Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 51 - 14. mars 2002 Nr. 51 - 14. mars 2002 21 ÚT AT KOYRA Audi framgongd Yvirskotið hjá Audi bilverksmiðjuni varð í fjør 8,9 milliardir krón- ur, og umsetningurin vaks við 10,4 prosent- um. Ein av orsøkunum til góða úrslitið er nýggi Audi A4, ið bleiv sera væl móttikin. Kelda: Motor Magasinet Goodyear og Siemens Amerikanska Goodyear dekkfyritøkan og Sie- mens í Týsklandi, hava gjørt samstarvsavtalu um eina elektroniska ávaringarskipan, sum sigur frá um nakað er áfatt við einum av dekk- unum. Skipanin, ið verð- ur originalmonterað í nýggjar bilar, verður klár at taka í nýtslu í 2005. Hyundai Getz Ein nýggjur koreanari, Hyundai Getz, verður sýndur fram á bilafram- sýningini í Geneve í hesum døgum. Bilurin skal kappast við bilar sum VW Polo, Fiat Punto og Skoda Fabia. Hyundai Getz kemur á marknaðin seinni í ár. Kelda: Motor Magasinet Tá Mercedes yvirtók MCC Smart í 1998, var ikki stórvegis áhugi fyri bilinum millum fólk. Men eftir at Smart við tíðini er vorðin ein væl umtóktur býbilur, sær út til at vent er í holuni. Nú eru tað fleiri bil- verksmiðjur ið hava ætlanir um at gera Smart líknandi bilar BILAR Magnus Gunnarsson Eftir nøkur sera turbolent ár hjá DaimlerChrysler, hevur Smart tó hórða undan. Nú sær tað út til at fleiri bilverksmiðjur hava ætlanir um at gera Smart líknandi bilar. Smart er einans 2,50 m langur, og er sera lættur at seta frá sær í býum við nógvari ferðslu og trongum parkeringsviðurskiftum. Sama plattform Hjá General Motors ar- beiða designararnir við tekningum av smáum bil- um til bilmerkini Opel, Saab, Subaru, Suzuki, Chevrolet og møguliga eisini Fiat. Hetta eru verk- smiðjur sum GM eigur, ella sum teir samstarva við. Ætlanin er at allir hesir bilar skulu hava sama platt- form. Eisini hjá BMW, sum hava Mini Cooper koyr- andi, hava teir ætlanir um ein mini-Mini. Kelda: FDM / Motor Fleiri hava ætlanir um Smart líknandi bilar MCC Smart. Hóast eina sera trupla byrjan, sær tað út til at Smart er vorðin ein fyrimynd hjá fleiri bilverksmiðjum Um hesin Saab 9-1 verður veruleiki, verður tað minsti Saab nakrantíð Umframt at BMW hava Mini á skránni, kemur møguliga eisini hesin BMW í eini mini-Mini útgávu Opel útgávan kemur at síggja nakað soleiðis út sum hesin Opel Tanga Føroya Shell og Før- oya Ellisakfør hava gjørt eina nýggja av- talu fyri 2002, so- leiðis at limablaðið, Tíðindaskrivið Ellis- akfør, nú aftur verð- ur selt á Shellstøðun- um kring landið ELLISAKFØR Magnus Gunnarsson Í blaðnum hesaferð er nógv áhugavert tilfar. Sum til dømis um eina ferð úr Skúgvi um Sandoynna til Havnar í 40 árunum. Eisini er brot úr sera áhugaverd- um tilfari sum Einar Peter- sen, rithøvundur, hevur skrivað um bilasøguna í Vágum. Sum vanligt eru eisini nógvar áhugaverdar gamlar myndir í blaðnum, og ymiskt annað frá fe- lagnum. Fyrsti bilurin, ið kom í Vágar, kom í 1923, og var tað ein Ford T. Hesin bilurin kom sum frá leið at verða róptur "Lazarus". Her koyrir "Lazarus" fyri snikkara- virkið við Gjónna Tíðindaskrivið Ellisakfør aftur á Shellstøðunum Unga Tjóðveldið skipar fyri einari Free Føroyar konsert á Sandoynni um viku- skiftið. Seks bólkar verða við til at breiða frælsisboðskapin KONSERT Heri á Rógvi Free Føroyar tokið koyrir aftur. Hesaferð verður steðgað á á Sandoynni. Fríggjakvøldið verður Samljóð í Skopun vertur