Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 19. mars 2002 29 Hóast sera skerdir vunnu føroyingar á flatlondum ein góðan sigur á oddaliðnum í 2. deild, og fingu harvið eitt triðja pláss TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Vónirnar til seinasta dystin vórðu ikki av teim bestu. Hetta komst av, at tveir fastir mans høvdu givið avboð, samstundis sum IM John Rødgaard, sum eftir ætlan skuldi leika við, ikki fekk pláss í Mærsk flogfar- inum vegna misskiljingar og at íslendski telvarin á liðnum, Hliðar Hreinsson, tíverri ikki møtti upp til dystin. Rani Nolsøe var hjástaddur í Danmark um vikuskiftið, og leikti hann tí eisini við gamla felagi sínum. Eftir góðar tríggjar tímar var føroyska liðið afturúr 1- 3, men skjótt vendist, og endaliga úrslitið bleiv 4,5 — 3,5 til útisetar okkara. John Arni Nilssen og Heini Olsen vunnu hvør síni talv. Báðir leiktu væl og vunnu uppiborið. John Arni mundi mist fyrimunin, men vísti góðar endatalvsdygdir tá hann loksins vann við svarta fólkinum móti ein- um 2300-telvara. Heini leikti somuleiðis væl, og hansara avriksstyrki er á heili 2514 eftir kappingina, og prógvar hetta at Heini sanniliga er á røttu gongd aftur. Eftir donsku liðkapp- ingina er Heini allarhelst omanfyri 2300 í føroyskari rating aftur, meðan John Arni hevur umleið eini 2380. Eyðun Nolsøe og Rani Nolsøe høvdu báðir hampi- ligar støður, men høvdu ringt við at bróta verjugarð- ar flatlendinga niður, og tískil varð javnleikur úr- slitið. Innhopparin fyri íslendaran Hliðar varð Regin Reinert, og hevði hann eisini góða støðu, men tapti tíverri. Carl Eli N. Samuelsen á sætta borði hevði somuleiðis góða støðu, men danin vardi seg væl og javnleikurin slapst ikki uttanum. Terji Petersen leikti væl, og niðurspældi mótstøðu mann sín, meðan Heini Danielsen hinvegin fekk harða viðferð og mátti leggja kongin. Einstøk úrslit hjá fø. John Arni Nilssen 4/6 Heini Olsen 4,5/6 Flóvin T. Næs 2/4 Eyðun Nolsøe 3,5/7 Bogi Ziska 1/2 Hlidar Hreinsson 2,5/6 RógviW.Rasmussen 4/5 Carl E. N. Samulsen 4/7 Eykamenn: Heini Danielsen 1,5/5 Terji Petersen 2,5/3 IM John Rødgaard 0,5/1 Rani Nolsøe 0,5/1 Magnus Egholm 0,5/1 Arild Rimestad 0,5/1 Regin Reinert 0/1 Sum tað sæst vórðu nógvir telvarar nýttir at manna liðið í ár, men kortini gekst væl og úrslitið bleiv sum sagt eitt triðja pláss, deilt við Helsingør. Endaliga støðan í toppinunm í 2. Deild: K41 34,5 Skakspilleren 32 Helsingør 31,5 Føroyar 31,5 Enn ein succés Gøtu Talvfelag skipaði í vikuskiftinum fyri Barna- og Ungdómskapping — tí triðu í røðini - og væl gekst. Ikki færri enn 180 børn og ungdómar høvdu teknað seg til hesa stórligu liðkapping millum skúla- ungdómar, og sum skilst høvdu gøtumenn ein heldur positivan trupulleika, tí sera trongligt varð nevnliga í skúlastovunum sum nýttar vórðu, og er hetta hóast alt at fegnast um. Børn kring landið tykjast at hava fang- að ítrótt okkara, og vónandi spyrst nógv burturúr hesari framgongd. 