Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 Sosialurin lk á bátastevNu Vilmund Jacobsen Bátastevnan, sum vest menn­ ingar fyri tíggjundu ferð skipaðu fyri í vikuskiftinum, savnaði nógv fólk í bygdini. Veðrið eydnaðist væl leygar­ dagin, tó at ivi var um, hvussu tað mundi fara at roynast. Tíðliga leygarmorgunin var oysandi regn, men sum fyrraparturin leið, klárnaði veðrið, og tá bátarnir loystu í Vestmanna og sigldu vest­ ur móti Fútakletti á Vága­ landinum, var klárt og fína­ sta veður. Hart suðurrák var í Vest­ mannasundi, og tað var eisini eitt lítið sindur tvassut úti í sundinum. Men luftin var klár, regnælini vóru burtur, og sólin fór at skína. Tað tók sína tíð, til riðilin av bátum, sum savnaðir vóru undir Fútakletti um 14­tíð­ inda hendan dagin, komu inn á Vestmanna. Men í góð­ veðrinum var eingin ótolin. Eins og onnur ár, var tað ein sera vøkur sjón at síggja allar bátarnar við deks­ bátinum Ólavi á odda stevna inn á Vest manna. Aftastur var bjargingarbáturin Ziska, sum hevði til uppgávu at ansa eftir, at alt bátafylgið kom trygt í havn. Rás2 sendi beinleiðis úr Vestmanna frá bátasiglingini, har sjálvt rásarúmið var í gomlu sýslumanshúsunum, samstundis sum tveir mans vóru umborð á bátum og høvdu samrøður við fólk. 1500 fingu suppu Samstundis, sum út við 150 bátar seinnapartin hend­ an dagin stevnu inn á Vest­ manna, vóru nógv fólk á bryggjuni og tóku ímóti. Einir 80 húsvognar vóru eisini komnir til bygdar, og rómurin á bryggjuni var í hæddini hesa løtu, tá bátarnir komu í havn. Eins og onnur ár var tað ein hábærslig og hátíðarlig sjón at síggja allan hendan riðilin av bátum – stórir og smáir – nærkast bryggjuni og síðan undir kønari hond og leiðslu leggja til bryggju. Í tjaldinum varð borðreitt við góðari feskari suppu, og í Vestmanna siga tey, at eini 1500 fólk sótu til borðs. Øll, sum høvdu hug at fáa sær eitt hitandi glas niður undir suppuna, fingu snaps við dyrnar, tí her stóðu ungir menn og skonktu. Úr Vestmanna siga tey, at nøkur túsund fólk vóru í bygdini leygarkvøldið, og tá dansurin við gomlum og kendum bólkum seinni í kvøldið og út á náttina var í Ítróttarhøllini, savnaði hetta tiltak eini 800 fólk. Hugnaligur leygardagur Hugnin í Vestmanna var í hásæti, og veðurgudarnir sviku ikki. Umborð á bátum sótu fólk, og vitjað varð umborð hjá hvørjum øðrum. Onkur hevði tendrað sær grillina, og onkur spældi á ljóðføri. Uppi á bryggjuni stóðu hús­ vognarnir tættir, og eisini her vitjaðu fólk millum vogn­ arnar. Hóast tað eru tvey ymisk umhvørvi – bátar og hús­ vognar ­ so hava tey kortini tað til felags, at tey húsast og búgva, har tey eru. Nøkur hildu seg burtur av í bátum og í tí umhvørvi, sum har er. Sama var við fleiri teirra, sum vóru í húsvogni. Onkur, sum hevur fingið sær húsvogn, hevur áður verið partur av bátasiglingini, og soleiðis vitjaðu fólk eisini millum húsvognar og bátar – og øvut. Meðan dagur var, og sólin skein so fagurliga, sótu fólk uttanfyri húsvognarnar og sólaðu sær. Summi grillaðu sær máltíðina, og leskaðu sær við onkrum svalandi. vilmund@sosialurin.fo Úr Vestmanna verður sagt, at bátarnir vóru út við 150 í tali, 1500 fólk fingu feska súpan, og eini 800 fólk vóru í dansi í Ítróttarhøllini leygarkvøldið Einir 80 húsvognar vóru eisini í Vestmanna leygardagin, og her hugnaðu fólk sær í góðveðrinum hendan seinnapartin Mynd: Jens Kristian Vang Tað var ein hábærslig og hátíðarlig sjón, tá út við 150 bátar stevndu av Fútakletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna seinnapartin leygardagin Mynd: Jens Kristian Vang Enn einaferð eydnaðist vestmenningum at savna nøkur túsund fólk til bátastevnu í Vestmanna, sum hesaferð var hin tíggjunda í røðini Mynd: Jens Kristian Vang