fyri einari Free Føroyar konsert. Free Føroyar eru konsertir, ið Unga Tjóð- veldið hevur skipað fyri nakrar ferðir nú. Roynt hevur verið við sovorðnum konsertum bæði innandura og uttandura, og áhugin hevur sum heild verið stór- ur. Nú verður farið “on the road” við frælsistónunum, og Sandoyggin stendur fyri tørni. Tað er heldur ikki av tilvild, at Unga Tjóðveldið hevur valt sær júst Sand- oynna. Tjóðveldisflokkurin skal um sama mundið hava floksting í oynni, so tað liggur ræðið fyri at halda konsert. Men tað krevur nógva fyrireiking, orku og vælvilja at fyriskipa eitt tí- líkt tiltak, ljóðar tað frá fyriskiparanum. Bólkarnir, ið trína á pall- in fríggjakvøldið, eru: Side Effect, Marigold, Tónar, Iris, Grønt Fótslím og Hu- man Caos. Teir flestu av hesum bólkum eru kendir bólkar í Føroyum. M.a. hava fleiri teirri roynt seg í Prix Føroyum. –Free Føroyar er ein sýn- isgluggi fyri føroyskan tón- leik, ið virkar eftir tí grund- hugsan, at føroyingar eru serstøk tjóð í heiminum, og at hetta eisini er galdandi innan tónleikaheimin, sigur Unga Tjóðveldið í tíðinda- skrivi. Tey siga tiltakið varpa ljós á føroyskan tón- leik og Føroyar. Free Føroyar konsertin er ókeypis fyri øllum, eisini teimum, ið ikki taka undir við Tjóðveldisflokkinum. Møguleiki verður á kon- sertini at keypa sær ”Free Føroyar” troyggur, fløgur og ymiskt annað spenn- andi, siga fyrireikararnir. Unga Tjóðveldið vónar at síggja so nógv fólk sum gjørligt til tiltakið fríggja- kvøldið í Skopun. Frælsistónar í Skopun Unga Tjóðveldið fer aftur um vikuskiftið at skipa fyri einari Free Føroyar kon- sert. Hesaferð verða tað sandoyingar, ið fáa møguleikan at hoyra, hvat ein tílík inniber. Ætlaðu broytingarnar í navnalógina hava elvt til stríð í rættar- nevndini, og ein part- ur av nevndini hevur eisini lagt fram egið uppskot. Høgni Hoy- dal heldur hesa mannagongd vera óhóskandi POLITIKKUR Heri á Rógvi Tað byrjaði alt við, at Høgni Hoydal, landsstýris- maður, legði eitt uppskot um broytingar í navnalógini (løgtingslóg um fólkanøvn) fyri tingið. Hann segði tá, at talan var um liberaliser- ing av navnalógini, og hetta vóru broytingar, sum koma øllum við. Hetta var hin 16. oktober 2001. Undir fyrstu viðgerðini av hesum máli- num, 6. november 2001, vóru langt frá allir flokkar samdir við landsstýris- manninum í hansara sjón- armiðum. Hvør í sínum lagi vísti løgtingsmenn á broyt- ingar, ið teir ynsku framdar, ið ikki vóru í uppskotinum. Broytingarnar vóru nógv merktar av persónligum viðurskiftum hjá tingmonn- um, og tað vórðu heldur ikki fá dømi havd á lofti, har navnalógini gott kundi taka við. Áðrenn málið kom fyri Løgtingið, hevði málið ver- ið til hoyringar ymsastaðni, og tað er longri lesnaður at koma ígjøgnum allar hesar viðmerkingar. Tann reyði tráðurin í viðmerkingunum, serliga frá prestum, var, at viðmerkjararnir vóru glaðir fyri broytingarnar, ið vórðu fingnar í lag, tá navnalógini varð sett í gildi fyri skjótt 10 árum síðani í 1992. Navnanevndin vísti á, at gongdin gekk tann rætta vegin, og fólk vóru farin at venja seg við reglarnar, tá tey skuldu doypa teirra børn. Upprunaliga uppskotið hjá Høgna Hoydal mældi til, at onnur atlit enn bert málslig atlit skuldu verða tikin, eitt nú skuldu ættleid fáa betri viðurskifti, men formurin skuldi framvegis vera tann sami, at navna- nevndin skuldi hava avger- andi orðið at