mikudagur 13. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 17
- Hevði ikki droymt
um, at eg skuldi enda
sum skipari á einum
norskum línubáti
undir Føroyum, tá eg
fór yvir fyri sjey árum
síðan, sigur Gundur
Sørensen, ættaður úr
Hvannasundi sum er
skipari á Fernando, íð
lá á Havnini sunnu-
dagin
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Í krókinum uttanfyri Bursa-
tanga liggur norski línubát-
urin Fernando og dregur
aftur og fram í súginum.
Tað er sunnudagur og
Grækarismessuhald longur
uppi í býnum. Dukini frá
stórtrummuni
úr
horn-
orkestrinum hava hug at
køva kalda landnyrðingin,
sum ýlir í mastratoppunum
og parabolantennuni um-
borð.
Norskur
línubátur
á
Havnini ein ikki óvanlig
sjón, men at føroyingur er
skipari, tað er ikki heilt
vanligt.
- Vit komu inn, tí okkurt
var í ólagi við einum plátu-
frystara,
sigur
Gundur
Sørensen, ein ungur sunda-
maður, meðan hann situr og
førir inn á telduna hvussu
nógvan pening manningin
skal hava, nú teir ætla sær
ein túr í land. Alt er stongt
hendan sunnudag, men
Café Natúr liggur skamt í
frá, so kanska teir ganga ein
túr niðan.
- At eg gjørdist norskur
fiskimaður byrjaði fyri sjey
árum síðan, sigur Gundur
Sørensen. Hann er sonur
Trónd Sørensen og abba-
sonur Guttorm Sørensen,
vanliga nevndur Gutti í
Innistovu í Hvannasundi.
- Eg hevði einki at takast
við og kendi nakrar sunda-
menn, sum vóru við línu-
bátum í Måløy í Noregi.
Millum annað brøðurnir
Jákup og Erland Joensen og
so vóru aðrir eisini. Eg setti
meg at hyggja í Norsk
Illustreret Skibsliste og
fann eitt skip, sum hoyrdi
heima har teir sigldu. Eg
ringdi beinanvegin og fekk
kjans. Alt var leyst og
liðugt
beinanvegin.
Eg
ringdi ein fríggjadag og
leygardagin var eg umborð
á Måløy Fisk, sigur Gundur
Sørensen.
Fór á norskan skúla
- Tá eg hevði verið nakað
við Måløy, fór eg heim
aftur, og ætlaði ikki yvir
aftur. Men so fekk eg ein
nýggjan kjans við einum
línubáti, íð nevndist Ka-
maro og har sigldi eg sum
dekkari, til eg fór at
skiparaskúla í 1998. Eg fór
á skúla í Måløy og kann í
dag føra skip upp til 500
tons, tað er tað vit fyrr
kallaðu sætteskipper. Tá eg
var liðugur við skúlan, fekk
eg stýrimannskjans við
Kamaro,
sigur
Gundur
Sørensen.
- Hetta er fyrsti túrurin
hjá mær undir Føroyum. Vit
hava bert roynt í fimm
dagar og tað hevur viðrað
illa, men fiskiskapurin
hevur slett ikki verið so
galin. Vit hava eini 12 tons
av avhøvdaðari longu og
brosmu inni. Vit frysta
umborð, sigur hann.
- Vit hava roynt sunnan
fyri Føroyabanka. Bátarnir
royna eisini í kantinum á
Munkagrunninum og Suð-
uroyarbankanum
og
á
Rygginum,
Gulltúrur
Norðmenninir eru spentir
upp á fyrsta túrin eftir
nýggjár undir Føroyum, tí
hesin plagar at geva nógv.
- Síðsta túr, ella fyrsta túr
í ár, fingu teir 143 tons av
frystari longu og brosmu og
teir seldu fyri tríggjar
milliónir. Manningarpart-
urin fyri hendan túrin var
110.000 krónur. Eini 60-70
prosent av veiðuni er longa
og longa hevur góðan prís í
Noregi. Vit fáa 26 krónur
fyri kilo og 18 krónur fyri
kilo av brosmu. 30 prosent
av veiðuni hvønn dag kann
vera toskur, men vit fáa
ikki meira enn 15-20 pro-
sent, tí vit royna so djúpt,
sigur Gundur Sørensen.
- Annars eru treytirnar
nokk so strangar hjá norð-
monnum at royna undir
Føroyum. Tað mugu ikki
vera fleiri enn 12 línubátar í
senn undir Føroyum, so tú
kann ætla at kappingin er
stór um at sleppa í før-
oyskan sjógv. Norðmenn
rokna havið kring Føroyar
sum sera góð fiskileið. Vit
skulu boða frá, tá vit koma
í føroyskan sjógv og tá vit
fara úr føroyskum sjógvi.
