Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 16 Sosialurin Ítróttarblaðið B36 sleppir ikki sessinum Fótbóltur Hóast tað mestsum bara var í fyrra hálvleiki, at toppdysturin við Løkin livdi av álvara, gav hann ábendingar um, at tað verður meira enn torført hjá hinum liðunum at skræða oddasessin úr hondunum á vælskipaða B36-liðnum Hilmar Jan Hansen Við einum góðum tólvtamanni á odda eydnaðist B36 í gjár at fáa alt við sær aftur til Havnar, tá árs­ ins fyrsti veruligi toppdystur var á skránni við Løkin, har NSÍ tók ímóti. Undan dystinum var tað so snøgt, at her var tað besta álop­ ið í Vodafondeildini, ið tók ímóti bestu verjuni, men kortini vendi alt onkursvegna á høvdið, tá av­ tornaði. Tað hevur verið sagt um B36, at liðið hevur verið øgiliga væl skipað á vøllinum, og einsamalla málið, sum HB fekk ímóti grannunum vikuna frammanundan, var tað fyrsta í opnum spæli, sum kom ímóti B36. Men í Runavík í gjár komu tvey mál ímóti B36 í júst opnum spæli, meðan havnarliðið sjálvt skoraði upp á tríggjar deyðbóltsstøður, ið tað fekk – tvey brotsspørk og eitt fríspark. Í fyrra hálvleiki var talan um ein góðan og spennandi dyst, har bæði lið høvdu sínar møguleikar, men har NSÍ væl og virðiliga var omaná og spældi sera væl. Serliga í tveimum førum mátti Meinhardt Joensen í B36­málinum veruliga vísa síni bestu kynstur, men hinvegin hevði B36 eisini seinni ein skallara á yvir­ liggjaran. B36 vísti samanumtikið sínar vælskipaðu dygdir, ið fara at gera tað meira enn torført hjá øðrum nsÍ 2 B36 3 b36 Er bESt Árstalsfelagið í Havn slapp burtur úr toppdystinum við Løkin við øllum trimum stigunum og er tí á odda í landskappingini eftir fyrsta triðingin Mynd: Birita Hansen Mynd: Birita Hansen