mikudagur 13. mars 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 29
Hann var við Sunda-
bergi, tá ið hann sakk
fyri 30 árum síðan. -
Vit høvdu eini 450
tons inni, tá ið vit
fóru at sigla heim.
Høvdu siglt eini 4
samdøgur, tá ið vit
varnaðust, at skipið
var farið at leka.
Veðrið var sjaskut. Eg
sá skjótt, at einki var
at gera enn at fara í
bjargingarbátarnar.
Vit fóru í 5 bátar. Var
ongantíð bangin, men
hvíldi í vissuni um, at
heima vóru fólk, ið
hvønn dag bóðu fyri
okkum. Visti, at sjálvt
um tey ikki kendu
tann vanda, vit vóru í,
so vóru vit altíð í
tonkum og bønum
teirra, sigur Benjamin
Joensen, sum var
skipari umborð á
Sundabergi, tá ið
trolarin sakk
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Benjamin ella Benni, sum
hann verður róptur, er fødd-
ur og uppvaksin í Klaksvík,
borin í heim í barnaheimi
sínum í Gerðum, 12. de-
sember 1927. Foreldrini
vóru
Malvina,
fødd
Steffensen, úr Árnafirði og
Jákup Joensen, kongsbóndi
í Gerðum.
Meginpartin av lívi sín-
um sigldi Benni sum stýri-
maður og skipari við trolar-
um hjá Kjølbro. Tá hann í
1996 gavst at sigla, hevði
hann siglt sum langfara-
fiskimaður í fimti ár.
Fyri nøkrum árum síðani
keypti hann sær ein AWI 27
bát, sum hann rør út við, tá
ið veðrið er til vildar. Hóast
hann fyllir 75 í ár, er hann
enn líka fimur sum ein
unglingi. Hugurin til
sjógvin, sum hann hevur
havt frá blaðungum av, er
enn tann sami, og tað skal
nógv til at halda Benna við
hús.
Sosialurin hevur skift orð
við henda mannin, sum
nógvir fiskimenn kenna
sum sín stýrimann og
skipara.
Byrjaði við Skálabergi
Benjamin fór sín fyrsta túr
til skips, sum 18 ára gamal
í juli 1946. Hetta var við tí
fyrsta Skálabergi, sum var
merktur TN, tí Kristian
Holm í Havn var annar
eigarin.
Skálaberg
var
damptrolari og tók góð 100
tons av saltfiski. Teir
fiskaðu tosk og hýsu, og
hetta var ein ísfiskatúrur,
sum vardi einar 14 dagar.
- Eg fór ikki niður við at
selja, tí eg hevði fingið nóg
mikið av sjólívinum. Var
ringur av sjóverki og fekk
illa verið við í arbeiðinum.
Hevði gingið í realskúla, og
á túrinum ráddu summir av
manningini mær til at fara
aftur á skúlabonk, so eg
kundi fáa onkra útbúgving.
Helst hava teir koldømt
meg sum sjómannn, sigur
Benjamin og smílist.
Hendan túrin royndu teir
á
Eysturlandinum,
og
veðrið var stak ólagaligt.
- Mitt á túrinum lógu vit
eitt samdøgur undir Langa-
nesi, og var hetta einasti
dagur
á
túrinum,
har
sjóverkurin ikki plágaði
meg.
Hvaðani stavar so áhugin
hjá Benna fyri sjólívinum?
- Eg eri bóndasonur,
uppvaksin uppi í Gerðum,
beint við Borðoyarvík.
Sum vera man, fór stórur
partur av barnaárunum
niðri í fjørðuni, niðri í Møl,
sum vit kalla tað. Abbi mín,
Jógvan Joensen, kallaður
Gardar, átti saman við pápa
og tveimum pápabeiggjum
mínum, Richard og Hugo,
motorbátin Polaris. So ofta,
sum til bar, vóru vit við
pápa, tá ið hann førdi farm,
eitt nú skerv, oljutunnur og
kol. Eldru beiggjar mínir
vóru til skips, og man alt
hetta tilsamans hava vakt
hugin til sjógvin.
Hvat søgdu foreldrini, tá
ið tú blaðungur vildi sleppa
til skips?
- Mamma var ógvuliga
kedd. Hon vildi hava meg
at halda fram at ganga í
skúla, tá ið tey fyrstu sjey
árini vóru lokin, so eg
kundi fáa eina útbúgving.
