Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 6 Sosialurin kappingin Summar Sambært ferðaætlanini hjá At­ lantsflogi verður flogið higar tvær ferðir um vikuna, mánadag og hós­ dag. Fyrsti túrurin verður longu 2. juni og verður flogið higar fram til 1. september til Stansted­flogvøllin, ið er triðstørstur í Onglandi. Um London kann sigast, at hann hevur alt sum krevst til ein slíkan metropol. Her nýtist ongum at keða seg, tí í hesum milliónsbýnum er okkurt til øll. Spurningurin er, um fýra dagar eru nóg mikið í býnum. Men, sum sagt verður, ­ ein kann altíð koma aftur. Út í heim Hin stóri flogvøllurin í Londin, Heathrow er nógv brúktur, men tað tekur kortini einki frá tí minna í Stansted. Higar flúgva føroyingar og 23 milliónir onnur ferðafólk um árið, og orsøkin til hetta er júst hon, at fleiri flogfeløgum við lágprísum brúka henda flogvøllin. Hinvegin eru eisini hópurin av ferðamálum at velja millum, hjá teim um ið vilja fara longur út í heim fyri ein sámiligan prís. Ein annar fyrimunur við tveim­ um fráferðum um vikuna til Stan­ sted ger, at føroyingar kunnu halda eitt langt vikuskifti í býnum. Prís­ urin fyri flogferðina er 4.405 krónur, og tá er ferðin íroknað, umframt innivist á hotelli. Aftur í summar fáa føroyingar høvið at flúgva beinleiðis til stórsligna metropolin í Onglandi – London, hagani allur heimurin stendur opin. Langt og lívligt í London SNØGGUR Alt er gjørt fyri at tann ferðandi skal føla seg væl og verða væl kunnaður, tá hann ferðast um flogvøllin í Stansted KiosKin í K jallaranum selur á bátastevnuni pizza, pylsur, toast, sodavatn, Kaffi, KøKur, popKorn, candyfloss, soft-ice o.m.a. opið leygardagin Kl. 14-24