leygardagur 16. juni 1945síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
*
16. juní 1945
FØROYA SOSITAL-DEMOKRATUR
Nr. 24
FØROYAR I DAG
UM FØROYA STØDBU Í DAG
Thorstein Petersen:
Henda bók er — sum tað var
at vænta — eitt agítatiónsskrift.
Tey hugskot, sum í henni eru,
hava tí fyri tað mesta bert virði
sum propaganda fyri fólkaflokkin.
Hetta kann sigast bæði um tann
søguliga og tann aktuella partin í
bókini. Men sum propaganda-
lestur er bókin bæði stuttlig og
áhugaverd. Tilfarið er væl lagt
til rættis og gevur okkum eitt
yvirlit yvir teir spurningar, vit tak-
ast við í dag. Hon sigur okkum
ikki nógv nýtt, men vit læra ikki
so lítið um hvussu ein ágrýtin og
framligur fólkaflokksmaður sær ta
steðu, vit standa í várið 1945.
Latið okkum byrja við einum
evni, har vit kunnu vera heilt
samdir við rithøvundanum, hesum:
at vit feroyingar fram um alt
treingja tíl at taka ábyrgd fyri okk-
um sjálv sum fólkasamfelag. Hetta
hava vit aldrin áður havt nakað
rættuligt høvi til. Uttanífrá eru
vit í grundini altíð vorðin viðfarin
sum óvitar, ið ein fegin vil læra
uppá og koma til hjálpar, men
sum aldrin hava fingið nakað stórt
og umráðandi tiltak at stríðast við,
tiltak, ið kundi savna og menna
okkum til ábyrgdarkennandi menn-
iskjur. Feroyingar hava altíð verið
hildnir at vera nakað heilt >fyri
seg sjålvan« — eitt slags sjáld-
samir hvítir skrælingar, ivaleyst
bæði góðsligir og raskir, men serir
og torferir at koma á tal við og
ringir at útgrunda. I Noreg hildu
menn okkum áður fyri at vera eitt
slags avlagaðir norðmenn. Í Dan-
merk vóru vit leingi hildnir at vera
eitt slags misseydnaðir danir, leys-
ingabern, sum tó á botninum vóru
góðdýr og áttu at fáa hjálp til at
gerast meiri danskir. Og sjálvir
vistu vit í grundini í langa tíð
hverki út ella inn. Vit vóru
danskir statsborgarar, men vit høvdu
eisini verið undir Noreg einaferð,
og tað ganga eisini kámar segur
um at vit einaferð í oldtíðini høvdu
havt sjálvstýri umdir hevdinganum
Tróndi í Getu,
Nú eru vit kortini komnir so vítt,
at vit ikki bert halda okkum vera
førovingar, men eisini modernaði
menniskjur, og vit eru næstan á
einum máli um at vit hava ábyrgd
fyri teimum oyggjum, vit búgva á,
og fyri tí máli, vit tala. Vit vilja
ikki einans geva hesa ábyrgd upp
í hendurnar á eðrum, vit vilja
átaka okkum okkara part av henni.
Vit skamma okkum við með alla at
skulla kasta alla ábyrgdina á aðrar
menn.
Men sum hver maður veit, og
sum Thorstein Petersen eisini
Søgubrot og Føroyalands støda í
dag.
heldur fast, eru tað tveir partar í
hesum máli: Danmerk og Feroyar.
Vit hava í eldir verið í statsfelag
við Danmerk, og ábyrgdina fyri
tað, ið hent er hesa longu tíð,
hava bæði feroyingar og danskarar.
Okkara framtíðar viðurskiftir við
Danmerk, hvussu tey annars verða,
mugu tí arta seg sum eitt samvirki
— fyri at nýta Thorstein Petersens
egnu orð.
>Hundrað ár eru nú farin aftur
um bak, og einki samvirki millum
donsku og føroysku tjóðirnar er
komið í lage, skrivar hann. >Fleiri
ferðir hava mætir danskir menn
tikid til da fyri meiri frælsi fyri
feroyingar, fleiri ferðir hava ein-
stakir føroyingar tikid til orða fyri
at hetta var neyðugt, men aldrin
er farið undir hetta arbeiði. .....
