Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 19. mars 2002 27 Sosialurin & Internet Sosialurin ÓKEYPIS Sosialurin rindar postgjaldið ÓKEYPIS 27 26 Nr. 54 - 19. mars 2002 Strandingar vunnu á kollfirðingum í Vestmanna, men móti endanum var um reppið, at kollfirð- ingar fingu strand- ingar aftur HONDBÓLTUR, MENN Sveinur Tróndarson Strandingar vístu ongan vælvilja móti kollfirðing- um tá liðini møttust í dysti í Vestmanna sunnudagin. Strandingar gjørdu stutta prosess og vunnu dystin við 30 málum móti 27 eftir hálvleiksstøðuna 14-10. Tað var longu tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, at strandingar høvdu lagt seg so mikið á odda, at teir kundu brúka orkuna um sítt egna spæla. Tá tað er sagt mugu vit tó leggja afturat, at tá tað leið fram móti dystarenda var um reppið, at kollfirðingar komu inn aftur í dystin. Tí tá tað restaðu seks minuttir fingu kollfirðingar tveir gyltar minuttir, har teir minkaðu um munin úr 23- 29 til 27-29, men so var orkan uppi. Strandingar fingu seinasta málið og dysturin endaði við 30-27 sigri til strandingar. Enn eina roynd Dysturin í Vestmanna hevði ongan týdning fyri strand- ingar, men fyri kollfirðing- ar hevði hann so mikið nógv at siga, at vunnu teir, sluppu teir av niðastu rók. Hetta lítið unniliga plássið hevur verið teirra nú í eina tíð og sjálvt um tað einki kostar at liggja har, hevur tað sálarligan týdning fyri kollfirðingar at sleppa upp á næstaftasta pláss í lands- kappingini. Tað eydnaðist ikki í fyrsta umfari, men teir fáa enn ein – og tað verður eisini tann allar seinasti í ár – møguleika afturat í ár. Tað verður tá teir skulu vitja hoyvíkingar næsta leygardag og tað er mikið passandi, at hesi bæði liðini bresta saman. Tey liggja á teimum báðum niðastu plássunum við einum stigi ímillum, og tað merkir, at vinna kollfirðingar fara teir fram um, men tapa teir, vera teir liggjandi har teir eru. So boðini eru greið og tað eru tey eisini hjá hoyvíkingum, sum, hóast teir hava eitt gott og ungt lið, ikki hava staðið seg so væl í ár. Neistin næstu ferð Hjá strandingum er árið eisini liðugt, men teir hava enn ein setning at greiða. Teir sleppa nevniliga at vera við til at gera av, hvør skal gerast Føroyameistari í manshondbólti í ár, og ver- ið vís í, at henda leiklut taka teir í fullum álvara. Neistin kemur inn á Skála at vitja og eru strand- ingar líka uppsettir móti Neistanum sum teir vóru móti VÍF, so verður talan um ein branddyst. Nú eiga teir ikki einasta orðið í hes- um máli, tí vestmenningar skulu sjálvir spæla móti Kyndli og tí verður ein partur av stríðnum avgjørd- ur har. Samanumtikið kunnu vit tí siga, at vit eiga enn eitt spennandi hondbóltsviku- skiftið á í ár, og tað fara vit at njóta ... Dysturin í tølum: Málskjúttar: KÍF: Durica Tomic 6 (3), Jákup Dam 6 (2), Eddie Joensen 5, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 4, Petur M. Poulsen 1 og Hallur Hansen 1 StÍF: Alexandur Johansen 7, Costin Dumistrescu 6 (3), Artur Johansen 6, Jón Rasmussen 5, Bent Djurhuus 4 og André F. Danielsen 2 Brotskøst: KÍF 7, StÍF 3 Útvísingar: KÍF 5, StÍF 4 Føroyameistararnir úr Vestmanna snáv- aðu – fyri fyrstu ferð í ár – tá VB var á vitjan um vikuskiftið. Vágs- kvinnur vistu, at skal tað eydnast teimum at vinna heiðurs- merkir í ár var neyð- ugt at vinna í Vest- manna. Tað gjørdu tær og tí kunnu tær nú sjálvar gera av, um tær skulu hava bronsumerkini HONDBÓLTUR, KVINNUR Sveinur Tróndarson VÍF megnaði ikki at koma ósigrað gjøgnum kapping- arárið 2001/2002. Hesum syrgdi VB fyri tá liðini hitt- ust í høllini í Vestmanna leygardagin. Vágbingar vunnu dystin við minst møguligu margin, men tað var nóg mikið til sigurin. Sera vónbrotnar Sum skilligt er, vóru vest- mannakvinnur serstakliga vónbrotnar eftir dystin. Gamaní var talan um ein dyst, sum ikki hevði stór- vegis annað at siga enn, at tær kundu fara ósigraðar gjøgnum hetta árið, men fyri meistararnar átti tað at verið nóg mikið. At hetta so samstundis var seinasti