mánadagur 23. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
10
Sosialurin
Rolf Guttesen
rolfg@setur.fo
Jákup Mikkelsen
løgtingslimur
Kjak
Sum
ravnar yvir
deyðseyði
Tað er heilt óskiljandi at
Sambandsflokkurin let ur
seg ála sundur av Tjóð veld
inum, ímeð an Javn aðar
flokk urin bara stend ur og
hyggur at.
Hvussu kann Sambands
flokkurin verða farin so
av leið, at teir nú føra
vinnu fígg inda ligan
og
vinstra vendan
poli tikk,
sum verður dik ter aður av
Høgna Hoydal og Torbjørn
Jacobsen.
Samráðingarrætturin
Sambandsflokkurin var av
gerandi tá løgtingi samtykti
at áleggja vinnulívinum
eina eyka rokning uppá
nógv ar milliónir í samband
við
lógaruppskotið
um
barn sins fyrsta sjúkradag.
Har aftur at hevur løg ting
ið (les Tjóð veldi, Javn að
ar flokk ur in, Mið flokk urin
og part ar av Sam bandin
um) nú lagt seg út í ar
beiðs markn aðin við lóg.
Hvørki arbeiðs gev arar ella
umboð
fyri
fak feløgini
stuðlaðu
hesi
loysn ini.
Skuldi løgtingið við lóg
gjørt broytingar hesum við
víkjandi, vildi tað verið mest
rímuligt at landskassin bar
útreiðslurnar sjálvur, heldur
enn at senda rokninga til
onnur at gjalda.
Tilfeingisgjald
á vinnuna
Í politiska ruðuleikanum
sum valdar í løtuni, sær
út til at tað fer at eydnast
Torbjørn Jacobsen og Høgna
Hoydal at gjøgnumføra ætl
anirnar um at leggja enn
fleiri byrðar og máa støðið
undan vinnuni, við einum
tilfeingisgjaldi og eini fiski
dagabúð.
Vit hava hoyrt Kaj Leo
Johannesen í fjølmiðlunum
verða ímóti hesum uppskoti,
so ganga nakrir dagar so er
hann fyri hesum uppskoti,
so ganga nakrir dagar so
er hann ímóti, so er hann
fyri, spennandi verður
í komandi viku um hann
tá verður fyri ella ímóti.
Álvara tos, tað er ongin
stýr ing á okkara landi og
vit hava ein løgmann, sum
vendir sum vindur blæs ur.
Hetta gongur ikki meir. Og
hvat siga tinglimir Sam
bands flokksins til hetta vit
síggja hvønn dag á tykkum
hvussu illa tit eru við nú
mugu tit verða við til at
steðga hesum ørskapi.
Uppskotið hjá Tjóð veldi
um tilfeingisbúð og til
feingisgjald er veru leika
fjart tanka spinn hjá nøkr
um aka demik arum, sum
royna at breiðka inntøku
grundar lagið hjá lands kass
anum, fyri at varðveita ein
almennan yvirbygnað, sum
er ov stórur og sum vit
annars ikki hava ráð til. Er
tað, tað Sambansflokkurin
vil? Eitt er vist, flestu velj
ar ar
Sambandsflokksins
vilja hetta ikki.
Harafturat
er
Poul
Michel sen eisini farin av
leið. Hann er eisini við
upp skotinum
at
leggja
fleiri byrðar á vinnulívið
og tað tykist sera løgið,
tí tað er í stríð við poli
tikkin hjá Fram sókn. Er
longu innanhýsis stíð í
Framsókn?
Tíðin
er
komin
at
lata Før oya fólk tala og
lat okkum bara gera tað
sama dag sum komandi
fólkatingsval!
Ikki spyrja sakkunnleikan
Fyrireikingarnar av nýggja
atlassinum, sum Skúla bóka
grunnurin stendur fyri, ganga
sína gongd. Nú bendir alt á,
at vit fáa eitt nýtt atlas við
teim somu løgnu landanøvn
unum, sum í tí gamla Heims
atlassinum frá 1993.
Fundur hevur verið í Skúla
bóka grunninum, sum hevði
inn k allað Staða navna nevnd
ina og Málnevndina. Her
for klár aðu Magnus Tausen,
Birgir Kruse og Niels Peter sen
hvat verk ætl anin hjá teim um
gekk út uppá, og at landa nøvn
og onn ur staða nøvn í nýggja
atlass in um fóru at føra stílin
víð ari frá gamla atlassinum.