16 lið høvdu teknað seg til kappingina fyri 4. Flokk- ar og yngri, og hesaferð eydnaðist tað liði úr Havn- ini at vinna framanfyri klaksvíkingar. Í elsta bólk- inum — 5. Flokk — 10. Flokk — har 21 lið høvdy teknað seg, býttu lið úr Havnini og Klaksvík fyrsta plássið, meðan miðvingar fingu triðja pláss. Í blað- num í morgin prenta vit úrslitini og støðurnar frá kappingini. Ætlanin er at stórur enda- brestur í røðini av hesum vælumtóktu barnakapping- unum verður í Norður- landahúsinum 13. Apríl. Nærri verður lýst við hesum tiltaki eftir páskir. Blindtalvið hesa vikuna Ein serlig kapping verður í løtuni leikt í Frankaríki. Hvønn dag verður leikt eitt kviktalv og eitt blindtalv móti sama mótstøðumanni. Vladimir Kramnik og Veselin Topalov vunnu báðir kappingina í fjør, og longu í fyrsta umfari í ár hittust teir. Kviktalvið teirra millum endaði javnt, meðan Topalov vann eitt gott blindtalv móti tí annars óvinniliga Kramnik. Topalov,V (2739) - Kramnik,V (2809) Amber Blindfold Monaco MNC (1), 16.03.2002 1.Rif3 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.d4 c5 5.g3 Rie4 6.Fd3 Fa5 7.Fxe4 Bxc3+ 8.Bd2 Bxd2+ 9.Rixd2 Ric6 10.dxc5 b6 11.Bg2 Bb7 12.Fe3 Rib4 13.0-0 Ric2 14.Fg5 (Topalov fær gott spæl fyri býtismunin) 14...Bxg2 15.Rib3 Fa4 16.Fxg7 Rf8 17.Kxg2 Rixa1 18.Rxa1 bxc5 19.Rc1 d6 20.Rid2 0-0-0 21.Rie4 Fc6 22.f3 f5 23.Rif6 Fc7 24.Fxc7+ Kxc7 25.Rixh7 (hvítur hevur helst fyrimun, vegna frífínnu) 25...Rg8 26.h4 Rb8 27.b3 a5 28.Rig5 Kd7 29.Rc3 a4 30.f4 axb3 31.axb3 Rb6 32.Re3 Re8 33.Kf2 e5 34.fxe5 dxe5 35.Rf3 Rf8 36.Rie4! Rc6 37.g4 (og nú fær Topalov leikt seg til tvær avgerandi frífinnur) 37...f4 38.h5 Ke6 39.Rd3 Rg8 40.Kf3 Rb8 41.e3 Rf8 42.Rd5 Rb8 43.Rxc5 Rcb6 44.Rig5+ Kf6 45.exf4 Rxb3+ 46.Ke4 exf4 47.Kxf4 R3b6 48.Rc7 R8b7 49.Rie4+ og Kramnik gavst (Ke6 50.Rxb7 Rxb7 51.Ric5+) 1-0 Vunnu vinnararnar Mál frá føroyska landsliðsspælaranum Óla Johannesen var ikki nóg mikið at forða B 1909 øll trý stigini. 1. DEILD Páll Holm Johannesen Næstbesta danska deildin fór undir várhálvuna sein- asta vikuskifti, og bara tann eini føroyingurin spældi. Umframt Óla Johannesen í Hvidovre og Atla Greg- ersen í Randers Freja er eisini Johan Byrial Hansen farin í næstbestu deildina at leika. Hann er útlæntur til Fredericia. Dysturin hjá Fredericia móti oddalið- num Køge bleiv útsettur, so tað verður ikki fyrr enn komandi vikuskiti, at Johan leikar sín fyrsta dyst. Randers Freja vann uttan Atla Gregersen 1-0 ímóti botnliðnum B 93, og liggur nú í miðjuni í fyrstu deild. Hvidovre var á Fjón og leikti útidyst ímóti B 1909, og hóast leikliga yvirvág eyðnaðist tað ikki Hvidovre at fáa stig. Dysturin endaði 2-1 til heimaliðið, og málið hjá Hvidovre skeyt Óli Johannesen eftir ein góðan tíma. Kappingin um upp- flytingina harðnar, og fleiri lið eru um boðið. Køge er gott boð til annað uppflyt- ingarplássið, meðan eini fimm lið berjast um hitt plássið. Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minuttirnar, men tað hjálpti tó lítið hjá Hull, sum enn eina ferð mátti taka til takkar við teprum tapi. Seinastu tíðina er tað vorðið at kalla ein vani, at Hull letur mótstøðuna skora móti dystarenda, og soleiðis var eisini hesaferð. Oxford fekk einasta málið í dystinum tá knappir 10 minuttir vóru eftir at leika. Í ensku miðlunum verður annars sagt, at spælið hjá Hull mundi vera á eini leið, men hetta man tó ikki vera nøkur serlig troyst hjá Julian og teimum. Teir eru nú á níggjuna pláss- inum í deildini, og hóast tað bert eru trý stig upp til ein play-off sess, so skal nógv broytast hjá Hull, sum hóast venjara- skiftið bert hevur vunnið ein av seinastu sjey dystunum. -jm Súni Olsen var ikki á lið- num, tá FC Zwolle leygar- dagin spældi javnt í útivølli móti ADO den Haag. Hetta er eitt av liðunum, sum saman við Zwolle stríðist um ein uppflytingarsess, og í so máta kann ikki sigast annað enn, at talan varð um eitt gott úrslit hjá Zwolle. Gestirnir komu eisini á odda tíðliga í dystinum, tá ein leikari hjá Haag gjørdi sjálvmál, men á hálva tímanum kom javnvág í aftur roknskapin. Hóast Zwolle nú datt niur á triðja plássið, so styrkti liðið um støðuna, tí odda- liði úr Excelsoir tapti sín dyst, soleiðis at munurin upp til beinleiðis uppflyt- ingina minkaði enn eitt stig. Hósdagin verður so veruliga styrkisroyndin hjá Zwolle, tá teir á heimavølli taka ímóti liðnum, sum er á øðrum plássi. Ein sigur her hevur við sær, at talan helst verður um kapprenning millum Zwolle og Excel- soir um oddasessin, og enn eigur Zwolle heiamdyst móti oddaliðnum tilgóðar. -jm Hvidovre óheppið ímóti B 1909 Týdningarmikil javnleikur Sama søgan 29 28 Nr. 54 - 19. mars 2002 Við sannførandi spæli - serliga í seinna hálv- leiki, vant FCK burt- urúr Esbjerg og so- statt er enn kapping um oddasessin í Superliguni SUPERLIGA Páll Holm Johannesen FCK hevur fingið eina góða byrjan uppá várhálv- una, og eftir stórsigurin hjá FCK á Esbjerg skal Brønd- by ansa sær. FCK sær út til at hava funnið stórspælið aftur, sum tryggjaði teim- um meistaraheitið í fjør. Vegurin upp til oddaliðið er enn 7 stig, men um Brønd- by missur fleiri stig, kann tað lættliga gerast ein sann- ur gysari um meistarheitið. Tamur fyrri hálvleikur FCK venjarin hevði aftur valt at byrja vid Toda og Zuma í álopinum, men lítið sást til teirra í fyrra hálv- leiki. FCK-spælið tóktist heldur trilvandi fyrsta hálva tíman, og langt var ímillum møguleikarnar. Tó megnaði FCK seinastu tíggju minut- tirnar av fyrra hálvleiki at trýsta Esbjerg somikið, at tað spurdist eitt mál burtur- úr. Tað var komandi Schal- ke 04 spælarin, Christian Poulsen, sum eftir banda- spæl vid Toda Jónsson setti bóltin í netið úr spískum. Todi rættiliga eyðsýndur Meðan fyrri hálvleikur ikki var serliga væl spældur, spílaði FCK seg rættiliga út í seinna hálvleiki. Ikki vóru meira enn fimm minuttir farnir, áðrenn støðan var 3- 0. Eftir uppspæl í høgru kom bólturin innfyri, og Todi kundi lættliga seta fót- in á og økja um FCK-leið- sluna. Løtu seinni førdi vánaligt Esbjerg-verjuspæl til, at Zuma púra leysur slapp at leggja