Sosialurinarkiv
Sosialurin 1940-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 1940síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sína. Hesin túrur gav skiparanum slakar 10.000 kr. Leivur Øssursson« fekk íkki meir enn 1300 kurvar seinasta túr. Hann kom í sjógv fullan av háða — og hevði ov lítið kol at halda á Norðlandið. »Njardlingur« fekk yvir 1200 pd. sterl. seinast — hann hevur lagt upp. T. F. Thomsen hevur eitt skip siglandi við ferskfiski. Hann ger nú annað í stand til ferskfiskaferslu. Menn síggja sær vinning í ferskfiskafersluni. Alla staðni ífrá frættist um, at menn ferskfiskaferslu. G. Mortensen gera seg út til Tað frættist, al hugsar um at nýta hvalabát- arnar, og at N. P. Mortensen ætlar at innrælta 2 av sínum skipum til ferskfiskaforslu. Grenlandsfiskiskapurin. Frá Grenlandi frættist um meiri fisk, enn var í fjør. — Summi skip verða at gera tveir túrar til Grønlands. Spell var, at útiróðurin ikki kundi koma f lag f år, nå fiskurin var meir og kom at standa nærri landi. Sildaveiðan. Sildaveiðan er góð í Íslandi. Men menn eru óvissir í silda- prísinum. Teir, ið eru uppá fasta kontrakt, fáa teirra uttan mun til marknaðin. Flestu fer- oysk skip eru uppá fasta kontrakt. „Aldan.“ Menn eru bangnir um »Alduna« — kortini er alt hop íkki úti enn. Tad kann vera, at hon liggur í ráki vid maskinskaða. Útróður. Eitt slitsni hevur verið í fiski- skapinum á Munkagrunninum. Veðrið hevur verið ólagaligt — streymurin hevur eisini verið harður. Verið varnir. Eftir áheitan frá teim bretsku mariumyndigheitunum í Føroy- um fåtin biðið okkum kunngjørt fylgjandi : »Det er kommet Person ved en engelsk Fiske- trawlers Anløb af en færøsk Havn har forskaffet sig militære Patroner fra Trawlerens Besæt- ning til Brug for sin Jagtriffel, for hvilket Forhold puagældende hevur frem, at en har maattet bøde. Handlinger som den anførte vil særlig under de foreliggende Forhold kunne medføre meget alvorlige Konse- kvenser, og er tillige Overtræ- delse af det gældende Forbud mod Køb af Skydevaaban og Ammunition uden Politiets Til- ladelse.< Myrkleggingin byrjar aftur mánadagin 12. í h. Myrklagt skal vera frá kl. 80 á kveldi til 5 á morgni. Maður hongt seg- Í gjáramorgunin við ellivu- tíðina, tá ið annar stýrimaður á »Bellona«, skipið, ið kom heim við fiski úr Grenlandi, skuldi inn til skiparan at tosa við hann, kundi hann ikki fáa hurðina upp inn til skiparans sovikamar. Orsøkin til hetta varð gjøllari eftirkannað. Tá hurðin fekst upp, mølti manningini ein óhugnalig sjón: skiparin hevði hongt seg har inni. Eftir situr kona vid 3 børnum. Meðan hann var í Onglandi í mai mánað, fekk hann reyða- kross-bræv frá konuni. Hon segði honum, at tey heima í Esbjerg høvdu verið samlað á silvurbrúdleypsdegi teirra 5. maí. „Amerika,“ eitt av teim skipum, vit fingu vorur frá, sigst at vera niður- skotið. Íslendskur bátur kom fyri nekrum degum síðani til Tórshavn. Hann var sloppin undan Týskinum í Danmark. hevði verið inni Í Hann eisini Noregi. Fyrsti dómsmannsrættur í Feroyum. Dómarin og 2 dómsmenn dømdu midvikudagin i vikuni fyri fyrstu ferð eftir teirri. nýggju lógarskipanini í rættar- máli viðvíkjundi manni, id var kærdur fyri at hava nervað ein sýslumann og verjuráðsformann. Maðurin fekk 60 daga fongsul. hesari Rekord. Bert við fótboltskappleikunum á ólavsoku var goldin áskoðara- peningur um 2200 kr. Hetta mun vera mesti utgungupeningur, ið nekur fótbollsstevna hevur givið ein dag í Gundadali. YMIST Aðrastaðni í blaðnum er sagt frá loftbarduga sum fór fram yvir Kanalina hósdagin. Nú er greini- ligari frætt: Um 400 týskar flúgvumaskinur vóru í leikinum. Tær og týskir motortorpedo- bátar lupu á eina »konvoy«. 60 týskar maskinur vóru niður- skotnar, 16 bretskar, 3 týskir motortorpedobåtar og 5 små ensk farmaskip vórðu sekt. Hetta er slórsti loftsbardagi, ið higar- til er farin fram yvir og við Ongland. Ein stórur um kortini ikki líka stórur loftsbardagi fór sama dag fram yvir bretska Somali- landi millum ítalskar og britiskar loflflotadeildir. 16 av 34 italskum og 2 av 17 bretskum maskinum vóru niðurskotnar. Teir seinastu dagarnur hava stórir og harðir bardagar farið fram í brelska Somalilandi. Italienararnir hava verið 10 ferðir so mansterkir. Tað hevur eydnast teim at taka nakrar landsbyir. Men hin bretski herurin lovar at taka ránið frá teimum aflur. Danska pressan sigur, at týskir seðlar eru ólógligir í Danmark, bert týskir soldátar kunnu nýta teir at keypa fyri í Danmark. Kun hos Fagmanden er det bedste. — Køb derfor i M. P. Jacobsens Malerforretning. Pap, Tapet, Møbelpoliture, Gulv- lakker, blundet og ublandet Maling, alle Nuancer, billige Priser, bedste Kvaliteter. Ordre fra Bygderne eksp. omgaaende Telef. 323. i A. T. á Tvøroyri fåast biligastu og bestu feroysku og útlendsku Hushaldsvørur. Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur. Blaðstjóri: P. M. Dam, Tvøroyri. Prentsmidja B. Z. Jensens, Térshavn