hósdagur 19. mai 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
Sosialurin
Lærara í
forritan og tøkni
til teldustøðingaútbúgvingina
Um teldustøðingaútbúgvingina
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri
framhaldsútbúgving, ið tekur 2½ ár.
Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum
um systemmenning, forritan, tøkni
og virki. Kjarnuøkini eru system
menning og forritan; tøkni og virki
eru ætlað at stuðla undir kjarnuø
kini. Umframt hetta eru seinast í
útbúgvingini sergrein, praktikk og
høvuðsuppgáva. Neyvari kunning um
útbúgvingina er á heimasíðu skúlans:
www.fh.fo.
Arbeiðsuppgávur
tínar eru m.a. at:
• undirvísa í viðkomandi læru
greinum innan forritan og tøkni
(eitt nú softwarearkitektur og
distribueraðar skipanir)
• leggja til rættis undirvísingar
gongdir, verkætlanir og próvtøkur
• leggja til rættis fakliga innihaldið
í útbúgvingini í samstarvi við
undirvísarar á útbúgvingini og
leiðslu skúlans
• luttaka í ráðlegging og verk
ætlanum á skúlanum
Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving á
kandidatstigi ella aðra hægri
útbúgving, ið gevur førleikar at
undirvísa teldustøðingum
• hevur áhuga í undirvísing
• dugir væl at samstarva og
samskifta
• vilt vera við til at menna útbúgv
ingina og skúlan
• dámar at taka við nýggjum
avbjóðingum
Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt,
at umsøkjarin hevur royndir við
líknandi undirvísing.
Lesandi, sum eru um at vera liðug
við útbúgving sína, eru eisini vælko
min at søkja.
Vit kunnu m.a. bjóða:
• eitt fakliga mennandi undir
vísingarumhvørvi
• eftirútbúgvingarmøguleikar
• góðar arbeiðsumstøður
• ein spennandi og gevandi
gerandisdag
Setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað og verður
sett eitt ár í senn. Talan er um
parttíðarstarv, setanarbrøkur verður
avtalað við tann ella tey, sum sett
verða. Starvsstaður er Handilsskúlin í
Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút
búgvingini verða løntir sambært
galdandi sáttmála.
Starvið verður sett skjótast til ber og
í seinasta lagi 1. august 2011, um
ikki onnur avtalað verður gjørd.
Umsóknir:
Umsóknir við avritum av viðkom
andi skjølum vera at senda Føroya
Handilsskúla, Marknagilsvegi 77,
Postsmogu 177, 110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi 14. juni 2011.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo
Fleiri upplýsingar
um starvið kunnu fáast
við at venda sær til
Ainu L. Knudsen á
telduposti alk@hsh.fo.