Sosialurinarkiv
Sosialurin 1945-06-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1945síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= 2. Juni 1945 Heimatíðindi. Guðstænasta. I. sunnudag eftir trinitatis verður lest- ur lisin i Havnar kirkju. Silvurbrådleyp. Vitrastarvsmadur Jens Berg og fru, Akrabergi, Sunnbæ, hildu silvurbrúðleyp í vikuni. Trolnetsmadur Peter Niclasen og frú, hildu líkaleiðis sivurbrúðleyp í vikuni. Fyrsti Feroyingurin úr Danmark komin til Feroya. Hann var vid esbjergskum fiskibåti tá id allir teir donsku bátarnir, id úti vóru, fingu boð um at seta kós til Bret- lands. Hann avmynstrati i Hull og kom upp við einum fiskiskipi. Vit hava ikki havt høvi til persónliga at koma á tal við hann. Men vit hava talað við mann, id hevur hitt okkara afturkomna landsmann. Tad er athuga- ligt at hoyra, hvussu samdir Danir hava verið um at »frysta« Týskin úti. Tad var ein stilltigandi avtala, at eingin, ið ikki vildi verða mistonktur fyri at vera nazistiskur »stikkari«, mátti yvirhøvur tala vid Týskara. Hann, id var »stikk- ari« tad voru nakrir var beinan vegin hataður av øllum fólkinum, og tað verða ikki mýkindir, hann kemur at freista. Fólkadómurin er skjóting heinavegin. Ein dagin, tá id hann og nakrir aðrir Førovingar gjørdu seg til at fara til fisk- ingar, kemur ein stikkari hann var Íslendingur til teirra og spyr teir, um teir fara til Feroyar. Stutta letu aftaná kemur »Sjålvfylgiliga!« svara teir. Gestapo, setur teir fastar, granskar teirra bát líka í hvenn einasta krók. Men einki var funnið, id prógvaði, at teir høvdn ætlað sær at flýggja. Teirra orð um, at teir bara høvdu sagt tað til stuttleika, at teir ætlaðu sær heim. vórðu so tíkin sum sonn, og sluppu teir so leysir aftur. Ein stikkari var Dani var skipari á einum av fiskibátunum. sum komu til Bretlands. Hann hevði ikki meiri enn stigið fótin á land. fyrrenn hann varð tíkin av politinum. Tá var klappan og frødi á hinum fiskimonnum, ið høvdu noydst at vara seg fyri honum sum fyri djevlinum. Hitt »intimasta« samarbeiði hevur ver- ið millum tað fría danska ráðið og teir politisku flokkarnar, uttan at teir kendu hvønn annan persónliga. Eina ferð um vikuna hittust útsend ingar fyri ráðið og politisku flokkarnar. Fyri seinast nevndu møttu Buhl, Ole Bjørn Kraft, Arne Møller og Hedtoft- Hansen. Vápn fingu teir regluliga frá Sveríki. Finaferd, tá ið trupulleikar vóru við gjaldingini, varð Hedtoft-Hansen »smugl adur« yvir til Sveríki. Hann samrådd- ist við ta svensku stjórnina og lovaði, at danska ríkisstýrið vildi tryggja fyri be- talningini, tå id Danmark var aftur vordid frítt. Tá bar til. Vápnini komu síðani í »stridum streymume. Danskir fskibåtar »smugladu« eisini regluliga vápn frá Bretlandi. Tað er »hårreisandi« at hoyra, hvussu ótrúliga djarvliga henda »smugling« fór fram. Men tað var eisini júst hesin djarvleiki, sum gjørdi, at »smuglingin« ikki varð uppdagað. Kirkjubazarurin í Hvannasundi sum var hildin 2. hvítusunnudag gav um 10.000 kr. Ófert úrslit í so lítlari bygd. Og so er burturlutingin ikki uppí. „Norðfarið“ hjá Godtfred í Vági er farið til Gren lands at veiða kalva og tosk. Vit ynskja góðan byr og eydnu á ferðini. Hópur av skipum eru utgjørd at fara á Bankan. FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR Nordovastevnan. Nú bardagin uppafturtikin og hildin sum upprunaliga ætlad fyrst i juni månada. er lokin, verður Norðoyastevnan , Í ár verður stevnan hildin leygardagin 9. juni og sunnudagin 10. juni. Stevnan byrjar við kappróðri leygarkvøldid. Av ødrum ítróttargreinum verður: fótbóltur, hondbóltur, tennis, kappsvimjing, kapprenning og tog- togan. Nevndin. Fajansa-Tekoppar, (uttan skålir) stk. 90 oyru Bygdaordrar avgreidast umgangandi. Pf Ludvig Poulsen