Hjá okkum føroyingum hevur vant.
að samanhald, so vit hava mest
okkum sjålvum at takka«.
I øllum hesum eru vit sum sagt
samsintir vid Th. P. Ein av høv-
udsorsøkunum til at okkara støda
til Danmark — og okkara steða
til okkum sjálvar — er vorðin so
avlagað, er hetta trotið uppá
samanhaldi millum føroyingar. tað
skerst íkki burtur. Líka síðani
henda eldin byrjaði hava vit ligið
í politiskum bardaga innanlanda.
Nú er politiskur bardagi eitt fyri-
brigdi sum Th. P. fyri ein part
dámar væl, eftir tí hann sjálvur
skrivar. Og tað er nú eisini eina-
ferð soleiðis, at politiskur meinings-
munur hoyrir til eitt vanligt demo-
kratiskt samfelagsliv. Tað er rætt.
at tað bert eru tey deydligu, id
onga steðu hava í politikki.
Men politikkur og politikkur
valdast. Tað er munur á manni,
ið ger eitt persónligt tiltak fyri
tað, hann heldur vera beint, og á
manni, ið bert fremur politikk sum
klandur og persónjagstran. Og her
heima er tað tíverri sera torfert
at finna politikkarar av tí fyrra
slagnum. Tað mesta av tí, vit
rópa feroyskan partapolitikk, er
einans niðurbsótandi kjak. Hetta
kemur deils av teimum smáu við-
urskiftunum her heima, men tað
kemur eisini av at vit feroyingar
enn bert eru ógvuliga lítið búnir í
politiskari = siðmenning. = Okkara
politikarar eru fyri tað mesta
einans menn, ið dáma væl at munn-
høggast og sum hava ov lætt við
at missa tað veruliga umráðandi
politiska málið úr eygsjón. Og teir
menn, ið skriva okkara politisku
blød, málbera seg mangan sum
ramir sidaloysingar. Hógv og
sakligheit siggja vit sanniliga ikki
ov nógv av. Einhver hugsandi
Ritstjórar:
feroyingur má tykja skomm í dag
eftir dag at síggja hvussu okkara
blød hunddálka hvertannað. In-
juriir og rættstrætur er hvønndags-
kostur. Og verður onkutíð uppi-
millum talað og skrivað um onnur
ting enn persónpolitikk, so verður
hetta ofta, gjørt á vánaliga um-
hugsadan og óstórtligan hátt.
Tað verður fyri og ímóti í
yvirvaksið mát, ið gongur frá
Oliver Effersøes 99 prosents dansk-
heit og till Jóannes Patursons 150
prosents feroyskheit — um tað
ikki fyri eina ferð skyld er Noreg,
hann vil hava okkum inn undir,
sum tað var á sinni.
Hver tann, ið býr her heima og
fylgjir við í politikki og lesur
blødini, veit, at tað er soleiðis.
Vit liva ikki uppá sakligar veru-
leikar, uppå trongskyggda
agitatiån. Gjøgnum hålva
øld hava vit vant okkum til at
geva mótpartinum skyldina fyri
alt, ið vit hava at finnast at.
Nú er eitt skriv sum hetta, id
Thorstein Petersen hevur sent út,
ikki beinan vegin eitt ringt og
ósámuligt stríðsskriv. Tverturímóti
vísir hann eitt visst hógv. Vit
nevndu áður hvat hann skrivaði
um »samvirki«; men tíverri heldur
hann seg íkki á hesum sámuliga
jørdildi, men missir seg burtur
her og har í ótýðuligari flokks-
Hann vil ikki viðganga
men
eina
agitatión.
og fata, at tann steða, hann sjálv- |
ur er so éeintur við, ikki einans
er orsakað av sambandsmonnum,
sjálvstýrismonnum og sosialistum,
av fólkaflokksmonnum
fyrst og fremst av
men eisini
og kanska
teimum.
