úr útlandinum, tí tað skal
eitast at verða modernað. Vit hava
eitt fan tastiskt samfelag – eitt gott og
tolerant samfelag, her við eru trygg
og hava tað gott. Eg síggi avgjørt
ikki alt tað, sum kemur rekandi inn
á okkum, sum gott, og vit skulu ikki
boyggja okkum fyri tí uttan víðari. Eg
haldi heldur, at vit skuldu givið øðr
um londum nakað frá okkum.
hvat heldur tú um fría
viljan hjá menniskjum?
– Ætlanin við menniskjanum var
føgur, men vit síggja avleiðingarnar
av tí fría viljanum hjá menniskjum.
Vit uppliva neyð og elendigheit, drap
og kríggj í stórum parti av heiminum.
Hvønn dag eru eini 60 ella 70 kríggj
í gongd kring heimin, og nógva
staðni hevur eitt menniskjalív einki
virði. Túsundtals fólk doyggja hvønn
dag av hungri ella sjúku, hóast tað
ikki nýttist at verið so. Høvdu vit
býtt meira javnt, so høvdu vit ikki
upplivað alla hesa neyðina. Men tað
er fríi viljin hjá menniskjanum, sum
ger hetta. Mannalyndi er ikki skapt
til at hava óavmarkaðan frían vilja,
tí tað endar í totalum kaosi.