Eg hevði evnir at læra, og
fleiri vóru tey, ið royndu at
ávirka meg at fara aftur í
skúla. Eftir at hava um-
hugsað meg í nakrar dagar,
gjørdi eg so av at fara í
realskúla. Eg minnist ong-
antíð pápa hava blandað
seg uppí mínar ætlanir við
lívinum, men hann helt
okkum altíð til arbeiðis. Frá
smádreingi av, tóku vit lut í
øllum fyrifallandi arbeiði
við kríatúrum, fjalli og
jarðarbrúki.
Hvussu fall sjólívið tær,
tá ið tú so umsíðir fór til
skips?
- Hóast ringu byrjanina,
læt eg meg longu summarið
eftir yvirtala at fara á
Suðurlandið við snøri, og
var eg við Esther tveir túrar
tað summarið. Framvegis
plágaði sjóverkurin meg,
og kann eg siga, at eg í eini
25 ár plágaðist av sjóverki
fyrstu dagarnar á hvørjum
túri. Men hugurin til sjógv-
in, sum eg hevði frá smá-
dreingi av, var ikki so at
sleppa av við.
Benni sigur, at undan-
tikið fyrsta túrin við Skála-
bergi, dámdi honum ser-
stakliga væl sjólívið.
- Men longu fyrstu túrar-
nar sá eg, at snørismaður
skuldi eg ikki verða.
Um heystið í 1947 fór
hann við Polarfarinum, sum
var skonnart, bygd í Dan-
mark og umbygd til trolara
í 1946-1947.
- Trolaralívið dámdi mær
ógvuliga væl, so væl, at eg
ongantíð hugsaði um at fáa
mær arbeiði á landi, sigur
hann.
Hevur verið við
nógvum skipum
Benni hevur verið við ein-
um hópi av skipum til-
samans.
Sum nevnt, byrjaði hann
við Skálabergi; síðan var
hann við Ester, og eftir tað
var hann við Polarfarinum í
fýra ár. Síðan við Atlants-
farinum. Í 13 ár var hann
við bóndanum, Jóannesi
Paturssyni. Árini 1951-
1961 var hann dekkari um-
borð. Hann var 2. stýri-
maður ein túr, síðan 1.
stýrimaður, meðan Samson
Samson var skipari. Teir
sigldu saman í nógv ár.
Áðrenn Benni fór um-
Benjamin Joensen í Klaksvík:
Sigldi við langfaraskipum
í fimti ár
Her situr Benjamin Joensen í
fjálgu stovu síni.
Fyri 30 árum síðani var
hann skipari á Sundabergi,
sum sakk undan 38
monnum. Teir fóru í fimm
bjargingarbátar og allir
vórðu bjargaðir í øllum
góðum
C
M
Y
K
29
borð á Sundaberg, var hann
eitt skifti við Pállsdrangi.
Við Sundabergi var hann í
8 ár, til skipið sakk í 1972.
- Eftir at Sundaberg var
sokkin, varð eg biðin um at
føra Kap Farvel, sum
vestmenningar áttu. Eg
førdi skipið tveir túrar.
Í 1973 fór hann við síðu-
trolaranum,
Skálabergi,
sum var bygdur í Týsk-
landi. Benni førdi skipið, til
hann sjálvur sigldi trolaran
niður til Spaniu til upp-
høggingar. Hetta var í juli
74.
- Um heystið 1974 fór eg
við nýbygda hekkutrolar-
anum,
Sundabergi.
Eg
sigldi sum 1. stýrimaður og
avloysti sum skipari. Var
við Sundabergi til seint á
sumri 1975. Tað var sein-
asta
árið,
langfaratrol-
ararnir høvdu loyvi at royna
undir Íslandi.
Í januar 1976 fekk Benni
hekkutrolaran, Sjúrðarberg,
at føra, og førdi hann
skipið, til hann varð seldur
um heystið 1977.
- Í apríl 1978 fór eg sum
skipari við Svalbard, sum
Rávan v/ A. Absalonsen
átti. Svalbard var sum
kunnugt rækjuskip. Eg
førdi skipið til í mars 1980,
tá ið teir fóru niður til
Afrika at fiska.
Í mars/apríl 1980 fór
Benni við Skálabergi sum
1. stýrimaður og skipari, og
var hann umborð har í 8 ár.
