Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2002síða 23

‹ fyrra síða allar 23 síður

Tekstur á síðuni

44 Nr. 57 - 22. mars 2002 LUFTTRÝSTIÐ Eitt hátrýst, 1022 hPa. eystan fyri Ísland mennist. Eitt djúpt lágtrýst, 964 hPa. vestan fyri Azorurnar fer í landnyrðing. Hátrýstið eystan fyri Ísland stendur mestsum í stað, meðan lágtrýstið vestan fyri Írland fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum leygardagin. Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires VEÐRIÐ Veðrið leygardagin: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og seinnapartin regn ella mjørki. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið Pálmasunnudag: Hvassur vindur ella skrið av suðri og út- synningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Mánadagin upp í strúk av útsynningi og ælingur, partvís váta- slettingur. Týsdagin lot av útnyrðingi og vestri og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 5 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin mill- um 2 og 5 stig. 14. mars: Mánin longst frá jørðini 22. mars: Fyrra kvarter 28. mars: Mánin næstur jørðini Kelda. Álmanakkin 2002 HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 ÷6 Hitalagið mált frá 20/03 kl. 0600– 21/03 kl. 0600. Hitin í gjár: 1,2° Minsti hiti máldur í mars: ÷8,7o Mesti hiti máldur í mars: 12,0o Suðuroyar—/ Vágafirði Skúvoyar—/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna— sundi Mykines— firði Nólsoyar— firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar—/ Svínoyarfirði Hvanna— sundi Fugloyar— firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Miðalhitin fyri mars 22. mar 00.05 12.44 11.44 — 11.59 — 02.05 14.44 03.05 15.44 10.59 23.38 09.59 22.38 00.20 12.59 01.20 13.59 — 12.29 01.05 13.44 23. mar 01.23 14.03 00.23 13.03 00.38 13.18 03.23 16.03 04.23 17.03 — 12.18 11.18 23.58 01.38 14.18 02.38 15.18 01.08 13.48 02.23 15.03 24. mar 02.43 15.09 01.43 14.09 01.58 14.24 04.43 17.09 05.43 18.09 00.58 13.24 — 12.24 02.58 15.24 03.58 16.24 02.28 14.54 03.43 16.09 25. mar 03.36 16.03 02.36 15.03 02.51 15.18 05.36 18.03 06.36 19.03 01.51 14.18 00.51 13.18 03.51 16.18 04.51 17.18 03.21 15.48 04.36 17.03 H H L AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: 0,4 mm – mált frá 20/03 kl. 0600– 21/03 kl. 0600 Avfallið higartil í mars: 29,4 mm 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri mars ÷18 ÷14 ÷3 ÷1 ÷3 0 0 ÷2 2 4 6 13 0 3 – 3 8 1 2 7 8 8 12 14 15 – 21 19 18 13 11 33 33 30 – 5 27 17 26 30 9 – 20 5 707265 100050 > L L H 3–8 m/s L 15–20 m/s H 15–20 m/s L 13–18 m/s 13–18 m/s 8–13 m/s Parfumarí Drós, sum fyri stuttum fekk nýggj høli í Dr. Jakob- sensgøtu, bjóðar í hesum døgum kund- um sínum at koma inn at fáa ókeypis make-up lagt á. Hetta er ein liður í enda- uppgávuni, sum lærlingurin, Katrin, skal gera Ingrid Bjarnastein Katrin lærir til krambakall við spesiali í húð- og kropsrøkt og make-up. Sum ein partur av endaligu uppgávu síni skal hon skipa fyri onkrum aktiviteti í handlinum, og hevur hon valt at geva kundunum møguleika at koma inn at fáa ókeypis make-up lagt á, av merkinum Bonjois. Bonjois er eitt merki, sum stílar ímóti tí yngra ættar- liðnum, eini 14 til 26 ár. – Eg eri tann, sum skal royna at fáa Bonjois fram her í Føroyum, greiðir Katrin frá. – Og sum ein partur av endaligu uppgáv- uni har eg skal gera ein ak- tivitet í handlinum, havi eg valt at leggja ókeypis make-up á í eina viku. Hetta er so møguligt fram til leygardagin. Bonjois er eitt franskt merki, og vit eru tey einastu í Føroyum, sum brúka tað. Tað er ætlað teimum yngru, men eldri kunnu saktans eisini brúka tað, um tey hava hug. Inn í Drós koma tvær skúlagentur. Tær eru Jó- hanna og Fríða úr Hoyvík, og tær skulu konfirmerast sunnudagin. Katrin leggur teimum make-up á, meðan hon greiðir frá, hví hon ger soleiðis, og hvat tað er gott fyri. Aftaná fáa tær ein seðil, har tær síggja, hvat fyri make-up Katrin hevur brúkt, soleiðis, at um tær hava hug at keypa vøruna seinni, so er onki at taka feil av. Kundadagar í Drós Kundakvøld – Vit eru eisini farin at skipa fyri kundakvøldum, sigur Fía Norðberg, sum eigur og rekur Drós. – Her er talan um ein lítl- an bólk av kvinnum, eini seks til átta, sum koma inn til okkara okkurt kvøldið, har tær so fáa lagt lag á. Tær sleppa at gera alt sjálvar. Reinsa húðina, smyrja sær og so framveg- is, meðan vit samstundis geva teimum ráð, og for- telja teimum, hvussu tær skulu gera. Ofta er tað so- leiðis, at tá tær bara koma her, og fáa alt gjørt, so duga tær ikki tá tær koma til hús. Ístaðin lata vit tær gera tað sjálvar, so tær læra tað. Kundakvøldini eru ætlað smærri bólkum. Einum bindiklubba ella bara nøkr- um vinkonum, ið vilja hugna sær okkurt kvøldið. Bólkurin skal tó vera minni enn 10 persónar, tí annars verða ov nógvar, og starvs- fólkið fær ikki tíð at koma runt til øll. Fyri at frætta nærri um kundakvøldini ber til at ringja til Parfum- arí Drós á telefon 314811. Til og við leygardagin ber so til at fara inn og fáa ókeypis make-up lagt á, og samstundis fáa nøkur góð ráð um tína húð. Her leggur Katrin make-up á hjá teimum báðum Jóhonnu og Fríðu Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 44