mánadagur 23. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Gundadalur
Sjáldan hava tónarnir til »HB mítt
havnar lið« sangin ljóðað so kámir
úr hoytalarunum í Gundadali, sum
tá dómarin bríkslaði fyri hálvleiki
í dystinum millum HB og KÍ í gjár.
Ikki bara var støðan 2-0 til KÍ,
men hon kundi verið tað tvífalda
og, gestirnir úr Klaksvík brosaðu
av spæligleði og orku. Ongantíð
slapp ein havnar maður at nerta
bóltin uttan at ein grammur klaks-
víksingur var í rygginum á honum
og elti bóltin. Tað varð runnið, bart
og stríðst um hvønn einasta ein
leysa bólt.
HB-liðið sá hinvegin tungt út
og hugflogið var lítið. Telepatiska
samanspælið
millum
Rók
av
Fløtum og Páll M. Joensen, er
vorðið til langar sendingar, sum
eru tor førir at arbeiða við og, sum
mangan ikki koma vegin fram.
Neyvu sendingarnar hjá Rasmusi
Nolsøe eru útskiftar við neyðspørk.
Einsa mallur á brúnnið er Fróði
Benjaminsen, sum lítið megnaði at
gera móti væl spælandi KÍ mið vøll-
inum.
KÍ leggur bragliga fyri
Tað hevur regnað illa fyrra partin
og vøllurin í Gundadali er vátur.
Tað plagar at hóva vertinum væl,
men gamli klassikarin er bara fáar
minuttir gamal, tá Hjalgrím Elttør
við góðum skoti gevur fyrstu
ábendingina um, at KÍ eru ikki
komnir í Gundadal at grava seg
nið ur. Undan dystinum høvdu teir
ikki skorað í fýra dystum og í HB
leg uni kvittaðu teir við at spæla
við teimum framherjum og bara
tveimum á miðvøllinum, tí ongin
roknaði við KÍ hendan sunnudagin
– uttan KÍ sjálvir.
Týdningarmiklasta málið
Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, tá
KÍ fær fyrsta málið. Helst mundi
tað vera innskifti Ivan Joensen, ið
sleit seg leysan í teirra høgru síðu,
áðrenn hann legði bóltin innfyri.
HB-verjan fær ikki ruddað vekk.
Ruðuleiki ræður í fimmetrinum.
Bólturin endar millum beini á
Heðini Stenberg, sum tykist hava
fingið tamarhald á støðuni. Men
brádliga kemur Kristoffur Jacobsen
ágrýtin og prikar bóltin. Hann fær
fótin á, og bólturin fer í málið.
Meðan KÍ leikararnir fegnast,
standa HB leikararnir og skilja
einki.
Eitt spæl um sentrimetrar
Átta minuttir fyri hálvleik økir KÍ
um leiðsluna. Minuttin fyri rakar
Jón Krosslá Poulsen stongina við
dundur skoti og KÍ sleppur við
skrekkinum. Løtu eftir er opið í
vinstru síðu og vinstri bakkurin
hjá KÍ, Jógvan Isaksen, fær frítt
spæl. Hann dregur frameftir og
endar við at ótarnaður at kunna
spæla Hjalgrím Elttør leysan í
HB brotsteiginum. Liðskiparin er
tryggur og eftir eitt trekk er hann
leysur og leggur KÍ á odda 2-0.
HB svarar aftur
Einasta løtan í dystinum, har HB
tyktist hava nakað, sum minnir
um eitt trýst á KÍ málið er rundan
um 2-1 málið hjá Símuni Samuelsen.
Hvørki Símun Samuelsen ella Jón
Krosslág Poulsen vóru eyðsýndir
HB
1
KÍ
4
KlaKsvÍKsingar
vunnu gamla
KlassiKarin
Fótbóltur Teir vóru ágangandi, skapandi, stríðshugaðir og betri enn eitt tungt og hugflogstómt HB-
lið, sum nærkast kreppu. KÍ vann í gjár greiðasta sigurin á HB í mannaminni og serliga vóru tað teir tríggir
á miðvøllinum, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen og Nenad Stankovic, sum vóru rótin til góða KÍ spælið
Einasta løtan í dystinum, har HB tyktist hava nakað,
sum minnir um eitt trýst á KÍ málið er rundan um
2-1 málið hjá Símuni Samuelsen
Mynd: Álvur Haraldsen