landskapping- ardystur á heimavølli átt- i eisini at sett VÍF kvinn- urnar so mikið upp, at tær vunnu dystin. Men so var ikki. VB- kvinnurnar vóru nógv meira uppsettar enn vert- irnir og tað hevði við sær, at VÍF ongantíð fekk frið at spæla sítt spæl, og tá sam- anumkom vóru tað so vág- bingarnir sum vóru omaná. Men VB hevði eisini av álvara nakað at spæla fyri í Vestmanna. Tær vistu tá tær fóru á vøllin, at um tær ætla sær bronsumerkir í ár, var treytin ein sigur í Vest- manna, tí næsta vikuskiftið kemur Stjørnan, sum í løt- uni liggur á triðja plássi til Vágs á vitjan og við einum sigri í hesum dystinum, kann VB sníkja seg fram um Stjørnuna í allar sein- asta umfarinum og á tann hátt tryggja sær bronsuna. Spældu ikki væl Sum sagt vóru VÍF kvinn- urnar sera vónbrotnar um seinasta avrikið á heima- vølli í ár. Tær ætlaðu sær at vera ósigraðar í ár, men so- leiðis skuldi ikki ganga, og Sóley Mikkelsen, liðskipari hjá VÍF, sigur, at allar eru vónbrotnar av avrikinum leygardagin – Hugburðurin var ikki tann rætti. Hugurin at spæla var heilt einfalt ikki nóg góður og tað ber ikki til, tá tú spælir móti VB og slett ikki tá tær hava nakað at spæla fyri. Triðjaplássið hevur týdning fyri tær og tí vistu vit, at tær fóru at berj- ast fyri sigrinum. So mikið verri er tað, at vit ikki megna at seta okkum upp til dystin, sigur Sóley. Hon leggur afturat, at alt VÍF liðið sum tað er, má taka ábyrgdina fyri tapin- um. Eingin leikari leikti upp til vanligan standard. – Men veruleikin er, at tað er trupult at seta seg upp til ein slíkan dyst, tá kappingin er vunnin og av fyri okkara viðkomandi, og tað var kanska orsøkin til at vit spældu sum vit spældu. Venjarin ábyrgd fyri reyðum korti Annars fekk dysturin í Vestmanna ein løgnan enda. VB, sum í 29. minutti hevði lagt seg á odda, lá til at vinna dystin, tá venjarin við veipum og rópum móti dómaranum, brokkaði seg til eina útvísing í tveir min- uttir, og ein slík útvísing merkir, at ein leikari skal av vøllinum. Henda broyting í leikreglunum varð framd undan hesum kappingar- árinum, fyri at venjarin ikki skal hava møguleika at uppføra seg sum eitt býtt uttan at fáa revsing fyri tað. Sum rætt er, krevja dóm- ararnir, at ein leikari skal av vøllinum, og dómarin ger av, at Regina Radó skal út. Hon skilir á venjara sínum, at dómararnir hava víst henni á vølli og so fleyg øði í hana. Hon rópti og garteraði so nógv á vøllinum, at dómar- arnir vístu henni reyða kortið og tað merkti, at hon mátti av vøllinum alt fyri eitt. Tað er so eitt, at hon mátti út í Vestmanna. Tað sum er verri er, at hon av somu orsøk ikki verður við í seinasta dystinum hjá vágbingum, sum verður móti Stjørnuni og hesin dysturin er so sera týdning- armikil fyri VB. Tað sum ger gøluna full- komna er, at Regina Radó als einki skeivt hevði gjørt. Dómararnir vístu ikki henni av vølli men venjarin fekk tveir minuttir fyri óhøviskan atburð, men tá hann tekur Reginu út, kloddar hann í tí og sigur henni, at dómararnir vilja hava hana út. Hetta – sigur annar dómarin – var ikki so. Venjarin avgjørdi sjálv- ur at taka hana út. At so øði spinnur í Reginu á veg út ger bara at dómarin verður noyddur at senda hana av vøllinum, og tað er spell. Spurningurin er nú, hvønn týdning tað fær fyri dystin hjá VB móti Stjørn- uni. Lítið er at ivast í, at lið- felagar hennara fegnar vildu havt hana við, men sambært reglunum hevur hon ikki loyvið til tess. Og tað ger stríðið hjá VB at røkka silvurinum nógv tor- førari, tí Regina hevur verið liðnum ein hollur stuðul í ár. Dysturin í tølum: VÍF: Joana Rapa 12 (6), Nicoleta Radu 6, Sóley Mikkelsen 3, Barbara á Rógvi 2, Fríða Marjunar- dóttir 1 og Alis Høghamar 1 VB: Laila Jespersen 8, Regina Radó 5 (1), Gabri- ela Feketé 4, Eyðbritt Krosslá 3, Sólrun Krosslá 2, Durita Rouch 2, Margret Augustinussen 1 og Rannvá Augustinussen 1 Brotskøst: VÍF 8, VB 2 Útvísingar: VÍF 1, VB 3 Burturvísing: VB 1 KÍF-stÍF-27-30 (10-14): Strandingar hildu tørn VÍF-VB 25-26 (12-12): So tapti VÍF Strandingar