Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 27 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein ToppdysTur hjá kvinnum sunnudagin møtast tey bæði sterkastu liðini í kvinnukappingini í fótbólti. higartil hava hvørki kÍ, sum eru meistarar, ella AB, sum eru avbjóðarar, tapt nakran dyst, og liðini liggja 9 stig framman fyri tey næstu í røðini. kÍ og AB hava spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum, og tá endaði tað við javnleiki á Argjum. nú hittast liðini til nýggjan toppdyst, og hesaferð verður spælt í klaksvík. KÍ-AB kvinnufótbóltur sunnudagin 22/5 kl. 13.00 BáTAsTevnA Í vesTmAnnA hetta vikuskiftið hava tey bátastevnu í vestmanna. Tað er 10. árið á rað, at bátastevna er har, og undanfarin ár hevur tiltakið riggað óføra væl. nógvir bátar, húsvognar og nógv fólk luttaka á stevnuni, sum bjóðar fjølbroytt undirhald. Tað ber til at uppliva barnaundirhald, dans, ATv koyring í jføllunum, sølubúðir og mangt annað. meira kann lesast um tiltakið á vif.fo. BátAstevnA Í vestmAnnA Fríggjadagin 20/5 og leygardagin 21/5 ediTh mørkøre FrAmsýning Í runAvÍk Dýra biðidag kl 14.00 verða dyrnar latnar upp fyri listaframsýning við Edith Mørkøre í Gallarí Elisabeth í Runavík. Gallarí Elisabeth er nýggja gallaríið á Heiðavegi. Framsýningin er opin fríggjdagin, leygardagin og sunnudagin. edith mørKøre Framsýning í Gallarí Elisabeth Fríggjdagin 20/5-Sunnudagin 22/5 BygdAsTevnA Í hvAlBA Hetta vikuskiftið hava tey bygdastevnu í Hvalba, og har hava tey mangt og hvat á skránni. Burtur úr skránni kann nevnast fótbóltur, felagssangur, útferð í Lítla Dímun, matsølur, hoppiborgir, kalt borð, dansur og annað. BygdAstevnA Í hvAlBA Fríggjadagin 20/5 og leygardagin 21/5 jAck spArrow ger AFTur um seg Fjórði filmurin í røðini um pirates of the carribean kann í hesum døgum upplivast í biografum kring heimin. søgan um jack sparrow og hansara ævintýr er hugtakandi og populer, og filmsrøðin heldur fram við nýggjum hendingum. Filmurin bjóðar action, ævintýr, undirhald og skemt. PirAtes of the CArriBeAn: on strAnger tides Biograffilmur hósdagin 19/5- Fm Í svimjing komandi dagarnar fara bestu svimjararnir í landinum at kappast um føroyameistaraheitini í teimum ymsu greinunum og teinunum. sjónvarpið hjá kringvarpinum fer at senda frá finalunum fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, so tá verða landsins bestu svimjarar veruliga í andgletti. fm Í svimjing svF 20/5, 21/5 og 22/5