bóltin í Es- bjerg-málið. Alópsparið Todi og Zuma var væl fyri í Parkini sunnudagin, og lítið er at ivast í, at parið er fyrsta val á álopspláss- unum. Nýkeypti Erik Myk- land og Christian Poulsen vóru eisini sannførandi á miðvøllinum hjá FCK. Todi legði upp til tað fjórða mál- ið, sum Morten Bisgaard stóð fyri eftir enn eitt bandaspæl vid føroyingin. Zuma og Bisgaard skutu hvør sítt mál aftrat til endaligu støðuna 6-0. Todi spældi allan dyst- in sunnudagin, og tað tykist sum, at hann er við at verða heilt klár- ur eftir drúgva skaðan. Hann var við í nógv- um, og við ein- um máli og tveimum upp- l e g g u m verður tað sera tor- ført hjá kappingarneytunum at rista Toda av sínum plássi í álopinum. Danska superligan v t d v – j – t mál mál +/– stig 1 Brøndby 22 14 – 5 – 3 52 18 34 47 2 FCK (M) 22 11 – 7 – 4 38 18 20 40 3 AaB 21 11 – 4 – 6 32 29 3 37 4 Esbjerg 21 10 – 3 – 8 34 33 1 33 5 FCM 21 8 – 8 – 5 28 18 10 32 6 AB 22 8 – 8 – 6 33 25 8 32 7 OB 21 8 – 8 – 5 35 32 3 32 8 Viborg 22 5 –10 – 7 25 27 –2 25 9 Silkeborg 22 5 – 5 –12 23 30 –7 20 10 AGF 22 4 – 7 –11 26 36 –10 19 11 Vejle 22 5 – 4 –13 28 55 –27 19 12 Lyngby 22 2 – 8 –12 20 54 –34 14 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v – j – t mál mál +/– stig 1 Køge 15 12 – 1 – 2 32 13 19 37 2 Frem 16 10 – 5 – 1 36 15 21 35 3 Farum 16 9 – 5 – 2 33 22 11 32 4 HFK Sønderj. 15 9 – 3 – 3 31 19 12 30 5 B 1913 16 9 – 3 – 4 30 24 6 30 6 Herfølge 16 7 – 5 – 4 24 18 6 26 7 AC Horsens 16 6 – 5 – 5 21 16 5 23 8 Randers F. 16 6 – 5 – 5 23 20 3 23 9 Brønshøj 16 5 – 3 – 8 25 30 –5 18 10 B 1909 16 5 – 3 – 8 29 39 –10 18 11 FC Aarhus 15 4 – 5 – 6 22 26 –4 17 12 Hvidovre 16 3 – 6 – 7 23 32 –9 15 13 Fredericia 15 3 – 4 – 8 19 22 –3 13 14 B93 16 3 – 3 –10 21 37 –16 12 15 Kolding IF 16 3 – 1 –12 29 45 –16 10 16 Skive 16 2 – 3 –11 19 39 –20 9 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvidovre), Johan Byrial Hansen (Fredericia) Hollendska toto–deildin v t d v – j – t mál mál +/– stig 1 Excelsoir + 27 17 – 7 – 3 63 24 39 58 2 RBC Roo’daal 27 17 – 5 – 5 63 30 33 56 3 FC Zwolle + 27 16 – 7 – 4 47 28 19 55 4 Emmen 27 15 – 6 – 6 44 30 14 51 5 ADO Den Haag27 14 – 7 – 6 44 28 16 49 6 Cambuur/L. + 27 12 – 6 – 9 40 30 10 42 7 FC Volendam 27 10 – 7 –10 48 40 8 37 8 Heracles A. 27 11 – 4 –12 42 44 –2 37 9 Storm/Telstar 27 9 – 9 – 9 42 34 8 36 10 BV Veendam 26 10 – 6 –10 42 42 0 36 11 Haarlem 27 10 – 6 –11 34 34 0 36 12 Dordrecht ‘90 26 8 – 8 –10 46 46 0 32 13 Helmond Sp. 27 7 –10 –10 28 40 –12 31 14 G.A. Eagles 27 7 – 8 –12 36 46 –10 29 15 VVV 27 9 – 2 –16 42 57 –15 29 16 MVV 27 6 – 6 –15 35 51 –16 24 17 Eindhoven 27 4 – 6 –17 36 67 –31 18 18 Top/Oss 27 3 – 4 –20 19 80 –61 13 Perioduvinnararnir eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v – j – t mál mál +/– stig 1 Plymouth 38 25 – 8 – 5 58 25 33 83 2 Luton 40 25 – 6 – 9 77 44 33 81 3 Mansfield 38 21 – 6 –11 61 45 16 69 4 Scunthorpe 40 18 –12 –10 70 49 21 66 5 Cheltenham 37 17 –13 – 7 57 41 16 64 6 Rochdale 38 17 –13 – 8 51 40 11 64 7 Shrewsbury 40 17 –10 –13 59 46 13 61 8 R&D 40 16 –12 –12 53 47 6 60 9 Hull C. 39 16 –10 –13 52 39 13 58 10 Kidderm. 