Úr stjórastarvi og
aftur til sjós
Á vári í 1989 varð Benni
settur sum stjóri hjá P/F
Kósaskip, men longu í mai
1990 fór hann aftur til
skips, tá ið hann fekk kjans
sum skipari hjá einum
norskum/grønlendskum
felag.
- Sjólívið hevði fram-
vegis mín størsta áhuga, so
tað var ikki ringt hjá mær at
siga starvið á landi frá mær.
Men júst um hetta mundið
minkaði toskurin undir
Grønlandi burtur í einki, so
tíðin hjá mær har gjørdist
stutt.
Í 1993 keypti Fariba v/
Olafi Nielsen trolararnar,
Nónhamar og Skálaberg, til
fiskiskap í Barnetshavinum
av russiskari kvotu.
- So, um heystið 1993 fór
eg at føra skip hjá Fariba,
fyrst Nónhamar, sum tá
kallaðist Saida og síðani
Skálaberg, sum kallaðist
Captain Naumov. Mín
seinasti túrur var við Cap-
tain Naumov á heysti í
1996. Tá fór skipið aftur til
Murmansk, tí samarbeiði
millum Fariba og russar
helst uppat. Tá hevði eg
verið langfarafiskimaður í
fimti ár.
Benni vísir á, at hetta
vóru hansara seinastu túrar
til skips, men eisini hansara
bestu,
- Eg hevði einki annað at
hugsa um enn at fiska;
ongar kvotur at hava altit
til, ongar stongdar leiðir,
ongar fráboðarnir um dit og
dat og einki eftirlit. Mín
uppgáva var at fiska og
einki annað. Eitt ynskijobb
hjá einum og hvørjum
fiskimanni. Millum russar
fekk eg fleiri vinir, og
onkran av teimum havi eg
samband við enn.
Men nær gekk Benni so á
skiparaskúla, og hvussu
gekst hetta?
- Eg fór í skúla veturin
1950/1951 og tók prógv um
várið. Tað gekk væl í skúl-
anum, sigur hann, men
leggur okkum eina við, at
vit ikki skulu siga nakað
um, at hann gjørdist besti
næmingur og fekk ein
sekstant til gávu!
Langir túrar og góður
fiskiskapur
- Eg kann ikki siga annað
enn, at fiskiskapurin fyri
tað mesta hevur hildnast
væl.
Benni sigur, at hann
hevur verið við skipum, ið
hava
roynst
væl
sum
fiskiskip, og feigdartúrurin
í Ný Foundlandi við Sunda-
bergi var ein av teimum
bestu til fiskiskap.
- Longstu túrarnir, eg
havi verið til skips, vardu í
5 mánaðir, báðir eystanfyri.
Tann eina túrin høvdu vit
838 tons og hin millum 700
og 800 tons. Hóast longu
tíðina, hildnaðust hesir
túrar eina best. Annar var
við Skálabergi, hin við
Sjúrðarbergi.
Hann sigur, at besti
fiskiskapurin, hann kann
minnast, var í Grønlandi í
fimtiárunum við Bóndan-
um, Jóannesi Paturssyni og
miðskeiðis í nítiárunum, tá
ið hann sigldi við russum.
Hvørjar serstakar hend-
ingar minnist ein maður,
sum hevur balst megin-
partin av lívi sínum á
sjónum?
- Um mánaðarskiftið,
januar/februar 1959, fisk-
aðu vit ísfisk á Kappanum;
hetta var við Bóndanum.
Vit vóru vestan fyri Før-
oyar á veg til Hull at selja,
tá ið Hans Hedtoft gekk
burtur. Høvdu vit ikki havt
so góðan fiskiskap, høvdu
vit helst verið staddir um
somu leið, tá ið illveðrið
brast á. Hendan túrin á
Kappanum fiskaðu vit uppí
skipið eftir 4 døgum.
Sundaberg sakk
Benni greiðir síðan frá
feigdartúrinum við Sunda-
bergi fyri 30 árum síðan, tá
ið skipið sakk undan teim-
um.
- Vit fóru av Klaksvík við
Sundabergi, 6. januar í
1972, á veg til Ný Found-
lands. Hendan túrin vóru
nógvir ungir dreingir við.