knógvaðu kollfirðingar í seinasta útidystinum, og nú restar bert dysturin móti nummar tvey á talvuni Fyri fyrstu ferð í tvey ár snávaðu kvinnurnar hjá VÍF, tá tær á heimavølli máttu lúta fyri VB C M Y K 26 VÍF liggur nú aftur best fyri at vinna meistaraheitið í manshondbólti. Teir vunnu stórt í seinasta heimadystinum á árinum og hava nú bara klassikaran móti Kyndli eftir. Og sjálvt um munurin á liðun- um er størri nú enn fyrr, kunnu vit bara vísa til, hvat hendi í flogbóltslandskappin gini tá Fleyr og Mjølnir hittust á sein- asta leikdegi HONDBÓLTUR, MENN Sveinur Tróndarson Vestmenningar standa nú við bestu møguleikunum til at vinna meistaraheitið í manshondbólti í ár. Hesum syrgdu teir sjálvir fyri tá teir vunnu stórsigur móti hoyvíkingum á heimavølli leygardagin. Dysturin endaði við 39- 26 sigri til vestmenningar eftir støðuna 18-12 í hálv- leikinum. Tey, sum hava áhuga fyri rokning síggja beinanvegin, at støðan í hálvleikinum lutfalsliga er júst tann sama sum endaliga støðan, og tað kunnu vit brúka til at stað- festa, at vestmenningar vóru helmingin betri enn hoyvíkingar, ella, at hoyvíkingar formáddu sær bara tveir triðingar av tí, sum vestmenningar gjørdu. Nú sær bjartari út Úrslitið av dystinum í Vest- manna leygardagin hevur við sær, at tað nú sær mun- andi bjartari út við FM- heitinum hjá vestmenning- um. Undan seinasta heima- dystinum móti Neistanum skuldi »bara« ein heima- sigur til so vóru teir gulu meistarar, men sum kunn- ugt endaði dysturin við sigri til Neistan. Eftir tað hava vestmenn- ingar eisini tapt móti strandingum, so tað var eitt krav til vestmenningar, at dysturin móti H71 skuldi vinnast um teir ætla sær at gerast meistarar við egnari hjálp. Hendan møguleikan hava teir nú, men tað krevur, at teir vinna dystin móti Kyndli og havandi í huga, at Kyndil ikki hevur havt eydnuna við sær í ár, mugu vit siga, at vestmenningar eru stórfavorittar til sigurin móti teimum grønu – og harvið eisini til FM-heitið. Men samstundis mugu teir hugsa um tað, sum hendi á seinasta leikdegi í flogbóltslandskappingini. Her lá Fleyr á odda og sannlíki, at teir fóru at vinna meistaraheitið var øgiliga stórt. Teir høvdu jú bara Mjølnir á heimavølli og Mjølnir lá aftast í lands- kappingini... Jú, gomorin. Fleyr tapti móti Mjølnir og tí gjørdist Fram meistari og soleiðis kann tað eisini ganga í hondbóltskappingini. Vinn- ur Kyndil í Havn kann Neistin tryggja sær FM- heitið við at vinna á StÍF á Skála, og sjálvt um tað kann vera ein stórur biti at gloypa vita vit, at tað ikki er ómøguligt. Hoyvíkingar liggja tungt Liðini sum leiktu í Vest- manna leygardagin liggja í hvør sínum enda av stiga- talvuni og kósin hjá teim- um hevur eisini verið hvør sín veg. Vestmenningar hava havt píl uppeftir með- an hoyvíkingar hava verið í fríum falli í bestu deildini. Næsta vikuskiftið fáa teir so eitt høvið til at steðga fallinum. Tað verður tá teir hitta KÍF í seinasta dystin- um í ár, og so er spurning- urin um teir megna tað. Einki er at ivast í, at liðið er gott. Leikararnir – burt- ursæð frá onkrum veterani – er ungt og átti at kunna víst meir, men tað hevur verið trupult at fingið spæl- ið at hingið saman í ár. Kollfirðingar hava hinvegin eisini nakað at prógva, tí felagið hevur satsað við tveimum útlendingum í ár, tó uttan at tað hevur givið tað úrslitið teir høvdu vón- að. Nú hava teir so enn ein møguleika at vísa, at tað er dugur í teimum, men hvussu úrslitið verður av tí mugu vit bíða eftir. Dysturin í tølum: VÍF: Áki Olsen 10 (1), Ingi Olsen 9 (1), Daniel Rapa 7, Sámal Joensen 6 (2), Johnny Joensen 3, Ragnar Zachariasen 3 og Rógvi Nielsen 1 H71: Johnny Djurhuus 10, Bjarni Wardum 7, Kristian Petursson 4, Jákup S. Simonsen 3, Olaf Vester- gaard 1 og Anfinn Debess 1 Brotskøst: VÍF 6 Útvísingar: VÍF 3, H71 1 Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen. VÍF-H71 39-26 (18-12): Vestmenningar aftur á odda VÍF reistist eftir tvey tap, tá teir sópaðu mótstøðuna frá H71 burtur leygardagin