39 16 – 8 –15 48 41 7 56 11 Hartlepool 39 14 –11 –14 57 44 13 53 12 Southend 40 13 –11 –16 46 49 –3 50 13 Swansea 40 13 –10 –17 49 60 –11 49 14 Macclesfield 40 12 –11 –17 34 47 –13 47 15 Exeter 38 13 – 8 –17 43 65 –22 47 16 Oxford Utd. 40 11 –13 –16 59 52 7 46 17 Carlisle 37 10 –13 –14 42 44 –2 43 18 Darlington 39 11 –10 –18 47 61 –14 43 19 Lincoln C. 39 10 –12 –17 39 53 –14 42 20 Leyton O. 39 11 – 9 –19 50 66 –16 42 21 Torquay 40 10 –12 –18 38 57 –19 42 22 York 36 11 – 8 –17 42 60 –18 41 23 Bristol R. 39 10 –10 –19 36 50 –14 40 24Halifax 40 7 –11 –22 31 64 –33 32 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Brøndby varðveitti støðuna sum ein- samalt oddalið og stevnir ímóti meist- araheitinum. Vejle er aftur farið á niður- flytingarpláss eftir tapið ímóti OB SUPERLIGA Páll Holm Johannesen Eftir eina rættiliga slaka byrjan uppá várhálvuna er Brøndby aftur á røttu kós. Í einum vælleiktum dysti í Gladsaxe móti AB vann Brøndby við tveimum mál- um móti einum. AB var spælstýrandi í fyrra hálv- leiki, men kortini var tað landsliðsleikarin Peter Madsen, sum legði gestir- nar frammum. Áleyparin kom at liggja væl fyri í AB brotsteiginum og kundi lættliga skjóta sítt 14. mál hetta kappingarárið. Eitt vælupplagt AB-lið fekk tó stutt fyri hálvleik javnað vid brotssparki. Seinni hálvleikur var sera undir- haldandi við nógvum royndum á bæði málini, men tó endaði tað við ein- um ikki heilt uppibornum Brøndbysigri, tá innskifti Thomas Lindrup stutt undan dystarenda tryggjaði Brøndby tey trý stigini. Brøndby fekk við sigrinum hildið frástøduna til FCK og stevnir nú ímóti meist- araheitinum, sum teir ikki hava vunnið síðan 1998. AB mátti harafturímóti triðja dyst upp í slag fara av vøllinum uttan stig. OB sendi Vejle á nidurflytingarpláss Við ósigrinum móti OB er Vejle nú aftur í stórum niðurflytingarvanda. Við Christiani Høgna Jacobsen á vøllinum seinasta hálva tíman tapti Vejle 1-0 móti OB. Ikki heilt óvæntað var tað toppskjúttin í bestu donsku deildini, Kasper Dalgas, sum skeyt málið hjá fjónbúgvunum. OB var sum heild betra liðið, men tó hevði Vejle nakrar naskar royndir á OB-málið. Bestu royndini stóð Christian Høgni fyri, tá hann mið- skeiðis í seinna hálvleiki var so óheppin at raka inn- aru síðu av tvørstongini, so bólturin brast út aftur í spæl. Sostatt hevur føroyski áleyparin enn fyrsta málið í Superliguni til góðar. Í botndystinum millum Lyngby og Silkeborg vann Silkeborg 5-0 og slapp sær harvið upp um niðurflyt- ingarstrikuna. Dysturin millum AGF og Viborg var eitt satt vónbrot, har hvørki av liðunum sýndi serliga gott fótbóltspæl. Dysturin endaði eisini málleysur, og AGF kundi takka málverja- num fyri tað eina stigið. Eftir drúgva skaðasteðgin tykist Todi Jónsson nú veruliga vera komin fyri seg aftur í FCK- álopinum FCK hølvaði Esbjerg av Brøndby aftur á meistarakós Støður C M Y K 28