Skúlabókagrunnurin hægsti
autoritetur í staðanøvnum?
Menninir í Skúlabókagrunn
inum spurdu hvørki um ráð
ella rættleiðing, tí nú høvdu
teir eitt skjal frá bretska Coll
ins forlagnum í hondini, og tað
pass aði sum fótur í hosu til
at rætt vís gera, at alt í gamla
atlass in um var rætt og í ord
an.
Grunnamennirnir
undir
strik aðu ferð eftir ferð, at
Staða navna nevnd in
sam
bært reglu gerð ini bert var
ráðgevandi, tá spurdist um
útlendsk nøvn. Tí kundu
ráðini frá Collins vera líka
góð
sum
tey
frá
Staða
navnanevndini. Annars hevur
Skúlabókagrunnurin fyrr púra
avvíst, at nakrar leiðreglur
kundu brúkast.
Føroya Skúlabóka grunnur
leitar sær stuðul í útlondum
Hetta er Føroya Skúlabóka
grunn ur, fíggjaður av føroysk
um skattgjaldarum, sum leit ar
sær uttan lands fyri at finna
okk urt, sum kann hjálpa teim
um at sleppa undan at spyrja
føroysku Staðanavnanevndina
og annan føroyskan serkunn
leika á tí geografiska økinum.
Aftaná hendan umtalaða
fundin, sum var í februar, hev
ur Staða navnanevndin í brævi
til Skúla bókagrunnin spurt,
um teir halda fast um hesa av
gerð við víkj andi landa nøvnum
og øðrum, at halda fram
sum í gamla atlass in um. Nú
eru meira enn tveir mán aðir
gingnir, og Skúla bóka grunn
urin hevur ikki ønt teim um
svar.
Hetta er ein løgin
konstruktión
Bretska forlagið Collins fylgir
ráðum og leiðbeiningum frá
bretsku staðanavnanevndini,
PCGN, Permanent Commitee
on Geographical names. Hend
an nevnd, PCGN, er limur í al
tjóðasamtakinum undir ST,
sum kallast UNGEGN, United
Nations Group of Experts on
Geographical Names. Bret land
hevur, sum gamalt heims
og koloniveldi, eina aldar
gamla traditión fyri kort og
atlasgerð, og fyri at stroya síni
egnu staðanøvn út um allan
heim.
So tað kann sigast, at bret
ar hava nógv konventionel
nøvn í útlondum, nógv nøvn
(exonymir) av bretskum upp
runa, sum hava hevd, bæði í
Afrika, Asia og aðrastaðir við.
Í so máta eru Føroyar helst at
finna í mótsetta endanum av
hesum stiga.
Føroyska Staðanavna
nevndin er limur í ST
stovninumUNGEGN
Føroyska Staðanavnanevndin,
sum fór til verka í fjør, er nú
boðin vælkomin sum lim ur í
UNGEGN, og tekur lut í ar beið
inum í norðurlandadeildini.
Men heldur enn at spyrja
føroysku Staðanavnanevndina
(limur í UNGEGN), so fer
Skúla bókagrunnurin at biðja
um ráð frá forlagnum Collins,
sum spyr bretska PGCN, sum
spyr UNGEGN.
Lata vera við at spyrja
Skúlabókagrunnurin sigur, at
hetta er í fínasta lagi, tí Staða
navnanevndin bert er ’ráð
gev andi’ tá støða skal takast
í spurningum úm útlendsk
nøvn. Hetta er so spurn ing
ur in: eru teir í hesum føri bert
ráð gev andi?
Um so var (bert ráðgevandi),
so var Staðanavnanevndin
hóast alt hægsti ráðgevandi
stovnur í hesum landi á hes
um øki. Nevndin er einasta
føroyska nevnd við autoriteti
á einum serligum fakøki.
Men í reglugerðini stendur
(§ 4, stk 2): ”Nevndin kann
somuleiðis verða biðin um
at taka støðu til, hvussu út
lendsk støð skulu nevnast í
al mennum føroyskum høpi,
eitt nú í lærubókum ella fjøl
miðlum”.
Hetta
problem
klárar
Skúla bóka grunnurin flott; teir
lata vera við at spyrja. Staða
navna nevndin verður bara
ikki biðin um at taka støðu til
nakað. So er sloppið, og løgnu
landanøvnini kunnu gevast út
í nýggjum hami.
