mánadagur 23. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
8
Sosialurin
Nøkur túsuNd fó
Argjabáturin vann
langteinaróðurin
Úrslitið av 6 kilometra langteinakappróðrinum var,
at Argjabáturin gjørdist vinnari við tíðini 30,42,3
minuttir, Ørvur var nummar 2 við tíðini 30,48,0 –
og á triðja plássi kom Havfrúgvin við tíðini 34,24,5
minuttir.
Smyril gjørdist nummar 9 og endaði aftastur við
tíðini 32,54,00 minuttir.
Langteinakappróður er ein nýggjur róður, har allar
bátastøddir, undantikið barnaróður, kappast móti
hvørjum øðrum. Tíðirnar verða umroknaðar, soleiðis
at allir bátar – líka mikið stødd – hava møguleika at
vinna róðurin. Soleiðis kann eitt 5-mannafar vinna á
einum 10-mannafari.
vilmund@sosialurin.fo
Trøllafamilja og konsertir
Seinnapartin fríggjadagin og fríggjakvøldið skipaðu vestmenningar eisini fyri
stórum og áhugaverdum tiltøkum, sum savnaðu nógv fólk.
Eitt av hesum tiltøkum var langteinakappróður, og eisini kom trøllafamiljan á
vitjan við tyrlu, eins og børnini sluppu at uppliva eitt stórt krígsskip við kanónum.
Skipað varð eisini fyri væleydnaðari barnakonsert, og seinni fríggjakvøldið vóru
vælumtóktu Páll Finnur Páll á palli í Ítróttarhøllini í Vestmanna.
vilmund@sosialurin.fo