Royna vit eina letu at gloyma
persónpolitiskt kjak, mugu vit
| ásanna, at vit øll somul sum før-
oyingar bera ein part av skuldini
fyri at vit politiskt, sosialt og
mentarliga standa í so ógreiðari
steðu sum vit gera. Tað er nú
einaferð ikki bert fólkaflokksmenn
ið eru feroyingar. Sambands-
rerslan er eisini ein feroysk rersla.
Sæð uttanífrá hava føroyingar
leingi verið og eru alsamt eitt lít-
ið samarbeitt fólk, sum tað krevur
stórt tol og stórt diplomatiskt
snildi at koma á tal við.
Hetta ljóðar ivaleyst ógvuliga
dapurt. Tað er heldur ikki okkara
ætlan at ávísa, at tað eingin geta
gongur út úr hesum politiska skor-
festinum, ið okkara egna trótandi
samanhald hevur fert okkum út í.
Tað er ein frálík geta, og tað er
fólkaupplýsing. Okkum terv-
ar avgjørt ikki meira politiska
agitation her heima, Okkum tørvar
upplýsing. Tað er lítil ivi um
tað, at teir flestu føroyingar í dag
kenna hetta á sær sjálvum og at
partapolitikkurin við ellum sínum
W. HEINESEN og HEÐIN BRÚ
ónærisligheitum av mongum av
teimum framligastu ímillum okkum
kennist skomm — ein
tjóðskaparlig last.
Til sovorðnar lesarar hevur Th.
Petersens bók eingi boð. Til tess
hevur hann íkki stundir fyri tí
lyndi, vit alt ov væl kenna her á
landi: at kasta skuldina og harvið
ábyrgdina fyri alt, ið galið er, á
sín mótpart, og harvið bera seg
og sín flokk undan einum rímu-
ligum parti av ábyrgdini.
Eftir tí, Th. P. skrivar, birtist
eitt nýtt og vónríkt ljós her heima
tá tann so nevndi vinnuflokkurin
varð stovnaður, og hetta ljósið
menti seg ófert tå id tann gamli
natfonal-romantikkarin = Jóannes
Patursson tók undir við og gav
hesum nýggja flokkinum navnið
fólkaflokkurin. Og um vit bert
all í 1940 høvdu gjørt tað sama,
so vóru vit nú fyri tað mesta frí
og eydnurik øll somul.
Tad er egid fyri hetta slagid av
agitatíón, at bókin als ikki nertur
við at vit ta ferðina (1940) vóru
fjøtradi. = Tað var íkki okkara
royndarstund, soleiðis sum fólka-
flokksmenninir — 6vitasliga halda
fram. Vit vóru hersettir av ong-
lendingum og høvdu Churchills
egnu orð fyri, at oyggjarnar skuldu
verða givnar aftur til eitt frítt Dan-
mark tá ið kríggið var vunnið.
Og tað er eingin ivi um, at hetta
lyfti hevði tað at týða, at Ong-
land tók tað statsfelag, vit heydu
$3 Danmark, snm ein veruleika og
helt at eingin broyting kundi henda
uttan við samráðing millum fer-
oyingar og danir. Hvussu skuldu
vit tá kunna taka ræðið her um
várið 1940? Tað er íkki annað
enn tóm orð.
Nú er bardagin lokin og letan
er komin til at fáa Danmark á tal.
Ikki nakrir persénpolitikkarar og
blaðrumblarar, men sjálvt tað fer-
oyska fólkið skal taka eina av
gerandi stødu. Tað er ikki long-
ur tíð til alminduligt kjak, persón-
dálkan og sakarmál. Tað sær nú
út til at tað feroyska fólkið á
fyrsta sinni av álvara og í stórt
mát fær hevi til at vísa hvar tað
sum ein
stendur.
Vit skulu í næsta blað siga
meiri um steðu Thorstein Peter-
sens til hetta mál.
Vinningsbýti
fyri árið 1944 verður goldið móti
innsendan av vinningsbýtislepa,
P|f Skipafelagið Føroyar.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð.
Mált. 323.