Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 58 - 23. mars 2002 Nr. 58 - 23. mars 2002 35 Kunngerð um framløgu av broytingum av byggisamtykt Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um byggisamtykt og býarskipan við seinni broyting- um, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar av byggisamtyktini fyri Sjóvar Kom- munu í samband við nýtt bústaðarøki inni í Bø, verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni frá 20. mars til 10. apríl 2002. Møgulig mótmæli skulu verða skrivlig, og verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagið 20. juni 2002. Sjóvar kommuna 490 Strendur Kirkjubøar kommuna sóknast eftir Leiðara og 3 pedagogum til Barnagarðin á Velbastað Vit hava um neyðugt pláss á stovninum fyri børnum teirra, sum sett verða í leiðarastarvið og pedagogstørvini. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Elina Henriksen, leiðara, á tlf. 328121 / velbarn@post.olivant.fo ella Óluvu Niclasen, bygdarráðslim, á tlf. 328145 / oluvanic@hfs.fo Umsókn Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um royndir skulu sendast Kirkjubøar kommunu v/Annfinn Brekkstein, 176 Velbastaður innan 1. apríl 2002. Barnagarðurin á Velbastað er ein kommunalur stovnur við einari fíggjarætlan uppá 2,3 milliónir árliga. Stovnurin liggur í friðaligum umhvørvi við stórum spæliplássi og haganum rundanum. Har eru 40 børn av Velbastað, úr Kirkjubø, úr Syðradali og úr Havn. Børnini eru millum 1/2 og 9 ár og eru í trimum stovum, har aldursbýtið er 0-2 ár, 2-4 ár og 4-9 ár. Tað eru 11 starvsfólk, svarandi til umleið 9 fulltíðarstørv. Endamálsorðingin hjá stovninum er frá 1997 og soljóðandi: "Endamálið er at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar, bæði kropsliga og sálarliga og tryggja, at børnini faa nógvar og ríkar upplivingar. Vit ynskja, at børnini ótarnað skulu sleppa at spæla; harumframt skulu tey sleppa at vera við til at taka avgerðir, og starvsfólkini skulu lurta eftir teimum og geva sær stundir til tey." Leiðari Sum leiðari fært tú her møguleika at gera hugsanir tínar til veruleika um, hvussu ein barnagarður gerst eitt vælvirkandi námsfrøðiligt tilboð í nærumhvørvinum. Arbeiðsøkið hjá leiðaranum er at leggja ætlanir fyri árið og leiða dagliga virksemið í samsvari við pedagogisku stevnuna hjá stovninum. Uppgávurnar fevna um upptøku av børnum, fíggjarstýring (bókhald og ársroknskapur verða gjørd av kommununi), at skipa dagliga virksemið, vaktir og innkeyp, at umsita starvsfólkaviðurskifti so sum starvssetanir, lønir, farloyvi, skeið v.m., samstarv og kunning við foreldur, foreldra- og bygdarráð og samskipan av felags tiltøkum annars. Leiðarin hevur ábyrgd av, at skipanir eru, sum lúka almenn krøv, t.d. innan trygd og heilsu. Umráðandi er, at leiðarin alsamt dagførir sína vitan á námsfrøðiliga økinum. Førleiki Leiðarin má hava pedagogiska útbúgving og hegni og áhuga fyri leiðslu. Til ber at víkja frá útbúgvingarkravinum, men umsøkjari má skjalprógva aðra viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Setanarviðurskifti Starvið er frá 1.juni 2002, men vit bíða fegin eftir rætta fólkinum. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/kommunurnar. Harumframt er møguleiki at tingast um viðbót. Pedagogar Vit sóknast eftir trimum pedagogum, einum til hvørja stovu. Høvuðsuppgávan er at skapa fastar, tryggar karmar um dagin hjá børnunum, og við spæli og øðrum tiltøkum, t.d. húsligum uppgávum, at hjálpa børnunum at mennast sum einstaklingar og sum partar av størri heildum. Arbeiðið fevnir um planlegging, praktiskar uppgávur í sambandi við máltíðir og ansing annars, og um íverksetan av tiltøkum og spølum. Førleiki Umsøkjarar mugu hava pedagogiska útbúgving. Royndir innan arbeiði í vøggustovu/barnagarði eru ein fyrimunur, men ikki fortreyt. Annars er av týdningi, at umsøkjarar kunnu arbeiða sjálvstøðugt, hava góð samstarvsevni og vilja vera við til at seta sín dám á stovnin. Setanarviðurskifti Størvini eru frá 1. juni 2002 ella skjótast til ber. Tó kunnu vit bíða eina tíð eftir tí rætta umsøkjaranum. Arbeiðstíðin kann vera 40, 35 ella 30 tímar um vikuna. