leygardagur 23. november 1940síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Loft-álop á Havnina.
Tvær fljúgvumaskinur sleptu 2 torpedoum niður.
Nakrir rútar knæsaðust.
Annars eingin skaði.
Í skímingini ígjárkveldið komu tvey flogfør yvir Havnina og tveittu
niður tvær torpedoir; onnur brast nærindis Viðanesi og hin heima undir
Argjalandi. Skaðin var tibetur ikki stórur; teir stóru rútarnir í Heimavirk-
inum og hjá Z. Heinesen, nógvir á hospitalinum og aðra staðni, knústust.
Skotið varð dúgliga eftir flogfsrunum og hildu menn seg kunna
síggja, at annað var rakt. Flogferini flýggjaðu eystur eftir.
sjógarpum — er farin. Hann
varð 74 ár.
Hóligur og síðuligur fór hann
millum manna. So lítillátaður
hann var í lí dagliga lívinum,
so áræsin og bragdigur var hann
tá ið á stóð og lívið hekk á
snarinum.
Ein góður Feroyingur.
Tíðindi.
»Leivur Øssursson« kom full-
fermdur undan Íslandi.
Ferskfiskasela: Stella 5000 pd.
Norðbúgvin 3000, Nelly 1155,
Godthaab 2800, Hanna 3019,
Sæborg 2440, Tór I 1249, Acorn
1070 pd. (fyri helvtina.
Uttanfyri Norðradal kom bátur
framvið stykkjum av einum
hvítum báti, við síðuna rak eitt
lík.
Skarphéðin, sum menn hava
verið bangnir um, er afturvend
til Englands vegna óveður.
Í Froðbæ hildu menn seg eitt
kvoldið í vikuni síggja vrak av
eini fljúgvumaskinu ella kav-
báti verða slongt á land úti við
flesina uttanfyri Tjaldavík. Morg-
unin eftir, lá ið menn fóru at
kanna eftir, var vrakið út aftur
brotið av brimi.
Dragandi línu upp á útróðri
doyði hósdagin Johan Karl Da-
nielsen á Strondum av hjarta-
slag. Bróður hansara — teir
vóru tveireinir — førdi hann
til Havnar.
Kriggstrygging av húsum.
Tað verður her beint á, at øll privat hús í Feroyum eru
tryggjað móti kríggsvanda eftir bráðfengis avgerð av 6. november
1940. Hetta umfatar eisini hús, sum ikki eru brunatryggjað nakrastaðni.
Tað nýtist ongum at melda seg inn i kríggstryggingina fyri
hús, tí ell eru av sær sjálvum limir. Tryggingargjaldið verður ikki
ásett fyrr enn aftaná kríggið.
————i0———e"øø81“"
Minnist til,
at hús tygara kunnu brenna, um tað ikki er av
kríggsávum! Tygum skylda tygum sjálvur og tyg-
ara at tryggja tygum móti hesum.
Teknið brunatrygging í hinum føroyska felagnum
Føroya Brunatrygging.
r -
Lysing.
Vallistar fyri Tórshavnar kommunu til fólkating og legting
fyri árið 1941 fara at liggja frammi til almenna eftirhyggjan á
býráðsskrivstovuni frá 1. til 12. december h. á, — báðir dagar
uppfroknadir — frá kl. 9 til 14 og frå kl. 15 til 18.
Mótmæli móti gildi vallistanna skal verða sent býráðnum
skrivliga innan 15. december h. á.
Tey mótmæli, sum gjørd kunnu verða méti vallistunum,
tekur býráðið upp til avgerðar á fundi, sum hildin verður í bý-
ráðssalinum 27. december h. á. kl. 191,; til henda fund verður
boðað teimum persónum, sum hava flutt fram kærumál, og eisini
teimum, sum mótmæli er gjørt ímóti. —
| Tórshavnar býráð, 19. nov. 1940.
ne
Myrklagt skal verda frå kl. 17 til 9 frå ikvøld.