Telf. 13. Keres ——— —— Fiskasølan. Teir triggjir trolararnir, »Nordbugvine, »Vesturvardi« og »Stella Arguse, seldu fyri gott 10.000 £ hvør. Ein 7 tons båtur ur Vågi vid fiskikappanum Thorsteinsson sum førara helt nú um dagin yvir til Íslands at rógva út. Fyrsta grindin í ár legði beinim í Vági. Hon var 140 hvalir. Hyldnaðist væl, 8 var uppá fólkið. Í Suðuroynni skifta teir sum kunnugt alt út til partarnar. Rein ro pund av tvøsti socialisma og brodurskapur! Havhestaegg verða nú tikin i túsundatali kring Før- oyár. Tey smakka fult so væl sum lomvigareggini. Ur Sýriu. Hesa síðstu tíðina hava verið samanbrestir millum fólkið í Sýriu. sum vil hava sjálvstýri, og Frans menn, sum vilja verja síni rættindi; higartil hevur hetta stríðið harð- nað. I Damaskus er rættuligt kriggj — bumbing frá fogforum og skjótan við kanónum — soleiðis at uttanveltað fólk eru evakuerað. Hósdagin segði Eden í parlamenti- num, at nú hevdu teir bíðið sínar menn fara uppí millum fyri at gera enda á stríðnum, samstundis høvdu teir biðið Fransmenn halda seg innandura, so at ikki bardagi kom át standa millum Bretar og teir. Hann segði, at teir hevdu tikið hetta stig fyri at verja tilferslu- vegirnar til Stillahavið. — Annars høvdu teir boðið báðum pertum til samráðingar í London, so at endalig avgerð kundi verða tikin í hesum mikið umráðandi spurn- ingi. | SMARLÍKI! — MØLIN — Tlf, 543 Tórshavn Telf, $13. Japan. ganga bæði suður og nosdur eftir. Tað sæst týðuliga, at teir hava fingið hjálp frá teim sameindu, nú ið bardagin er liðugur í Europa. Chiang-Kai-Shek, ið hevur verið hetta Kinesarar óferr fram, presidentur, hevur sagt starv frá sær, fyri betri at kunna vera við í bardaganum, nú hann er komin í tað avgerandi stigið. Bumbingiu av Japan fer fram i sama lagi; nú um dagirnar tveittu Superfestningar meir enn 3000 t av brandbumbum í Jokohama, havnabýur fyri Tokio. Flogfer, ið hava kannað skaðan ið gjørdur er í Tokio av teim síðstu álopunum, síga, at meir enn helvtin av býnum er avbrendur. Meir enn 6 milliónur búðu í Tokio. . Herfyri frættist, at ein stórur týskur kavbátur, ið var á veg til Japan, var tíkin inn til Amerika. Tveir vóru við skutu seg, fyri íkki at japanskir diplomatar sum verða tiknir til fanga. Dynamit og annað spreingievni G. C. JOHANSEN TORSHAVN TLF, 30 (fimm-fyra-try) Tórsham. | Nr. 22 UM AT VELTA At lúka við hond verður við- fáningur fyri tað mesta. Tak held. ur til vælbrýnt lúkijarn, tá kemur tú lættliga um stykkið fleiri ferðir í sumar. Tú skuldi gjørt tær ein hjólhakkara av gomlum líggja og træhjóli og tú undrar teg hverja ferð tú brúkar hann yvir hví tú ikki longu fyrr hevur fingið tær so hent eitt amboð. Hyppa ikki við hyppijarni, men vid rivu, annars skalar tå epla- tægrirnar, + Adalfundur í Samkomuhúsinum verður sunnu- dagin hin 10. juni kl. 3 s. p. Dagsskrá: i. Roknskapur framlagdur. Val av nevnd. 2. 3. Val av grannskoðara. 4. Nýbyggjan av Samkomuhúsin- um. 5. Sela av húsinum til eigara fyri 150 kr. lutin til sama endamál. 6. Ýmist. Klakksvík, 27. mai 1945. NEVNDIN Gongsgenta kann fáa pláss 15. juni. Løn 70 kr. um mánaðin og fríar kjólar. Dr. Alexandrines Hospital. Stovugenta, ikki ov ung, sum er køn at varta upp. fær pláss beinan vegin. S. M. Ellingsgaard, Hotel Føroyar. Vaskarígenta kann fáa pláss. Len: 70 krónur um mánaðin og fríar kj6lar, Dr. Alexandrines Hospital. Øl sína at brúka Føroyska hondsápu frá fabrik OKKARA 03 av, at ovfáir limir mettu, verður hervið lýst av nýggjum til eykaadalfund í Havnar arbeiðs- mannafelag mikudagin 6. juni kl. 8 s. p. í >Tórshelle. Dagsskrá: I) Teknan av partapeningi í partafelag. 2) Ýmist. Nevndin. Blanka er besta blankiagurevni. Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M. P, Jacobsens málarabúð. ált. 323.