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/ kommunurnar. Í umsóknini kann vera tilskilað, um umsøkjarin hevur ynski um at arbeiða í ávísari stovu. team85 • 358000 20 tonsari »MB Syðraberg« til sølu Veiðiloyvi 80 dagar á landgrunninum, 30 dagar á Føroya Banka og 50 tons íslandskvota. Boð undir 1,1 millión ongan áhuga. Tlf. 361753 ella 287753 Maður søkist Vit sóknast eftir einum tilkomnum manni. Viðkomandi skal vera arbeiðssamur, fyrikomandi og handigur. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, men tó eingin treyt. Skrivlig umsókn verður at senda til: Sp/f Eikin Postboks 2203 • 165 Argir Tyrluflúgving um páskirnar Skírisdag 28/3 verður flogið sum fríggjadag 2. Páskadag 1/4 verður flogið sum sunnudag Vestmanna Timburhandil · Tel 472 000 · vt@vt.fo · www.fjardahus.fo - frá dreymi til veruleika Valrættur hjá lesandi uttanlands Gjørt verður kunnugt, at: Sambært § 2a. í Løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, hava persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Før- oyar,valrætt til løgtingið,um teir annars lúka treytir- nar fyri vælrætti.Hesir persónar hava tó bert valrætt, um so er, at teir frammanundan fráflyting úr Føroy- um hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Veljarar, ið koma undir hesa áseting, verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har teir seinast hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum. Tað er ein treyt fyri upptøku á vallistan, at veljarin hevur sent inn umsókn á serligum umsóknarblað, og at avgerðin um upptøku á vallistan er tikin í sein- asta lagi 3 vikur áðrenn valdagin. Gevi gætur, at freistin at taka avgerð um upptøku á vallista til løg- tingsvalið 30. apríl 2002 er úti 9. apríl 2002. Undir punkt 4 á umsóknarblaðnum stendur "váttan frá útbúgvingarstovninum". Hetta kann gerast við, at útbúgvingarstovnurin váttar á umsóknarblað- num, serligum skjali ella at avrit av galdandi lestrar- korti verður hjálagt. Umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni hjá Løgmans- skrivstovuni www.tinganes.fo undir Kunningartilfar / ymiskt tilfar. Løgmansskrivstovan LØGMANSSKRIVSTOVAN SUDUROYAR SJÚKRAHÚS 800 Tvøroyri Sjúkrasystur til sjúklingadeildina Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrasystir í barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðnum 1. mei 2002 til 1. januar 2003. Starvið er í fullari tíð og í øllum vaktum. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til fyristøðukvinnuna tlf. 371133 lokal 128. Skrivlig umsókn við prógvum og autorisatión skal sendast til: Umsjónarmannin Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Umsóknarfreist: 15. apríl 2002. Várútsøla Sigma Import Porkeri, tlf. 373921 - 221464 http://sigma.port5.com - n ggjar og gó ar brúktar Derbi Predator skutari nýggjur, gráur/orange nýprísur 19.295,-, Nú 17.500,- Derbi Predator skutari árg. 07/01, km 1650, reyður, vælrøktur, nýprísur 19.295,-, Nú 16.500,- Derbi Senda SM Cross árg 09/01, km 685, svørt, vælrøkt, nýprísur 20.595,-, Nú 17.800,- Derbi Senda SM Cross árg. 05/01, km 1520, svørt, skøvur o.a, nýprísur 20.595,-, Nú 15.500,- Yamaha Aerox skutari árg. 07/01, km 2690, gráur, vælrøktur, nýprísur 22.000,-, Nú 18.000,- Jincheng JC 50 Q-8 prutl nýtt, reytt, nýprísur 18.495,-, Nú 16.000,- Jincheng JC 50 Q-7 minicross nýggj, blá, nýprísur 13.495,-, Nú 10.000,- Frá Suð urstreymoyar Sjálvstýrisfelag Ársaðalfundur felagsins verður á Landsbókasavninum hósdagin tann 4. apríl kl.19.30. Skrá sum áður lýst. Nevndin -tað loysir seg C M Y K 35 34