Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 5 VIKUSKIFTI Fakta Navn: Jenis av Rana Aldur: 58 ár Bústaður: Havn Starv: Løgtingsmaður og kommunulækni Løgtingsmaður síðani 1994 Formaður í Miðflokkinum 1994-97 og síðani 2001 – Vit skulu ikki taka ímóti allari ávirkan úr útlandinum, tí tað skal eitast at verða modernað. Vit hava eitt fantastiskt samfelag – eitt gott og tolerant samfelag, her vit eru trygg og hava tað gott, sigur Jenis av Rana mynd: JenS KrISTIan Vang Hvør er tín størsti politiski sigur? – Tað mann vera, at vit fingu avtikið einkarættin á loftmiðlaøkinum, so vit kundu fáa Guds orð út í himmal­ rúmið. Tað var eitt drúgt stríð, men tað lukkaðist. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at vit stovnaðu Mið­ flokkinum og fóru upp í politikk. Eg eri eisini glaður fyri at hava virka fyri, at Løgtingsins Umboðsmaður gjørdist veruleiki, og at vit nú hava javnsett øll børn í Føroyum, so at foreldur kunnu verða heima hjá teimum fyrsta sjúkradagin við løn. Hvør er tín størsti ósigur? – Eg meti tað sum ein ósigur, at eg ikki havi fingið gjørt meira við spurningin um fosturtøku. Talið á fosturtøkum í Føroyum er minkað seinnu árini, men vit eiga at tryggja, at øll børn hava rætt at verða fødd. Men stríðið hjá okkum í hesum máli heldur fram. Hvat vilt tú, at øll skulu vita um teg? – Um tey so einki annað vita um meg, so vil eg, at tey skulu vita, at eg elski Jesus. Sigrar og ósigrar Jenis av Rana hevur í 17 ár verið lands polit ik ari, og hann hevur sum allir aðrir politikarar upplivað politiskar sigrar og ósigrar