Manningin taldi 38 og vóru
19 av teimum úr 22 ára
aldri og yngri. Tann yngsti
var bert 14 ára gamal. Fleiri
brøður og feðgar vóru við.
Eg kann nevna, at allir
tríggir synir beiggja mín,
Erland, vóru við. Mær er
fortalt, at onkur, sum var á
bryggjuni, tá ið vit fóru,
skemtandi spurdi, um hetta
var ein sunnudagsskúla-
útferð. Men hesin túrur
gjørdist alt annað enn ein
sunnudagsskúlaútferð.
Teir høvdu eini 450 tons
inni, tá ið teir fóru at sigla
heim fyrst í mai mánaði
1972.
- Vit høvdu siglt eini 4
samdøgur, tá ið vit varn-
aðust, at skipið var farið at
leka. Hetta var tann 7. mai
um morgunin. Veðrið var
sjaskut, umleið vindmegi 9.
Sá skjótt, at einki var at
gera enn at fara í bjarg-
ingarbátarnar. Vit fóru í 5
bátar. Tað mundu ganga
einir 4 tímar frá tí, teir
fyrstu fóru í bátarnar, til
teir seinastu vórðu tiknir
upp av tveimum enskum
trolarum.
Benni sigur, at nógv
kundi verið sagt um teir
vandafullu tímarnar úti á
havinum, men tað verður
ov drúgt á hesum sinni.
- Eg var ongantíð bangin.
Ivaðist ikki í, at vit fóru at
verða bjargaðir. Eg hvíldi í
vissuni um, at heima vóru
fólk, ið hvønn dag bóðu
fyri okkum. Visti, at sjálvt
um tey ikki kendu vandan,
vit vóru í júst tá, so vóru vit
altíð í tonkum og bønum
teirra, sigur hann.
Útróðrarmaður
Um sjólívið, sigur Benni at
enda, at hann hevur havt
nógv góð ár til skips, og at
hann gjøgnum sítt arbeiði
sum
fiskimaður
hevur
fingið nógvar góðar vinir.
- Eg fari at nýta høvi at
takka øllum teimum, eg
gjøgnum árini havi siglt
saman við og ynskja teim-
um og teirra Harrans sign-
ing.
Men hvat hevur Benni so
tikist við, síðan hann
legðist uppá land?
- Seinast í áttatiárunum
keypti eg mær ein AWI 23
bát, sum eg seinni skifti út
við ein AWI 27 bát av sama
slagi. Eg eri á útróðri, tá ið
veðrið er til vildar. Í fjør var
eg 80 dagar úti og fiskaði
43.000 pund.
Benni dámar ikki at
verða róptur útróðrarmað-
ur. Til tess hevur hann róð
út ov stutt, heldur hann.
Kortini nýtir hann rættiliga
nógva tíð í bátinum – eisini
teir dagar, hann ikki er úti,
men heldur fyri, at tá ið tú
hevur heilsuna, er gott at
hava okkurt at takast við.
- Mær dámar væl at
rógva út, og mær dámar
væl at stákast í bátinum.
Benni heldur, at fiska-
prísirnir hava verið óvan-
liga høgir í seinastuni.
- Tá ið prísirnir fella, siga
vit ofta, at nú eru prísirnir
vánaligir, hóast teir fram-
vegis kunnu sigast at vera
góðir.
Annars heldur fyrrver-
andi skiparin og núverandi
útróðrarmaðurin, at skipan-
in hjá heimaflotanum við
fiskidøgum er nógv betur
enn kvotur.
- Hetta eru vist allir
samdir um. Eg haldi, at í
Føroyum má hvør maður,
ið hevur hug til tess, sleppa
at fiska. Summi siga, at
fiskurin er ogn Føroya
fólks og halda, at teir, ið
fiska, skulu gjalda fyri hesi
rættindi. Teir, ið siga slíkt,
skuldu sjálvir sloppið at
fiskað sín part. So kundu
teir, ið dagliga stríðast á
sjónum – ofta í vánaligum
líkindum - sloppið í bleytu
stólar og flógvu skrivstovur
teirra, ið halda seg hava skil
fyri fiskiskapi, sigur Benja-
min Joensen.
Benjamin er óførur útróðrarmaður. Tað er næstan ikki dagur, hann kemur aftur av útróðri, at
hann ikki telist millum teir bestu
Í ár fyllir hann 75, men enn er hann spelkin sum ein unglingi
28