siga, og føroy- skar málreglur skuldu hald- ast framum alt annað. Høgni Hoydal kallaði hetta sum sagt fyri eina liberali- sering av lógini. Eftit tað umtalaðu fyrstu viðgerðina endaði málið so hjá rættarnevndina, har He- lena Dam á Neystabø er formaður. Í fleiri fundum hevur lógin um fólkanøvn verið uppi og vent í rættar- nevndin, og tað var eisini ein semja við landsstýris- mannin at byrja við. –Rættarnevndin er samd við landsstýrið, at tað er óheppið, at kjak og ónøgd hevur staðist av navnalóg- ini, nú tað loksins eydnað- ist okkum at yvirtaka hetta málsøkið. At navnalógin er føroysk slóðar fyri bæði málsligum og mentanarlig- um framburði. Longu nú eru tvey álit greidd úr hondum um spurningin, sum eru gott grundarlag undir tí orðaskifti, sum óivað kemur at verða í eina tíð afturat, stendur at lesa á løgtingsheimasíðuni(logtin g.fo). Ein partur av rættar- nevndina vildu tó ikki taka undir við, at tað var so mik- ið torført at gera undantøk. Serliga varð hugsað um nøvn, ið høvdu verið í ætt- ini yvir eitt longri tíðar- skeið. Rúna Sivertsen, Al- fred Olsen og Hans Pauli Strøm løgdu síðani sítt egna uppskot fyri Løgting- ið, ið samsvaraði við teirri ætlanir. Tey søgdu seg vera bangin fyri, at landsstýris- maðurin fór at taka upp- skotið aftur. –Uppskotsetarnir halda, at tað er ódemokratiskt, um landsstýrismaðurin, um- boðandi ein minniluta í tinginum, skal hava møgu- leika fyri at hindra, at upp- skotið verður framt í hesi tingsetuni við at taka tað aftur, varð sagt í viðmerk- ingunum. Nevndin samdist –Vit gjørdus samd um, at málreglurnar skulu haldast, men ynskja fólk at fáa upp- kallað síni børn, so kann navnanevndin geva undan- taksloyvi, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í rættarnevndini, tá vit spyrja hana eftir, hvørja endaliga niðurstøðu nevnd- in ella rættari sagt ein meiriluti í nevndini, Helena Dam á Neystabø, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Rúna Sivertsen og Eyðun Viderø. Meirilutin hevur gjørt nakrar smærri broytingar. M.a. verður nú møguligt at hava fleiri enn tvey eftir- nøvn. Alfred Olsen, ein av upp- skotstillarunum av nýggja uppskotinum, sigur, at tey væntandi fara at taka upp- skotið aftur, nú hevur lagt hetta fram, og hetta vænt- andi verður samtykt. –Rættarnevndin hevur harafturat samtykt, at farast skal undir kunnandi arbeiði um navnalógina, soleiðis at fólk fáa betri møguleikar at seta seg inn í viðurskiftini, sigur Helena Dam á Neystabø Óhóskandi Høgni Hoydal heldur tað vera løgið, at ein partur av rættarnevndini leggur fram sjálvstøðugt uppskot um eitt mál, ið nevndin vigerð. –Um hetta verður vanligt framyvir, so fer at hetta at broyta arbeiðið við lógar- uppskotum munandi, og eg haldi hendan framferðar- háttin vera óhóskandi, sigur Høgni Hoydal. Tá uppskotið hjá teimum trimum, Rúnu, Alfred og Hans Paula, var til fyrstu viðgerð 8. mars vísti Signar á Brúnni úr Tjóðveldis- flokkin, sum eisini er limur í rættarnevndini, at fram- ferðarhátturin í sambandi við uppskotið hjá teimum trimum ikki var í tráð við tingskipanina. Tað vóru ikki nógvir tingmenn, ið tóku orðið í tí orðaskiftinum, og tað gjørdist klárt, at málið nokk skuldi avgerast í rættar- nevndini. Stríð um navnalógina Hvussu skal barnið eita? Tað eru ósemj- ur millum landsins kosnu, hvørji nøvn foreldur skulu sleppa at geva sínum børnum. C M Y K 21 20