Gamla málnevndin var
inkompetent (hevði
ikki førleika)
Og eg standi framvegis við at
eg meini, at tað arbeiði, sum
gamla mál nevndin gjørdi í
199093
við víkj andi
gamla
Heims atlass in um, hevði álv
ars lig lýtir. Har var eingin
fak ligur ser kunn leiki. Fundar
frá greið ingar vísa klárt og
greitt, at eingin principiel,
faklig viðgerð fór fram í
Málnevndini.
Teir løgnu stavimátar, sum
Skúlabókagrunnurin uppfann
í 1993, Kili, Simbabvi ella Ku
veit, eru ikki konventionell
ella hevdvunnin landanøvn,
men bert ein annar, løgin
stavi máti, sum ikki vil kennast
við nakrar fáar av teimum
latínsku bókstavunum c, q, w,
x og z. Allir hinir bókstavirnir
í ”føroyska” alfabetinum eru
góðir latínskir bókstavir, og
summir variantar hava fingið
eina striku sum frámerki.
Haraftrat er í gamla atlass
inum uppfunnin ein nýggj
regla: at landanøvn ikki mugu
enda við – e, tí einki føroyskt
orð endar við – e. Tí Kili og
Simbabvi, sjált um hesi nøvn
als ikki eru føroysk ella av før
oyskum uppruna.
Hesi londini skriva sjálv síni
nøvn Chile og Zimbabwe, við
latínska alfabetinum, og soleiðis
eigur tað at vera. Og soleiðis
var eisini vanligt at skriva í
føroyskum bløðum og bókum
áðrenn 1993Heims atlassið fann
uppá nakað ann að.
”Føroyskt mál hevur
rætt at vera reint”
Síðan eg skrivaði um atlas
mál ið seinast, hevur ein long
sam røða verið við Svenning
Tausen í Dimmu. Hann var
”týðari” av gamla atlassinum.
Hetta mátti verið besta høvið
at víst øllum ákærum aftur um
manglandi fakliga førleika.
Tann 6. mars í ár var grein
in, ið nevnist ”Føroyskt mál
hev ur rætt at vera reint,” at
lesa í Dimmu. Innihaldið í yvir
skrivtini skal ikki viðgerast
her. Men vit fáa at vita, at
Svenning brúkti Heimskringu
hjá Snorra Sturluson (skrivað
í 1200’talinum) sum keldu.
Og at Janus Djurhuus hevði
í eini yrking brúkt formin
Burgundarhólm um Bornholm,
sum oyggin eitur í dag. Tí er
hetta reint føroyskt.
Haraftrat hevur Sigurd
Joen sen á einum fundi í Mál
nevndini argumenterað á ser
ligan hátt um Liechtenstein
ella Liktinstein. Hann bann
aði, og segði ”Hvat helviti ann
að skal tað vera enn við ’i’”.
Hetta er av sonnum eitt tungt
vig andi og prin cipi elt argu
ment fyri ikki at skriva tann
almennt viðurkenda formin
Liechtenstein.
Eingin hevði hoyrt um
Liktinstein, fyrr enn Heims
atlassið kom út. Ikki eitt
menn iskjað hevði nakrantíð
stavað tað soleiðis. Heldur
eingin ís lendingur vil kennast
við slík an van skapning. Hvørki
hjá Sturlu son, Djur huus ella
Joen sen er nakað, sum tekur
støði í nútíðar føroyskum ella
fakligum princippum.
Fakkunnleikin útihýstur
Nú situr so ein biologur og
umsetir
tann
geografiska
tekst in í eingilska Collins
atlassinum. Um hesin man
heva nakran geografiskan fak
ligan kunnleika, veit eg ikki. Í
Føroyum eru umleið 15 fólk við
hægri útbúgvin í fakinum geo
grafi, sum undirvísa, granska
ella skriva. Løgið er, at eing in
av hesum er biðin gera hetta
arbeiði.
Tað sær so út, at Skúla bóka
grunnurin vil ikki vita av fak
kunnleika. Hvørki frá Staða
navnanevnd ella føroyskum
geografum. Hann ger alt fyri
at snúgva sær undan hesum,
fyri at sleppa at endurtaka
vanskapningarnar í gamla
Heims atlassinum.