Eisini skulu vit boða frá
hvønn morgun klokkan
sjey meðan vit fiska hvussu
gingist hevur seinastu 24
tímarnar, sigur hann.
Friðaligt á feltinum
Síðan fartelefonirnar eru
komnar umborð á skip er
friðaligt á feltinum.
- Menn tosa næstan ikki
longur yvir VHF ella send-
arar. Men eg havi sjálvur
roynt nógv undir Føroyum,
so eg kenni føroyingarnar.
Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá
eg kom í føroyskan sjógv
var at kalla á vinmannin
Líggjas Johannsen sum er
skipari á einum føroyskum
línubáti og eg havi tosað
við aðrar eisini, sigur hann.
Gundur fór sum 14 ára
gamal fyrstu ferð til skips.
Tað var við Pison.
- Eg tímdi slett ikki at
ganga fólkaskúlan á tamp.
Eg fór tann eina dagin til
Alex Sólstein, skúlastjóra,
legði bøkurnar á borðið og
segði, at nú tímdi eg ikki
meira, eg vildi sleppa til
skips. Síðan havi eg siglt.
Fyrst við Pison, síðan
Kletti, trý ár við Tjaldrinum
og við Klakki beint áðrenn
eg fór til Noregs, sigur
Gundur Sørensen.
Og áðrenn hann fór til
skips róði hann út.
- So ringur var eg av
sjóverki tann eina túrin eg
var á útróðri við Richard
Johannesen, at eg minnist
at eg sá kirkjuna, tá vit fóru
og tá eg vaknaði aftur var
Sundamaður:
Skipari á norskum línubáti undir
Gundur Sørensen kemur ikki
aftur úr Noregi í bræði.
Hann hevur konu og børn
har yviri
Mynd: Jens K. Vang
Føroyum
kirkjan tað fyrsta eg sá. Nú
bilar ikki sjóverkurin, sigur
Gundur.
Leingi burtur
Túrarnir undir Føroyum hjá
norsku bátunum plaga at
vara í sjey vikur. Gundur
ivast í, um tað hevði borið
til at fingið føroyingar at
ligið heilar sjey vikur undir
Føroyum uttan at fara inn.
- Tað er ørvísi hjá okk-
um, vit eru langt burtur
heiman og tað er tað sama
hjá okkum sum hjá føroy-
ingum fyrr, tá teir royndu á
Flemmish Cap við línu. Tá
vit eru komnir á fiskileið,
so vita vit, at vit skulu vera
her í sjey vikur, og so er
ikki meira at gera við tað,
sigur Gundur og hyggur
upp á klokkuna í messuni.
Hon vísir norska tíð, ein
tíma framman fyri før-
oysku.
- Jú, vit nýta norska tíð
undir Føroyum. Men her er
eisini alt norskt. Eg flyti
neyvan heim aftur í bræði.
Eg havi familju í Noregi,
konu og trý børn, so tað
skal
nokk
ein
stórur
oljukekkur til at fáa meg
heim aftur. Eg havi eisini
júst bygt beint uttanfyri
Måløy, á einum staðið íð
nevnist Raudberg, sum er
tað sama sum Reyðberg í
Føroyum, sigur hann.
Parabol
Sjónvarpið er so høgt
skattað umborð á norskum
línubátum í dag, at tað
stendur við síðuna av
plottaranum á brúnni.
- Eg havi so nógvar
kanalir sum eg orki at
hyggja eftir og enntá eisini
digitalar, so eg kann hyggja
eftir filmi á vaktunum,
sigur Gundur og niðri í
messuni situr manningin og
hyggjur
eftir
norskum
sjónvarpi. Ein íslendingur
er eisini við og um hann
kann síggja íslendskt sjón-
varp, meldar søgan einki
um.
- Vit fara at royna undir
Føroyum til út á summarið.
Vit eiga eisini kvotu í
Finnmørkini, men vit royna
at goyma hesa til so langt út
á heystið sum møguligt,
sigur hann.
Gogga finnst ikki um-
borð, men teir nýta makrel,
høgguslokk og sild sum
agn.
- Sild er óføra gott longu-
agn. Tað fiskar kanska ikki
so leingi og fer illa av, men
hon tekur væl í tað sum
kemur niður, sigur Gundur.
Skipaði viðurskiftir
Dekkararnir
umborð
á
norskum skipum fáa 3000
krónur 14. hvønn dag í
minstu løn. Yvirmenninir,
tað er skipari, stýrimenn,
maskinmenn og kokkur fáa
fasta mánaðarløn alt árið
og síðan fáa teir bonus av
veiðuni. Dekkararnir fáa
eisini bonus. Gundur vil
ikki upplýsa hvussu stór
mánaðarlønin er hjá yvir-
monnunum.
- Okkurt má man hava
privat, sigur hann skemt-
andi.
Messuprát við Gundur úr Hvannasundi, skipara
Mynd: Jens K. Vang
16