mikudagur 13. mars 2002síða 29
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Verkfall
18 flogskiparar, sum
flúgva við tyrlunum,
sum flyta fólk til og frá
donsku tyrlupallunum í
Norðsjónum,
eru
í
verkfalli. Teir 18 menn-
inir starvast hjá kanad-
iska felagnum Canad-
ian Helikopter Cor-
porate,
sum
hevur
flúgvingina um hendi.
Flogskipararnir eru
farnir í verkfall, tí
kanadisku arbeiðsgev-
ararnir vilja ikki geva
teimum somu sømdir
og rættindi, sum teirra
starvsfelagar í Noregi,
Skotlandi og Hollandi
hava. M. a. skulu teir
donsku flogskipararnir
flúgva 1000 tímar um
árið, meðan hinir ein-
ans skulu flúgva 800
tímar árliga.
Ericsson
tapti
Fyri fyrstu ferð mink-
aði fartelefonsølan í
2001. Sambært altjóða
hagtølum vórðu 400
mió. færri fartelefonir
seldar í fjør enn árið
fyri, og tann stóri
taparin var svenska
fyritøkan Ericsson. Í
fjør var marknaðar-
parturin hjá Ericsson
5,5 prosent ímóti 10
prosentum í 2000.
Hinvegin vaks markn-
aðarparturin hjá finsku
fyritøkuni Nokia úr 30
prosentum í 35 prosent.
Afturgongdin
hjá
Ericcson bar samstundis
í sær, at fyritøkurnar
Motorola, Samsung og
Siemens nú eru størri á
fartelefonmarknaðinum
enn
tann
svenska
fyritøkan.
Ericsson
samstarvar við japansku
fyritøkuna Sony, og í
síðstu viku sendu tær
fleiri nýggjar fartele-
fonir á marknaðin.
Nógv brek
Ein kanning hjá danska
FDM vísir, at alt ov
nógvir brúktir bilar
hava brek, sjálvt um
bilasølurnar siga teir
vera í lagi.
Kanningin vísir, at
brek vóru við 95 pro-
sentum
av
teimum
brúktu bilunum, sum
FDM kannaði fyri síni
viðskiftafólk í fjør.
Úrslitið hevur fingið
FDM at mæla fólki til
at lata serkønar kanna
brúktu bilarnar, áðrenn
tey keypa. Sambært
kanningini vórðu brek
funnin við øllum bil-
merkjum, men ringast
stóð til við teimum
týsku bilunum.
Úr Norðurlondum:
ES má
bíða
Fyrrverandi norski for-
sætisráðharrin,
Jens
Stoltenberg,
heldur
ikki, at teir norsku po-
litikararnir
eiga
at
skunda undir orðaskift-
ið
um
møguligan
norskan limaskap í ES.
So seint sum mána-
dagin vísti einkanning,
at
mótstøðan
ímóti
limaskapi er vaksin í
seinastuni, men Jens
Stoltenberg væntar, at
undirtøkan fyri lima-
skapi fer at veksa í
komandi tíð.
Á einum fundi í
Hammerfest mánadag-
in segði Stoltenberg, at
tað verður fiskivinnan,
sum fær teir størstu
fyrimunirnar, fer Noreg
upp í ES.
Eitt danskt
mál
Ein kanning hjá lærda
háskúlanum í Keyp-
mannahavn staðfestir,
at alt fleiri danir sleppa
sínum upprunaliga máli
og velja at tosa Keyp-
mannahavnardanskt
ella ríkisdanskt ístaðin.
Tore
Kristiansen,
lektari sigur, at sjálvt
nógv, sum eru upp-
vaksin við tí eyðkenda
suðurjútska málinum,
fara frá tí og velja at
tosa ríkisdanskt ístaðin.
Lektarin
sigur,
at
nógvastaðni eru tey
gomlu bygdamálini um
at hvørva.
Sambært Tore Krist-
iansen velja mong at
sleppa sínum bygda-
máli, tá tey koma í
hægri skúla so sum
studentaskúla, og at tey
samstundis
sleppa
einum parti av sínum
samleika.
Mistu
nógvan seyð
Bøndur í Norðurnoregi
hava mist nógvan seyð í
tí nógva kavanum í
vetur.
Einir hundrað bøndur
í Nordlandi hava seyðin
gangandi úti um vet-
urin, men nú vilja
myndugleikarnir hava
teir at taka seyðin inn.
Djóralæknatænastan
í Nordlandi heldur, at
einir 50 seyðir eru
deyðir í kavanum har
norðuri í vetur.
Valið í Zimbabwe
endaði, sum tað
byrjaði við longum
bíðirøðum uttan fyri
valstrøðini. Mong
sluppu ikki framat at
velja, og skuldset-
ingar vóru longu í
gjár um valsvik
ZIMBABWE
Árni Joensen
Longu mánadagin vildu
almennu zimbabwisku fjøl-
miðlarnir vera við, at Ro-
bert Mugabe, forseti hevði
vunnið valið. Tá stóðu fólk
í longum bíðirøðum uttan
fyri valstøðini í høvuðs-
staðnum Harare og øðrum
stórum
býum,
og
ein
áheitan frá andstøðuni um
at leingja valið ein dag
afturat vann ikki frama í
hægstarætti.
Andstøðuflokkurin MDC
legði dorsetan og stjórnina
undir at hava skert talið á
valstøðum í Harare og
hinum býunum fyri at forða
fólki at sleppa at velja. Júst
andstøðan stendur sterk í
býunum, og summir velj-
arar greiddu mánadagin
frá, at tað tók hvørjum
veljara átta minuttir at fáa
pappírini góðkend inni í
valhølinum.
Andstøðuleiðarin, Morg-
an Tsvangirai, segði í gjár,
at forsetin og stjórnin mugu
átaka sær ábyrgdina av
møguligum ófriði, tí nógvir
veljarar vóru sera mis-
nøgdir við, at teir ikki
sluppu at greiða atkvøðu.
Ikki frítt val
Í gjár var ikki greitt, hvønn
dóm valið í Zimbabwe fór
at fáa frá teimum útlendsku
eygleiðarunum, sum fylgdu
valinum, men fleiri evro-
peiskir politikarar hava
longu sagt, at valið var ikki
frítt.
Eysturríkski uttanríkis-
ráðharrin, Benita Ferrero-
Waldner,
segði
longu
mánadagin, at valið í
Zimbabwe var hvørki frítt
ella rættvíst. Í gjár segði
hon seg hava fingið frá-
greiðingar úr Harare, sum
prógvaðu tað, hon hevði
sagt.
Tríggir av leiðarunum í
andstøðuni vórðu tiknir
mánadagin, og ein talsmað-
ur hjá MDC segði, at sum-
staðni høvdu hermenn rikið
eygleiðararnar burtur frá
valhølunum.
Fýra amerikanskir diplo-
matar, sum vóru komnir til
Zimbabwe, vórðu eisini
tiknir mánadagin og hildnir
aftur í fleiri tímar.
- Framferðin hjá
ísraelska herinum er
einki annað enn
krígsbrotsverk, sigur
palestinski samráð-
ingarleiðarin, Saeb
Erekat
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Minst 21 palestinar doyðu,
tá ísraelski herurin gjára-
náttina søkti at einari pa-
lestinskari flóttafólkalegu í
Gaza-geiranum. 50 pale-
stinar vórðu særdir.
Ísraelski herurin leyp á
flóttafólkaleguna Jabaliya
við stríðsvognum og tyrl-
um. Umleið 200.000 fólk
búgva í leguni, sum er ein
tann størsta í teimum pale-
stinsku økjunum. Pale-
stinskir talsmenn søgdu í
gjár, at ísraelskir hermenn
kringsettu fyrst leguna,
áðrenn stríðsvognarnir fóru
inn í sjálva leguna. Sam-
stundis lupu stríðstyrlurnar
á.
Palestinski samráðingar-
leiðarin, Saeb Erekat, segði
í gjár, at álopið á Jabaliya
var ikki annað enn fram-
hald av krígsbrotsverkun-
um hjá ísraelska forsætis-
ráðharranum, Ariel Sharon.
- Álopið prógvar, at
Sharon heilsar teimum báð-
um amerikansku semings-
monnunum, Dick Cheney
og Anthony Zinni, væl-
komnum við palestinskum
blóði, segði Saeb Erekat.
Dick Cheney, varaforseti
skal hitta fleiri leiðarar í
Miðeystri teir næstu dag-
arnar, og Anthony Zinni,
sum er serligur semings-
maður hjá George W. Bush,
forseta, skal royna at fáa
ísraelsmenn og palestinar
til samráðingarborðið.
Telja upp eftir ruðuleikaval
Enn ein blóðug nátt
Ísraelskir hermenn taka sær støð í býnum Qalqilya á Vestara Áarbakka
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
21